Gev mær ein andadrátt
11. juni 2013 - Una
Higartil er vegurin blivin asfalteraður allan vegin fyri okkum. Men nú er asfaltið uppi. Nú mugu vit sjálvi blandað tilfarð og leggja til rættis. Vit gera okkum öll hvör sín síðuveg, hvör í sína ætt; onkrir leiðast kanska eitt strekki. Onkrar buglur koma ivaleyst í vegin, men tær slætta vit bara aftur við einari stórari trumlu. Vit royna sum best at koma á röttu leiðina aftur, og hetta eydnast al oftast. Góða eydnu.
Öll orka er sogin úr mær, og eg dugi ikki at ganga longur. Kom og gerið einki. Bara í eina lítla løtu. Bíða eftir öllum. Bíða eftir ongum. Alt og einki í senn.
gev mær ein andadrátt
at anda
gev mær eitt fótafet
attraðka
gev mær ein klump
at svölgja
gev mær eina nátt
at steðga
at hvíla í friði
No comments:
Post a Comment