Showing posts with label Tankar. Show all posts
Showing posts with label Tankar. Show all posts
Eg kenni meg tunga og orkuleysa. Øll megin er sogin úr mær, og eg klári ikki meira. Um eg sovni nú, vakni eg ikki aftur fyrr enn um túsund ár. Sum ein onnur Tornarósa. So nógv val. So nógvar avgerðir. Einki kann bíða, og alt má takast stig til alt fyri eitt, í stundini og beinanvegin. Men knappliga verða allar avgerðir skumpaðar til síðis av einum lítlum undrið, ið sær ljósið fyri fyrstu ferð. Allur heimurin steðgar á, og tú hoyrir trøini halda ondini. Og tó.
Eg siti væl inballað í fjálgu dýnuni á songini og lurti eftir vindinum, meðan ein dokomentarsending koyrir í sjónvarpinum, og á borðinum stendur ein koppur við heitum kakao. Angin av duftljósum fyllir rúmið, og lagið er heldur linligt. Post-floksball og ein rættur sunnudagur. Akkurát sum ordiligt.
Og so koma tankarnir um alt, sum eg enn ikki havi gjørt, men átti at fingið gjørt. Skúlating, Fjøllini Dansa-ting og øll møgulig onnur Unu-ting. Huff.
Hvar bleiv summarið av? Tað er púra svakt, sum hendan garretandi villa ferian hevur gingið skjótt. Tað kennist, sum eru bert nakrar heilt fáar vikur eru farnar síðani seinastu próvtøkuna. Summarið fekk bein at renna á og rann framvið meg. Og við hesum veittra vit tí brátt farnu summarfrítíðini 2013 farvæl - tú verður saknað! Men eg veit ikki, tað er kanska ikki so heilt galið at verða byrjað aftur í skúlanum, síggja øll aftur og hava eina fasta rutinu... Áh fokk, who am I kidding?! Eg fari at sakna at vera uppi alla náttina og gera líkagyldig ting, sova út á middag og at eta døgurða til morgunmat. Eg fari at sakna allar summarkonsertirnar og festivalarnar. Eg fari at sakna ljósu kvøldini og fríska luktin av nýslignum grasi.
Men tú veitst, soleiðis er tað nú bara einaferð. Carpe diem, sum hannsjálvur segði.
Og so koma tankarnir um alt, sum eg enn ikki havi gjørt, men átti at fingið gjørt. Skúlating, Fjøllini Dansa-ting og øll møgulig onnur Unu-ting. Huff.
Hvar bleiv summarið av? Tað er púra svakt, sum hendan garretandi villa ferian hevur gingið skjótt. Tað kennist, sum eru bert nakrar heilt fáar vikur eru farnar síðani seinastu próvtøkuna. Summarið fekk bein at renna á og rann framvið meg. Og við hesum veittra vit tí brátt farnu summarfrítíðini 2013 farvæl - tú verður saknað! Men eg veit ikki, tað er kanska ikki so heilt galið at verða byrjað aftur í skúlanum, síggja øll aftur og hava eina fasta rutinu... Áh fokk, who am I kidding?! Eg fari at sakna at vera uppi alla náttina og gera líkagyldig ting, sova út á middag og at eta døgurða til morgunmat. Eg fari at sakna allar summarkonsertirnar og festivalarnar. Eg fari at sakna ljósu kvøldini og fríska luktin av nýslignum grasi.
Men tú veitst, soleiðis er tað nú bara einaferð. Carpe diem, sum hannsjálvur segði.
Óttin at miseydnast
21. juni 2013 - Una
Andvekur. Enn ein svøvnleys nátt. Tankarnir mala runt í hövdinum og vilja ikki tiga. Orðini rópa og geyla í tonkunum. Líka hvussu nógv eg royni at hugsa svart, ber tað ikki til.
Friður. Ein sælur friður av friði. Og so leikar aftur í. Stilli áðrenn stormin. Er tað ikki soleiðis, tey klóku plaga at taka til?
Túsund tankar sníkja seg inn í høvdið. Hjartaslátturin gerst alsamt títtari. Fyristilla tær, um tú doyrt í morgin. Hvar fer heimurin at minnast teg fyri? Tú kanst seta teg í kjallaran og bíða, ella tú kanst fara út at gera okkurt. Hvat er meiningin við at gera nakað, um einki hendir aftaná? Hvat er meiningin við at liva, um tú einki leggur eftir teg? Eg liggi í tíðini, men alt er tíðarleyst. Eg liggi og liggi og lati alt henda fyri eygunum á mær. Blunda. Einki hendur. Einki nakað.
Um akkurát 9 tímar og 11 minuttir skal eg upp í próvtöku í munnligum stöddfröði, og vil eg við hesum biðja umheiminum farvæl. Eg havi ofta skrivað um ókenda deyðan, men eg kenni hann nú. Eg stari hann beint í líkbleiku gronina, og hann starir aftur at mær.
Una forhelviti, snýs tær baby. Tú skalt nokk klára tað, einki problem. Og um ikki, so skalt tú nokk klára tað allíkavæl, tað er ikki heimsins undirgangur.
Tað er óttin at miseydnast og at skuffa meg sjálva, sum ræðir meg. Eg havi og fari altíð at seta ov hög kröv til meg sjálva, sum eg sjáldan klári at lúka. Hvat er tað gott fyri? Einki. Tað einasta, eg fái burturúr, er óttin at miseydnast.
Gev mær ein andadrátt
11. juni 2013 - Una
Higartil er vegurin blivin asfalteraður allan vegin fyri okkum. Men nú er asfaltið uppi. Nú mugu vit sjálvi blandað tilfarð og leggja til rættis. Vit gera okkum öll hvör sín síðuveg, hvör í sína ætt; onkrir leiðast kanska eitt strekki. Onkrar buglur koma ivaleyst í vegin, men tær slætta vit bara aftur við einari stórari trumlu. Vit royna sum best at koma á röttu leiðina aftur, og hetta eydnast al oftast. Góða eydnu.
Öll orka er sogin úr mær, og eg dugi ikki at ganga longur. Kom og gerið einki. Bara í eina lítla løtu. Bíða eftir öllum. Bíða eftir ongum. Alt og einki í senn.
gev mær ein andadrátt
at anda
gev mær eitt fótafet
attraðka
gev mær ein klump
at svölgja
gev mær eina nátt
at steðga
at hvíla í friði
I have a VAGINA, thank God
Í apríl skrivaði eg blogguna My vagina is dressed (Les blogguna HER), bloggan snýr seg um donsku "Kussomaten" frá 2011. Stuttlig var hvussu nógva uppmerksomheit bloggan fekk, har imillum fekk eg eina viðmerking í hevur sett seg.
Viðmerking ljóðar soleiðis :
"Hey, kul at tú tekur hetta upp!
Men kanska tú manglar eitt sindur av sjálvransakan umkring hví tú heldur myndirnar vera `ljótar og vemmeligar`? Hvat er tað sum er ljótt og vemmeligt? Persónliga haldi eg tað er befríandi at síggja kvinnulig kynsorgan sum ikki eru stillaði estetiskt upp, men bara er avmyndaði júst sum tey síggja út (sum vel eisini var tankin handan verkætlanina). Og síðani lýsingarorðini sum tú heldur skulu umboða kvinnuliga kynið : fín, vøkur, feminin, individuel, veik og sárbar, hm? Eru tað hesi lýsingarorðini sum fáa teg at kenna teg sum eina sterka kvinnu? Hví skal kvinnan framstillast veik og sárbar?"
-Fín, vøkur, feminin, individuel, veik og sárbar. Hví veik og sárbar ?
Eg meini ikki bókstavuliga at vit kvinnur eru veikar og sárbarar, and thats it. Vit kunnu klára okkum eins og væl sum mótsattakyni. Eg haldi bara meira mær dámar hetta konsepti at kvinnur eru fittar, penar og síggja so sakleysar út. Sum í filminum frá 50'inum, Sjálvt um hatta ljóðar eitt sindur undarligt.
Eg vil tó taka hasi orðini í meg aftur, tí tá ið eg verðuliga hugsi, so er tað jú slettist ikki soleiðis eg hevði vilja onkur hevði lýst meg. Anný veik og sárbar. Nei fokk you. Sjálvandi ikki.
Eg vil vera sjálvstendig og klára meg sjálva.
Men hví eg haldi myndinar vera ljótar er nokk mest snobbaríð og óerfarinheit (um hatta er eitt orð). Eg dugi sera væl at fylgja tær í hesum, at tað er befríandi at tað ikki er so estetiskt sett upp. Men eg dugi bara ikki at síggja hvussu hasar myndinar kunnu vera við til at heiðra okkara neðra. Hvussu mær hevði dáma myndinar best er ein ringur spurningur, bara tað sá eitt pinku-lítið sindur meira innbjóðandi út.
Eg veit, at eg ikki svarði viðmerkinum heilt. Men all in one eri eg sera samd við tær loyndarfulli viðmerkari, tú fekk meg at hugsa meira gjølla um alt tað heila.
Eg vil tó taka hasi orðini í meg aftur, tí tá ið eg verðuliga hugsi, so er tað jú slettist ikki soleiðis eg hevði vilja onkur hevði lýst meg. Anný veik og sárbar. Nei fokk you. Sjálvandi ikki.
Eg vil vera sjálvstendig og klára meg sjálva.
Men hví eg haldi myndinar vera ljótar er nokk mest snobbaríð og óerfarinheit (um hatta er eitt orð). Eg dugi sera væl at fylgja tær í hesum, at tað er befríandi at tað ikki er so estetiskt sett upp. Men eg dugi bara ikki at síggja hvussu hasar myndinar kunnu vera við til at heiðra okkara neðra. Hvussu mær hevði dáma myndinar best er ein ringur spurningur, bara tað sá eitt pinku-lítið sindur meira innbjóðandi út.
Eg veit, at eg ikki svarði viðmerkinum heilt. Men all in one eri eg sera samd við tær loyndarfulli viðmerkari, tú fekk meg at hugsa meira gjølla um alt tað heila.
Útgávugonsert: Earth Divide
19. mai 2013 - Una
Leygarkvöldið 18. mai var útgávukonsert í Perluni hjá progressiva metalcore bólkinum Earth Divide. The Interzone Boys og Reduced To Ash hitaðu upp.
Deyðin hevur túsund andlit
09. mai 2013 - Una
09. mai 2013 - Una
Onkur örur er í mínum hövdið, men tað er ikki eg. Far burtur, far út, finn tær títt egna hövur at plága. Mínar fötur hava runnið á steinum í nógv ár. Uppslitnar, blöðandi, naknar.
Eg veit einki um deyða, uttan at hann er óveruligur. Helviti er til, skapað her á jörð av okkum menniskjum. Deyðin; eigur hann teg? Ella vaskar og endurskapar hann teg? Tað fær hvör einstakur at vita, alt eftir hvat karma hann hevur.
Deyðin er einfaldur. Lívið, hinvegin, er heldur flökjasligt. Sum ein ógreiddur sannleiki blandaður uppí veruleikan. Hvør er munurin? Jú, sannleikin er alt tað, sum passar, meðan veruleikin er alt tað, sum gongur fyri seg. Ert tú við?
Fyrst ert tú livandi, og tá tú ikki ert tað longur, so ert tú bara deyður. Er tað veruliga so einfalt? Ber ikki til at vera livandi deyður? Ella deyðiliga livandi?
Eg kann. Eg eri.
Eg veit einki um deyða, uttan at hann er óveruligur. Helviti er til, skapað her á jörð av okkum menniskjum. Deyðin; eigur hann teg? Ella vaskar og endurskapar hann teg? Tað fær hvör einstakur at vita, alt eftir hvat karma hann hevur.
Deyðin er einfaldur. Lívið, hinvegin, er heldur flökjasligt. Sum ein ógreiddur sannleiki blandaður uppí veruleikan. Hvør er munurin? Jú, sannleikin er alt tað, sum passar, meðan veruleikin er alt tað, sum gongur fyri seg. Ert tú við?
Fyrst ert tú livandi, og tá tú ikki ert tað longur, so ert tú bara deyður. Er tað veruliga so einfalt? Ber ikki til at vera livandi deyður? Ella deyðiliga livandi?
Eg kann. Eg eri.
Fullur tómleiki
17. apríl 2013 - Una
Eg havi alla tíð, hugurin er til staðar, men orðini eru eingi. Eg kenni eitt ávíst maktarloysi. Eg havi hug at geva upp uppá alt og öll. Sveipa alt inn undir teppið, har tað allarhelst verður goymt og gloymt, til onkur annar hyggur og skumpar undir tað. Um so nakar ger tað, veit eg ikki.
Eg vil bara sova. Sova í allar ævir. Gera einki og gera alt í einum. Tankin snýkir seg inn í sinn mítt hvönn dag - skal, skal ikki?
"Tað er umráðandi fyri lív títt. Tú kemur at hava gagn av hesum seinni!" siga tey gomlu mangan. Men hvat so við nútíðini? Skal eg bara gloyma hana púra til frama fyri framtíðini? Nei. Tað er nú eg livi. Tað er nú, eg skal taka egnar avgerðir. Eg má reisa meg og gera okkurt, áðrenn tað er ov seint. Men eg fái ikki. Tað kennist, sum eri eg leinkjað føst í gólvið. Eg klári ikki, eg orki ikki, eg vil ikki meira. Nú er nokk. Maktarloysi hevur tikið yvir, eg eg eri full í tómleika. Góða nátt.
Eg vil bara sova. Sova í allar ævir. Gera einki og gera alt í einum. Tankin snýkir seg inn í sinn mítt hvönn dag - skal, skal ikki?
"Tað er umráðandi fyri lív títt. Tú kemur at hava gagn av hesum seinni!" siga tey gomlu mangan. Men hvat so við nútíðini? Skal eg bara gloyma hana púra til frama fyri framtíðini? Nei. Tað er nú eg livi. Tað er nú, eg skal taka egnar avgerðir. Eg má reisa meg og gera okkurt, áðrenn tað er ov seint. Men eg fái ikki. Tað kennist, sum eri eg leinkjað føst í gólvið. Eg klári ikki, eg orki ikki, eg vil ikki meira. Nú er nokk. Maktarloysi hevur tikið yvir, eg eg eri full í tómleika. Góða nátt.
Ein dreymur er ein tráan. Tað er ein flíggjan undan veruleikanum. Tað er tryggi heimurin, sum altíð bíðar eftir, at eg vendi aftur. Uttan dreymin eru okkara fet oman á jörðini strikað. Jú, lívið er áhugavert, men ein dreymur er altíð betur. Tú kanst skapa tín egna veruleika, og enn hava sama veruliga veruleikan at bíða eftir tær. Tað er óveruligt. Tað er surreaistiskt.
Er hetta tann veruligi veruleikin? Veruliga? Hvussu veitst tú tað við vissu, at tað ikki bara er onkur langt úti langur dreymur, sum tykist ongan enda at hava? Eg veit tað ikki. Og fari ongantíð at vita tað. Men tað fert tú heldur ikki, so tú skalt ikki siga mær í móti. Hetta er mín dreymur. Kanska eisini tín.
Ein dreymur er uppbygdur av tínum innastu tonkum. Av tínum kanska gloymdu tonkum, sum tú ikki hevur skonkt ein tanka í seinastuni. Men nú renna teir aftur í huga. Nú fært tú ikki hugsa um annað. Soleiðis er tað í öllum förum hjá mær. Tað er akkurát sum, tá tú minnist til at anda, samstundis sum tú roynir at gloyma, at tú hugsar um tað. So blívur tú við at hugsa um at anda, og fær ikki hugsað um nakað annað enn tín egna andadrátt.
Hvussu ber hetta til? Tað kennist, sum eg sovi, men eg eri vakin. Eg veit tað. Eg merkji tað langt undir húðini. Tað pínir, og samstundis er hetta besta kenslan, eg kenni til. Tað er fantastiskt. Eg kenni meg frælsa, men fangaða. Fangaða í mínum egna hövdi, men als ikki hóast alt. Eg dugi ikki at greiða frá tí. Tú mást royna tað fyri at skilja meg, haldi eg.
Lucid dreaming. At vera varhugur við, at tú droymir. Tú kanst stýra tínum egnu dreymum, ímeðan tú sevur. Syrað. Óveruligt. Men eg havi prøvað tað. Í byrjanini droymdi eg altíð sama dreymin; ein stór steikipanna rann eftir mær. Hvöjra ferð. Til eg bleiv meira varhug við at eg droymdi og fekk meira tamarhald á dreyminum. Tá kundi eg endiliga steðga við at renna, venda mær móti pannuni og skrála "far til helvitis!" eftir henni. Tað gav mær ein ávísan mátt. Nú eri tað eg, sum ráði í Dreymalandi.
Eg gangi fram við bönum, tá eg brádliga síggi klæði liggja og sløðast í rununi. Eg fylgi spakuliga slóðini. Eyguni eru fest at klæðunum. Ein genta hongur við einum bandi um hálsin úr einum naknum træi. Tað munnu vera hennara klæði; eisini gentan er nakin. Blóðið dryppar av henni. Hon hevur skitið, langt, myrkt hár; eg síggi ikki reiðiliga andlit hennara fyri tí. Hon hevur vakran kropp. Hvíta, slætta húð, einkult violett merki eru at síggja. Klønu pinnabeinini dingla undir klæna yvirkroppinum. Rivjabeinini stinga undan í brynguni. Eg kann telja ryggjargeislarnar, sum standa sum fjøll úr rygginum, ein fyri og annan eftir. Tað kennist sum eg detti. Men tað geri eg ikki. Detti eg kanska uppeftir? Tað haldi eg ikki man kann, men tað geri eg. Eg dugi so nógv, sum man ikki kann. Hvör er man? Man dugir einki í mun til mín. Eg dugi alt.
Ein trilvandi hond leitar sær veg eftir kantinum. Klænu fingranir kitla. Longu neglinar skera í húðina. Eg má ikki lúgva, stendur skrivað. Tað svíðir. Hvat er tað sum hendir? Hendur henda.
"Eg elski teg," teskar lítla røöddin. "Eg elski teg yvir allan deyða. Tað veitst tú."
Hon kysti meg blídliga á arrini.
Hon kysti meg blídliga á arrini.
"Og tí mást tú doyggja!" Ekkó. Seinasta orðið hekk í luftini. Doyggja. Hvat er tað? Eg trúgvi ikki uppá lív eftir deyðan. Tá ein doyr, livir hann víðari í minnunum hjá teimum livandi. Kanska hann droymir í allar ævir? Kanska er hetta ein dreymur.
Óndu dreymarnir smakka illa. Teir liggja langt niðri í hálsinum og skriða. Gapa, tygg, smakka og svölg so – er tað ikki soleiðis? Karma, haldi eg. Eg eri bangin. Eg roykti, men eg bleiv sjúk og spýði. Og so roykti eg eitt sindur meira. Nú siti eg her. Eg føli meg sjálva og alt, men tað kennist, sum kroppur mín er burtur. Eg föli einki. Tað kennist, sum eg sovi, men eg droymi í mínum dreymi. Eg fari at doyggja. Eg veit ikki hvussu, eg havi borið meg at.
Mítt fjall er bygt av sjúkum gróti. Ovast á toppinum stendur eitt nakið træ. Undir tí veksur ein blóma. Tann vakrasta blóman í lívinum. Hon umboðar alt tað góða. Og alt tað ringa samstundis. Eg havi vunnið. Eg havi vunnið yvir tær og mær og dreyminum.
Druknandi í myrkrinum
av djúpari tráan
Trúgvandi lygnir
Húðleys orð
Sannkenna at sannleikin als ikki er til
Vís mær títt sanna andlit
Trúgv mær, eg lúgvi
men ikki í sannleika mínum
Hygg handan sólstrálan
Røkkur brotna smílinum
ímillum fjaldu stjörnunum
Kennir tárini
dryppandi úr eygu tínum
Trúgv mínum goymdu dulsmálum
og mínum stolnu lygnum
Drag meg til yvirflatuna
Gev mær luft at anda
Lat meg síggja morgunsólina
skína á mínar knústu dreymir
Eg sálist
08. Apríl 2013 - Anný
Áðrenn eg fari í holt við orduligu blogguna, vil eg vísa á nakrar myndir Emilja tók nú ein dagin. Eg haldi úrslitið vera so gott, so túsund takk fyri tað, tú ert ein star.
Nú til "the real deal"
Nær góðtaka føroysku tingmenninir veruleikan, og hyggja burtur frá 2000 ára gomlu skriftinum, vit øll kenna so væl.
Hvussu kann ein tingmaður siga hvat er rætt og skeivt, hvat sannur kærleiki er og hvat ikki er. Hvussu kann ein yvirhøvur definera kærleika, tað ber ikki til. Sum Alan Watts segði "Never pretend to a love,which you don't actually feel, for love isn't ours to command".
Eg sálist av øllum hesum konservativa lortinum.
Eg sálist av, at vit øll ikki hava somu rættindini.
Eg sálist av, at vit menniskju skulu gera av, hvat er rætt fyri ein einstakan myndigan mann. Hví kunnu vit ikki bara elska hvønn annan fyri tað góða, og royna at síggja burtur frá tí onda. Lati okkum liva í friði. Vit skriva okkum jú inn í 2013, fólk mugu vakna upp frá dvalu síni.
Vit mugu geva pláss til ein hvønn mann.
Peace !
Eg datt á eina danska lista-verkætlan frá 2011 her fyri. Eg helt hon ljóðaði sera áhugarverd og ein fagnaður til kusuna er altíð gott - ella hvat ? Men so skjótt eg sá myndurnar, gjørdist eg meira forfard og illa við. Tit hava allarhelst hoyrt um hesa verkætlaðina fyrr, hon var nógv upp at koyra á Roskilde 2011.
Eg tosi um "Kussomaten", ið er ein fotoboks, har tú anonymt kanst taka eina mynd av tínari "Nikolinu", og harvið lata myndina til eitt myndasavn, sum vil varpa ljós á hvussu ymiskar við kvinnur eru í neðra.
"Alt ov nógvar myndir av tí kvinnuliga kynsliminum ið streyma á alnótini, eru pornografiskar. Tann pornografiska kusan má liva upp til nøkur krøv, ið ljóða soleiðis : Hon skal verða symmetrisk, minimalar kynslippur og so skal hon sjálvandi eisini vera raka." Soleiðis stendur tað skriva á Kvinde kend din krop! (link til heimasíðuna)
Á heimasíðuni sært tú myndurnar í vóru tiknar í 2011. Við ovurspenningi siti eg við nøsuni næstan uppi í skerminum. Eg trýsti á eitt link, ið skal vísa mær á myndurnar..- og sum eitt snarljós kasti eg meg so langt vekk frá skerminum sum til ber. Eg havi tí stórstu øv-kensluna sitandi í kroppinum.
Eg eri púra samd við, at pornografisku fjølmiðilarnir hava skapa skeivu myndina av hvussu ein kusa sær, ella skal síggja út. Men skulu myndurnar av tí nátúrligu nikolinuna beinleiðis verða ljótar og vemmuligar? Meina tey verðuliga at ein kvinna, ið sær hetta hugsar "wow, vit kvinnur eru flottar í neðra, eg eri stolt" ? - Tað var í øllum førum ikki tankin í sæt eftir í mínum høvdi, tvørturímóti. Tað er líka við at eg haldi, tær pornografisku myndurnar ið sveima á alnótini, eru meira innbjóðandi og appetitligar ( beint sum tað er sagt ) enn myndurnar verkætlaðin vísir.
Men missskil meg ei - tað er ikki sjálvt kynslimin er vammlist av, tað er mátin alt verður mynda. Tað er onki vakurt ella estetiskt yvir hesum myndinum, ið gevur meg eina góða og stolta kenslu av at verða kvinna. Eg haldi heldur myndurnar skulu víst tann kvinnuliga kroppin og kynslim - fín, vøkur, feminin, individuel, veik og sárbar. Hendan verkætlaðin gevur meg øvuta feeling. Døm sjálv :
Hvussu kennist hetta ?
Frí frá frælsi
22. Mars 2013 - Anny
Tey tvey tingini,
ið eg eri allarmest bangin fyri, er at gerast einsom og at misseydnast við
royndum at broyta heimin, til tað betra.
Eg trúgvi, tað er
vanligt at hava tað soleiðis, men eg trúgvi, tað er í mínari generatión at tað
er komin ein týðiligur vøkstur av tí individuella trýstinum, sum er at
realisera seg, mest møguligt. Og hví tað ? Hvat hava vit, í mínari generatión,
verðuliga at vera ónøgd við ? Vit hava jú stórt frælsi til at skapa
lív okkara, júst sum vit vilja tað skal síggja út. Hvat er so trupuleikin
?

So sum eg síggji
tað, er tað frá samfelagnum, at skeiva ljós verður lagt á tí evigu
sjálvrealiseringina, so vit ungu deiligu fólk gerast groggy, og konstant mugu
tillaga okkum og gera okkum dámlig - bæði í arbeiðsmarknaðinum 0g
"kødmarknaðinum". Okkara kumpas peikar mótir perferktión og succes,
men gps'urin hevur langsíðani givi upp. Tað eru túsund vegir at fara, og hetta
ómetaliga individuella frælsi ger bert niðurlagið enn størri, um tú ikki
megnar at skapa tí útgávuna av tær sjávum, ið tú vil hava fólk skulu kenna teg
sum.
Eg trúgvi, at
talið av fólki við depressión, ótta, einsemi og stress bert veksur, um
samfelagi ikki lyftir fokus frá fólki, og yvir til felagsskapin, so vit í felag
kunnu stríðast fyri frælsi, ístaðin fyri at gera tað einmøll. At finna
meiningina við lívinum inni í sær sjálvum, ger tað ringt at niðurseta vóninar
um seg sjálvs, tí meiningin við lívi, er jú álvarsam á ein hátt, ikki so
?
“Vit kunnu jú
eisni bara lata vera, ein setur jú sjálvur sítt ambitiónsniveau” segði ein
vinkona einaferð.
- Ná ja,
tað havi eg jú eisini frælsi til at stýra sjálv, áh for fanin, hava vit nú
eisini valdi yvir øllum hesum knøttinum, og hvør tekur yvir, tá ið vit nú
einaferð fáa brúk fyri ein lítlan stegg ? Er eingin í vil styðja
uppundir við sínum feita fingri, og trýsta á knøttarnar, tá ið eg ella tú
ikki orka meir ?
Fríggjakvøld nú
og tá, fáa nógv ung Føroya Bjór til at trýsta á knøttarnar fyri seg. Tá slíta
tey seg leys, og kobla seg frá tí konstanta præstatiónstrýstinum. Vit fáa í
heilum at vita, at vit hava fríheit - frælsi, og orði er brúkt sum best ber til
; frítíð, talufrælsi, frælsi sex, frískúla, savningarfrælsi, frílyntur og
frælsan marknaðarbúskap.
Halleluja, hetta
ljóðar alt sera feitt, men ger okkara yvirdosis av frælsi ikki tað, at vit
missi meiningina við tí heila? Sjálvt tá vit gera av, ikki at vera fitt og blíð
móti hvørjum ørum, hava vit eina fríheit til at gera tað vit nú einaferð gera.
Hvat havi eg so frælsi til ? At broyta og tillaga mítt lív eftir vón
samfelagsins ella eftir mína egnu ? Verður tann óendaliga mongdin av frælsi
ikki heldur kvælandi enn førandi ?
Eg eri so troytt,
av at hava eina so stóra ábyrgd yvir alt mitt lív, og konstant verða bevíst um
tað. Og eg eri bangin, heilt inn til beinagrindina, fyri hvat hevði hent, um eg
ikki megnaði hesa uppgávu. Kanska havi eg ikki fingið nóg nógvir brestar yvir
fingranir, til at kunna konstatera : “That’s life”. Ella kanska eri eg nettupp
ov ung, at eg ikki tími at koma til sættis við parole’ina “That’s life”, tá ið
tingini sýnast at verða úti av proportión. Kanska er tað eg royni at siga, er
at tað hevði veri sera deiligt at fingið frið frá øllum hesum frælsinum– bara eina
lítla, lítla løtu, ini mini ?
Um tygum vilja
vera vinarligur og trýsta á knøttin Hr. Feiti fingur, takk ?
Eg vil tó takka nógvum fólkum, eg vil takka øllum.
Ummie und abbie, tit eru mær ein gáva. Marta, tú er stravin, men tó ert tú mær so kær. Tú lítli skrellimaður í gulum klæðum, tú gert mítt lív eitt vet lættari. Tú landsstýrismaður, tú fart ov nógva løn. Fittu kringvarpfólk geri orduligar sendingar í fólk tíma. Elis, tú ert fittur, men vælsignaði finn eina æðra replik enn "upp á tá". Sjúrður Højgaard, vit bæði eru als ikki samd í nøkrum, men tað er eisini okey. LBGT, gott arbeiði. Miðflokks fólk, tit eru fantastiskar eldsálir, men eg hati tykkara politik og hugsjónir. ALS, skrí ella ger tykkara arbeiði orduligt. Bláði krossur, eg elski tykkum. Og Reyði krossur og Iktus við, eg fari ikki falit undir tykkara lið. Sirkus, tú ert eitt so deiligt stað. Hanus G Johansen, tú syngur einastandandi. Tú Regin, eigari av Bakka, takk fyri góðan laks. Tú fitti dani og kassamaður í endunýtsluhandlinum, takk fyri tú ert so fittur og blíður.
Eitt órudd og sodavatn.
06. Februar 2013 - Anny
Eg kann líka so gott siga tað beinavegin ; hetta verður eitt stórst órudd. Vánaligt skriva, óloystandi, og óskiljandi. Og ja, kanska fultstendiga irrelevant. Tí eg veit ikki heilt, hvat eg vil siga, vísa, gera ella stilla upp. Men eg havi heimsins bestu tíð at skriva, og eg vil skriva okkurt her og nú.
Meðan summi skúgva heimin, skúgvi eg songina inn í kamarshornið, inni í heimsinshorn, leggji meg niður og arbeiði. Eg havi funni út av, at tað er best á hendan hátt, at liggja niðri og hugsa, hugsa um alt, hugsa um onki. Og so kann eg fáa mær ein blund, um eg havi brúk fyri tí. Kanska hongur tað eisini saman við, at tað er júst her, eg lati mínar tankar samla seg, um kvøldi. Og tá ið tað gongur so gott, ja so er tað eisini blivin loysnin um dagin. (Tá ið samanum kemur, hugsi eg eisini rímliga gott undir brúsuni, men tað hevur ikki eina serliga góða kombi við elektronik.) Vanliga hugsi eg eisini gott, tá ið eygu ella oyru míni eru í holt við eitt og annað. Tá sveimar mítt hugflog burtur og arbeiður. Knappliga havi eg fylgt við 3 sjónvarpsrøðum, drukki liturvís av kakakaffi (so eg kann halda lívi koyrandi, og fáa eyka energi, tað er syndarligt), eti tvær keks við ost, surfa oceanir av tumblr's og rýmt frá tíðini eitt stað í Runavík.
Mær hevur altíð dámt væl skriviborð og kontórir, tað sær so snotligt út. Men eg má sanna, at líka mikið hvat fyri eitt skriviborð eg seti meg við, ella hvussu eg innrætti mítt heim ella mítt verkstað, so endi eg alíkavæl altíð á seingina, liggjandi. And that's the thing. Tað er nógv stuttligari at "gera" eitt skriviborð, enn at arbeiða á tí. Eg vil so gjarna vera typan, sum fær mest frá hondini í einum kontóri við einum skriviborði. (Og eg havi nokk eisini svara ja til tað í einum kvinniblaði.) Tað kennist so orduligt. Men sodan eri eg bara ikki.
Eg veit ikki heilt hví, og tað er heldur ikki tann størsti trupuleikin, hetta er als ikki ein trupuleiki, mest eitt lítið grenj, eitt grenj um Anny tak teg nú for helviti saman, og fáa hatta høvdi upp frá púduni.
Vit høvdu altíð sodavatn niðri í abbasa kontóri. Eg brúkti óteljandi nógvar tímar har niðri, hugdi eftir gomlum myndum frá tá ið omma var á húsarhaldsskúla í Danmark, og tá ið abbi ferðast í Grønlandi. Tað var mær so áhugarvert, eg hugsaði mangan "Áh Gud, heimurin er broyttur nógv". Har var so nógv tingel tangel, so nógv dims og kærleiks brøv abbi sendi til ommu tá ið hann var burtur í 1 ár í trekk, tíanverri dugdi eg ikki at lesa tá. Har var sera órudduligt, og eitt gamal sjónvarp stóð á gólvinum, har hugdi eg eftir Grease nonstop, umaftur og umaftur. Kanska er tað har mín stóra bergtøka av 50'ini kemur frá. Eg elski handan filmin, og sang og dansaði til allar sanginir. Og kanska er tað tí eg trívist best í óruddi.
Tíðin sum fór men ongantíð kom
06. Februar 2013 - Una
Kennir tú tað, tá tú hevur so nógv at gera, at tú einki gert? Daganir fara framvið, og einki hendir. Einki sum helst. Einki í ongum. Gerandisdagurin er frystur fastur og koyrir sum ein skøva fløga. Upp, skúla, heim, sova, skúlating, eta, sova - og so umaftur og umaftur og umaftur. Eingin tíð er til yvirs til alt, sum eg kundi ynskt mær at gjørt.
Eg eri orkuleys
Eingin orka er til
Eg liggi í tíðini, og dagarnir flúgva framvið meg. Eg fái ikki reist meg. Líka hvussu eg royni at skunda mær, renna vísarinir á klokkuni skjótari. Eg klári ikki at fylgja við. Eg standi eftir við uppgávum upp um hálsin og ongari tíð. Hvat er at gera?
Einki. Eg fái einki gjørt; fái ikki flutt meg.
Eg eri runnin til stein.
Sum at bíða eftir Godot. Tíðin sum fór, men ongantíð kom.
Eg eri orkuleys
Eingin orka er til
Eg liggi í tíðini, og dagarnir flúgva framvið meg. Eg fái ikki reist meg. Líka hvussu eg royni at skunda mær, renna vísarinir á klokkuni skjótari. Eg klári ikki at fylgja við. Eg standi eftir við uppgávum upp um hálsin og ongari tíð. Hvat er at gera?
Einki. Eg fái einki gjørt; fái ikki flutt meg.
Eg eri runnin til stein.
Sum at bíða eftir Godot. Tíðin sum fór, men ongantíð kom.
Ja til narkotika í føroyskar rúsur
03. Februar 2013 - Anny
Eg læs blogguna hjá Niels Una Dam, um stóra rúsevnismálið (Sí skrivi omanfyri myndina). Eg má taka undir tí hann skrivar, hann fekk meg at hugsa gjølla, og alt í alt haldi eg, eg eri samd í tí hann sigur og meinar, um hetta mál. Eg havi veri sera ivandi, og eri tað eitt sindur enn, tí onkurvegna, so haldi eg tað bert skal gerast lóvligt til læknabrúk. Mín meining um tað er, at í staðin fyri at "dope'a" einum sjúklingi við nógvum pínudoyvandi heilivági, ið gera sjúklinginum meira tunglyntan og sáran, enn hvat hann/hon er frammanundan, so heldur geva honum eina feita, sum far hann at stressa av. Og so líka miki hvussu nógv vit vilja avnokta hesari rúsu, so er hon í grundini vanilja ímøti rúsdrekka, ið beinleiðis er gift fyri kroppin, og tað kulka vit í okkum sum onki. Um vit bert roykja tað reint og grønt, so síggi eg onga meining í at hetta skal verða kriminelt.
hetta er tað sum Niels Uni skrivaði ( Sí upprunligu blogguna HER )
”Stóra
Rúsevnismálið” hevur fylt nógv í miðlunum seinastu tíðina. Ein kvinna og ein
maður eru dømd fyri sín leiklut í rúsevnissøluni í Føroyum. Hetta er ikki
fyrstu ferð, at ein av teimum, ið standa aftan fyri søluna av rúsevnum í
Føroyum verður tikin, og tað hevur higartil verið so, at maður kemur í mans
stað, og soleiðis verður eisini hesaferð. Her er talan um útboð og
eftirspurning. Eg havi skilt, at seinast fór prísurin av hasji eitt vet upp, og
í eitt stutt tíðarskeið var trupult at fáa hasj. Men síðan gjørdist aftur
gerandisdagur.
Eg havi
frætt úr Føroyum, at nú eina løtu hevði verið trupult at fingið fatur á hasj,
ístaðin fær man boðið harðari stoffir, tí av teimum er ivaleyst. Javel, sigi eg
bara, tað var ein sannur fongur fyri samfelagið!
Nei, kríggi
móti rúsevnum er tapt, ja, tað var tapt, áðrenn tað byrjaði.
Í bók síni
High Society skrivar bretski rithøvundurin Ben Elton, at rúsevnir eru alt ov
álvarslig til, at vit kunnu lata brotsmenn taka sær av søluni. Tí er einasta
loysn at gera øll rúsevnir lóglig, og selja tey undir skipaðum umstøðum,
skrivar hann. Sambært Elton hava 90% av øllum brotsverkum á onkran hátt hevur
tilknýti til rúsevnir. Hesi brotsverk eru til vanda fyri okkum øll. Við at
selja øll rúsevnir undir skipaðum viðurskiftum, taka vit burtur sjálvt
grundarlagið fyri hesum brotsverkum.
Í staðin
fyri at spilla tíð og orku uppá at jagstra hasj og narkotikasølumenn, áttu vit
at tikið teirra lívsgrundarlag burtur og selt vørðuna í Rúsuni.
Hvat heldur tú um hetta ?
Eg veit ikki, um eg trúgvi uppá nakað eftir deyðan. Eg haldi ikki. Tá tú doyrt, ert tú deyður. Eitt minni í tonkunum. Ein líkasæl sál. Einki meira enn tað.
Sjálvandi, tankin um lív eftir deyðan er hugaligari enn einki. Ein eyka kjans til lívið. Men er eitt lív ikki nóg mikið? Jú, um ein veruliga livir lívið út, er tað (meira) enn nokk. At liva lívið út, merkir at gera alt, sum tú ynskir, við lívið. Ger tú tað, sum tú vilt, og lat hini gera tað, tey vilja. So skulu vit nokk klára tað. Og um ikki, so finna vit bara útav onkrum.
Eingin veit, nær seinasta løta teirra er komin. Tað kann vera um 50 ár, tað kann vera í næstu viku, og tað kann vera um fáar minuttir. Tað er ikki til at vita. Ivin nývir okkum, og vit royna at skapa ein nýggjan veruleika. Fyri at kenna okkum trygg. Men eg verði ikki tryggari við tankan um æviga lívið. Hvat um mær ikki dámar at vera har, vit enn enda? Skal eg so bara liva víðari við tí í allar ævir? Og øll fólkini, eg helt, eg endiliga slapp av við - verða tey so eisini har? Feitt nokk.
Men hey - framtíðin er og verður framtíðin. Tú mást steðga á. Njót vakurleikan meðan tú enn hevur møguleikan. Áðrenn hjartað steðgar, og tú letur eyguni aftur í æviga myrkrið. Góðanátt.
Sjálvandi, tankin um lív eftir deyðan er hugaligari enn einki. Ein eyka kjans til lívið. Men er eitt lív ikki nóg mikið? Jú, um ein veruliga livir lívið út, er tað (meira) enn nokk. At liva lívið út, merkir at gera alt, sum tú ynskir, við lívið. Ger tú tað, sum tú vilt, og lat hini gera tað, tey vilja. So skulu vit nokk klára tað. Og um ikki, so finna vit bara útav onkrum.
Eingin veit, nær seinasta løta teirra er komin. Tað kann vera um 50 ár, tað kann vera í næstu viku, og tað kann vera um fáar minuttir. Tað er ikki til at vita. Ivin nývir okkum, og vit royna at skapa ein nýggjan veruleika. Fyri at kenna okkum trygg. Men eg verði ikki tryggari við tankan um æviga lívið. Hvat um mær ikki dámar at vera har, vit enn enda? Skal eg so bara liva víðari við tí í allar ævir? Og øll fólkini, eg helt, eg endiliga slapp av við - verða tey so eisini har? Feitt nokk.
Men hey - framtíðin er og verður framtíðin. Tú mást steðga á. Njót vakurleikan meðan tú enn hevur møguleikan. Áðrenn hjartað steðgar, og tú letur eyguni aftur í æviga myrkrið. Góðanátt.
Kirkjan er bling-bling
26. Februar 2013 - Una
Stórar, flottar kirkjur prýddar við dýrum málningum, gulli og ljósakrúnum. Soleiðis kenna vit kirkjuna, og soleiðis hevur hon altíð verið í okkara tíð og langt áðrenn tað eisini. Men er hetta rætt?
Tað er nógv, sum ikki verður fylt nágreiniliga eftir bíbliuni, sjálvt av teimum heilt religiøsu. Var tað ikki okkurt við, at ein ikki eigur at klippa hárið? Og hitt, við materialismu, hvussu var við tí?
"Vilt tú vera fullkomin, tá far og sel alla ogn tína og gev teimum fátaku, og tú skalt eiga dýran grip í himli; og kom so og fylg mær!" segði Jesus (Matt. kap. 20, vers 21).
Hava prestar (og kirkjufólk í heila tyki) gloymt hesa linju? Finn mær ein prest, sum fylgir hesum til fulnar. Eingin, hm? Teir vilja sjálvsagt ikki av við sína góðu løn og sín idylliska prestagarð. Hví skuldu teir eisini tað í hesum konservativa landi? Alt er, sum tað altíð hevur verið, og fer altíð at vera tað. Uttan so at vit gera okkurt við tað nú.
Trúgv eigur ikki at vera tengd at vøkrum gull bygningum. Sjálvandi, tað er "hús Harrans". Men kann Guðs hús ikki eins væl vera ein bóndagarður? Ella ein fitt, lítil smátta? Kirkjan eigur ikki at vera materalistisk, so tí átti hetta ikki at verið veruleikin. Gevið heldur teimum, ið veruliga tørva peningi og hjálp, enn at byggja óneyðuga stórar og vakrar bygningar. Tað er meira enn tað, ið møtir eyganum - ikki so?
Ein heili, ein óavkoblaður heili.
22. Februar 2013 - Anny
Ein dagin hugsaði eg "eg eri sera heppin at liva í 21'old". Syndarligt er tó hvussu stóran týdning altónin hevur at gerandisdeginum, og hvussu tóm eg kenni meg uttan, sum eri eg umskorin frá umheiminum ella okkurt í er verri, men sodan er, nú vit skriva okkum inn í 2013. Ringt er at siga, hvat eg hevði valt fram um telduna, so eg setti meg niður at hugsa eina góða løtu um tað. Kaaabaang banana voodoo hoodoo, onki. Eg royndi at yvirtala meg sjálvan og siga okkurt meira fitt, sum t.d eina mynd av familjuni, onkra gamla vinyl plátu ella eitt armband, men eg fann skjótt út av at eg ikki gjørdi annað enn at lúgva, eg leyg so tungan var svørt og skitin. Teldan er svari, og tað er lort... 7 dagar uttan teldu, hevði eg klára tað ? Neyvan, aldrin í lívinum. Men áhugarvert hevði verið og roynt.
Tó er tað eitt sindur ógjørligt at kasta seg út í tí støðuna, alt fyrigongur seg á hetta undri av elektonikkið, øll skúlatingini skulu gerast á telduni. So kanska 7 dagar uttan eitt klik inn á alnótini hevði verið meira relevant. Men tað klári eg nú aldrin alíkavæl. Hvat hava tey gjørt áðrenn alnótin var lívsins svar uppá allir truplar trupuleikar ? Tosaðu, samskiftust andlit til andlits. Tað ljóðar gott. Ein missur totalt energi og kreativitión av at sita og hanga framman fyri ein skerm 24-7. Men nú er tað slutt, kreativa Anny here she come!
Alright ja, eg royndi meg ein dag uttan, men tað gekk umleið 6 tímar, so rópti og geylaði facebook, og plágaði meg til at tjekka hvussu status var inni á tí sosiala netmynstrinum. Shiet mææn, so var tann royndin av. Tó kann alt á facebook verða líka mikið, eg havi als ikki áhuga í um nakar hevur eti rastkjøt, ella um onkur hevur veri saman í ein mána, og ikki at tosa um øll tey upp fokkaðu facerape'ini. Eingin kann verða sikkur í um tað er ein sonn ella ósonn kelda. Men tó er tað fangandi og eisini ein genialur miðil til øll fólk.
Eg kókaði ketilin og fekk mær ein heitan kop tea, setti meg niður við eina bók og lat hugflogi flákra. Eg kom fram til feit hugskot, og nú klárar heilin ikki ordliga at kobla av. Eg haldi eg fari at fylgja streyminum á Fjøllini Dansa, og lata lokkarnar detta, av við hárinum nú skal tað festast. Tann svarta varrastiftin skal yvirbrúkast og creppers JA TAKK !!
Subscribe to:
Posts (Atom)