Ein heili, ein óavkoblaður heili. 
22. Februar 2013 - Anny


Ein dagin hugsaði eg "eg eri sera heppin at liva í 21'old". Syndarligt er tó hvussu stóran týdning altónin hevur at gerandisdeginum, og hvussu tóm eg kenni meg uttan, sum eri eg umskorin frá umheiminum ella okkurt í er verri, men sodan er, nú vit skriva okkum inn í 2013. Ringt er at siga, hvat eg hevði valt fram um telduna, so eg setti meg niður at hugsa eina góða løtu um tað. Kaaabaang banana voodoo hoodoo, onki. Eg royndi at yvirtala meg sjálvan og siga okkurt meira fitt, sum t.d eina mynd av familjuni, onkra gamla vinyl plátu ella eitt armband, men eg fann skjótt út av at eg ikki gjørdi annað enn at lúgva, eg leyg so tungan var svørt og skitin. Teldan er svari, og tað er lort... 7 dagar uttan teldu, hevði eg klára tað ? Neyvan, aldrin í lívinum. Men áhugarvert hevði verið og roynt. 
Tó er tað eitt sindur ógjørligt at kasta seg út í tí støðuna, alt fyrigongur seg á hetta undri av elektonikkið, øll skúlatingini skulu gerast á telduni. So kanska 7 dagar uttan eitt klik inn á alnótini hevði verið meira relevant. Men tað klári eg nú aldrin alíkavæl. Hvat hava tey gjørt áðrenn alnótin var lívsins svar uppá allir truplar trupuleikar ? Tosaðu, samskiftust andlit til andlits. Tað ljóðar gott. Ein missur totalt energi og kreativitión av at sita og hanga framman fyri ein skerm 24-7. Men nú er tað slutt, kreativa Anny here she come!
Alright ja, eg royndi meg ein dag uttan, men tað gekk umleið 6 tímar, so rópti og geylaði facebook, og plágaði meg til at tjekka hvussu status var inni á tí sosiala netmynstrinum. Shiet mææn, so var tann royndin av. Tó kann alt á facebook verða líka mikið, eg havi als ikki áhuga í um nakar hevur eti rastkjøt, ella um onkur hevur veri saman í ein mána, og ikki at tosa um øll tey upp fokkaðu facerape'ini. Eingin kann verða sikkur í um tað er ein sonn ella ósonn kelda. Men tó er tað fangandi og eisini ein genialur miðil til øll fólk.
Eg kókaði ketilin og  fekk mær ein heitan kop tea, setti meg niður við eina bók og lat hugflogi flákra. Eg kom fram til feit hugskot, og nú klárar heilin ikki ordliga at kobla av. Eg haldi eg fari at fylgja streyminum á Fjøllini Dansa, og lata lokkarnar detta, av við hárinum nú skal tað festast. Tann svarta varrastiftin skal yvirbrúkast og creppers JA TAKK !! 

No comments:

Post a Comment