Showing posts with label Markus. Show all posts
Showing posts with label Markus. Show all posts
16.NOV.13 - markus

ljósglæman


í tunnilsmunnanum mól mín andi
flákrandi hvarv hann í myrkrið
sum rímfrost á várslandi
hvarv mín andi í sorgarmyrkrið

eg bað fyri náði
óendaligt dvørgamál hoyrdist
og tá regngrái dagurin kom
dynjandi við bresti
skein ljósglæman gjøgnum svartasta skýggið

regngrái dagurin er gomul tilvera
bert lívsjáttandi aldur eru
nú tú fevnir meg, tokkin!
8.OKT.13 - MARKUS

JET PLANES, ISLANDS, TIGERS ON A GOLD LEASH

Ella Maria Lani Yelich-Connor ella Lorde úr Nýsæland er bert 16 ára gomul, men stórhittar longu í fleiri londum við løgunum Royals og Tennis Court. Eisini er hon fyrsti einsangari úr Nýsælandi, ið eigur eitt 'nr. 1' lag í USA. Hoyr Royals niðanfyri.

19.AUG.13 - MARKUS
Nú er eitt brannýtt skúlaár byrjað, og fleiri ungdómar hava nakað heilt serligt at gleða seg til. Hetta skúlaárið hevur nevniliga størsta talið av nýggjum næmingum, ið byrja á studentaskúlunum kring landið. Sum fyrrverandi 'smølfur,' havi eg skrivað nøkur ráð til tykkum, ið eru byrjað og kanska ivast í, um tit fara at klára tykkum í nýggju umstøðunum. 

Ver fyrireikað/ur
Studentaskúlin hevur sera nógvar avbjóðingar, og tað er snilt, um tú roynir at fyrireika teg mest møguligt til tað, sum skúlin hevur at bjóða. Ver varug/ur við, at avbjóðingarnar krevja, at ein er álvarsamur. Munurin á fólkaskúlanum og studentaskúlanum er sera stórur, og í studentaskúlanum upplivir mann, at mann hevur sjálv/ur allarstørstu ábyrgd fyri síni útbúgving. Do yourself a favor: FYLG VIÐ! Ver eisini fyrireikað/ur uppá at keypa nógvar bøkur og annað tilfar (tó fáa næmingar møguleikan at søkja um stuðul eftir nakrar dagar). Royn at spyrja systkin, vinir ella onkran annan, um tey hava onkra bók, sum tú skal nýta. 

Ver fródlig/ur
Samskifti er týdningarmikið, og tað er altíð fyrimunarligt at tora at koma við viðmerkingum, spurningum, meiningum og øllum øðrum. Samskifti stimbrar læruna, og samstundis lærir tú eisini heilt nýggj fólk at kenna. Eisini er gott at minnast til at lurta, og ikki bara tosa sjálv/ur. 

Ver víðskygd/ur
Hugsa tær, kanska verður kjak um okkurt evni, sum fullkomiliga trívur teg, sum tú kanska ikki hevur havt áhuga fyri áður. Sum eg nevndi, hevur studentaskúlin nógv at bjóða; tá er gott at royna at vera víðskygd/ur, hava tol til at granska fleiri arbeiðsevni og rannsaka avbjóðingarnar, ið skúlin hevur at bjóða, og sum hevur. Studentaskúlatíðin er eitt stórt, og kanska títt størsta menningarstig. 

Ver stuttlig/ur!
Lívið sum studentaskúlanæmingur snýr seg ikki bara um setningar, rapportir, stílar og alt annað... nei, inn í millum er tað fantastiskt, um tú ella ein floksfelagi skipaði fyri einum floksballi. Eg haldi, at næstan øll kunnu vera samd um, at eitt stuttligt kvøld við flokkinum styrkir samanhaldið í flokkinum! Eitt annað, ið ein kann gleða seg til, eru skúlaveitslurnar, sum verða hildnar antin eina ella tvær ferðir um árið. Hugna tær, hav tað stuttligt! Til tíðir er tað heilt perfekt!

Enn einaferð, fylg við!
Hatta man vera mítt allarstørsta ráð. Tá tú ert í skúla, fylg við og lær eitt sindur! Tað er nevniliga tí, tú valdi at fara á studentaskúla, ikki so? 

Havið eitt gott skúlaár 2013-2014, øll somul.



Stachel
08. august 2013 - Markus & Una



REDISTRIBUTION of all photos ONLY with mentioning the original source: ©Petur Markus Josenius Hammer & Una Nielsdóttir Galán, Fjøllini Dansa 



Ung listakvinna er ólavsøkuframsýnari
27. juli 2013 - Markus 

Árliga ólavsøkuframsýningin í Listasavni Føroya letur upp ólavsøkuaftan, og í ár fær 18 ára gamla Elisabet Maria Pálsdóttir úr Syðrugøtu møguleikan at vísa fram hennara listaverk. "At mála ella at tekna er mín máti at vísa mínar kenslur uppá. Ein tekning/málningur er sum ein dagbók; tær innastu kenslurnar koma á pappírið," sigur hon í samrøðu við okkum.

Nær byrjaði tú at mála?
- Eg havi altíð, sum eg minnist, dámað væl at tekna og mála. Eg minnist, at eg málaði mín fyrsta málning sum 7 ára gomul.

Hví dámar tær tað so væl?
- At mála ella at tekna er mín máti at vísa mínar kenslur uppá. Ein tekning/málningur er sum ein dagbók; tær innastu kenslurnar koma á pappírið.

Hvaðani kemur íblásturin?
- Tað er ofta, at eg slett ikki havi hug at seta meg at mála ella at tekna, men so eru tað tíðir, har eg ikki kann fáa nokk av tí. Eg fái íblástur frá øðrum listamálarum, ofta frá tónleiki.

Hvussu er tað at hava ólavsøkuframsýning, og vónar tú, at hesin møguleikin kann føra teg víðari sum listakvinna?
Eg eri ógvuliga glað fyri, at eg fekk møguleikan at vera við til ólavsøkuframsýningina. Eg gleði meg at síggja framsýningina, og hvat hini hava at bjóða, tí at síggja listina hjá øðrum gevur mær íblástur.


Ólavsøkuframsýningin 2013 - Føroyingar, ið her nú koma saman letur upp ólavsøkuaftan í Listasavni Føroya, har Elisabet Maria Pálsdóttir, Dennis Agerblad, Hansina Iversen, Steinprent og fleiri onnur eru framsýnarar. Kurator er Kinna Poulsen. Les meira um framsýningina her.



Festival íblástur og pakkilisti
01.  juli 2013 - Markus & Una

Tað er ikki altíð lætt at vita, hvat ein fer at hava törv á, tá ein skal pakka til fleiri dagar. Tískil hava vit funnið okkum klædna íblástur og gjört okkum ein pakkilista, so vit fáa alt, okkum fer at nýtast, við. Heldur hava okkurt ov nógv við og ikki brúka tað, enn at hava brúk fyri onkrum og ikki hava tað, ikki so?

Fesival look #2

Festival look #1

Festival look #3

Festival look #4

Festival look #5

Festival look #6


Ein ógvuliga hentur lutur í regni er plastikk posar. Hetta kunnu vera smáir posar at verja tína telefon, myndatól o.l. ella stórir posar at verja tíni klæðir og annað, tú ynskir at halda turt. Svartir skrellisekkir kunnu eisini lættliga gerast til eitt regnslag, um ikki tú hevur eitt við.

Vatntættir skógvar ella gummistilvar eru eitt must! Tað er sera umráðandi at ansa eftir fótum sínum. Um tínar fötur eru dýggjvátar ov leingi, kanst tú gerast sjúkur og gera títt annars feita vikuskiftið heldur keðiligt. Skift skógvar og sokkar við jövnum millumbilum fyri at sleppa undan tí.

Legg eina pressending undir tjaldið, tá tú setur tað upp, fyri at skýggja at grundvatn ikki seyrar upp í botnin. Um pressendingin stingur longur undan enn teltið, falda so endarnar undir (mótið lendinum), so pressendingin ikki gerst eitt stað, har væta samlast. Legg síðani eina pressending yvir tjaldið fyri at verja ímóti regni og syrg fyri at festa hana ordiliga. Smart, ha?

Regn og ringt veður kann fáa teg í ringt lag, men bert um tú loyvir tí! Dansa í regninum og ver glaður, tí tú kanst ikki stýra veðrinum, men tú kanst gera eina roynd, at ikki lata veðrið stýra tær!






See you on a dark night
23.  juni 2013 - Markus
Claire Boucher ella Grimes er ein 25 ára gomul kanadisk songkvinna. Tónleikur hennara er ikki lættur at lýsa og inniheldur ein sjáldsaman dám, sum summi hava sagt minnir um tónleikin hjá Björk og Enya. Grimes nýtir sum oftast klaver og synthesizer, og eitt serligt eyðkenni man vera, at hon ofta nýtir fleiri løg av røddum (nakrir sangir innihalda yvir 50 løg), og hetta skapar eitt yvirjarðligt ljóð. Seinasta fløgan eitur Visions, ið kom út í fjør. Kendastu sangir hennara munnu vera Genesis og Oblivion. Hoyr sangin Genesis niðanfyri og síggj videolagið, ið fylgir við. 





Ferðahugur
10. juni 2013 -  Markus



hví verða sitandi í ov langa tíð
tá vit hava ein stóran og dularfullan umheim?
kom við mær, mín vágamikli vinur
á eitt ævintýrkent sveim

vetrarblómur á Kaffeklubben
og kea fuglar í Aoraki
eitt kuldabitið land
turkur og gripar í Nevada
ættbólkar í Katanga
síggj hendan heita sand

heimkoman verður altíð góð
og vit verða tvær frælsar sálir
ferðahugurin økist
kom við mær, vinurin

Petur Markus Josenius Hammer



"Manorexia"
4. mai 2013 - Markus

svøltur og kuldi
ilska og hiti
sveittin merkist í kuldanum
tár og einsemi
tungur andadráttur
beinini síggjast í holdinum

hann kennir seg einsamallan
hóast hann ikki er
tær eru mangar í tali
men teir eru eisini her

Petur Markus Josenius Hammer



Don't drink the Kool Aid
27.  apríl 2013 - Markus 

Natalia Kills (f. Natalia Noemi Keery-Fisher 15. august 1986) er songkvinna úr Bradford, Onglandi. Hon hevur verið virkin síðan 1995, tá hon byrjaði sum sjónleikari í sendingini New Voices. Sum 14 ára gomul byrjaði hon at skriva sangir, og í 2010 varð hon eitt nýbrot í bretska tónleikaumhvørvinum, tá hon gav fyrstu fløguna Perfectionist út. Hóast tónleikur hennara ikki fór beinleiðis á hittlistan, gjørdist hon eyðkend fyri hennara stíl og list.

Kills syngur ofta sangir, sum innihalda myrk og døpur evni, sum eisini verða víst, tá hon ger sjónbond til teir. Eitt nú hevur hon sungið um at drepa sjeikin, tí hon er ólukkulig og forelskað í einum øðrum manni, í sanginum Kill My Boyfriend (sum hevur eitt sindur jaligt og festligt klaverspæl, sum ger sangin ekstra ironiskan og kyniskan). Í ár kemur ein nýggj fløga, Trouble, og ein sangur, sum er við á fløguni, er Controversy. Controversy, sum merkir trætumál á føroyskum, er sangur um alskyns trætumál, sum verða bert nevnd í ørindunum, og í niðurlagnum syngur og endurtekur hon: “Drink the Kool Aid (don’t drink the Kool Aid),” sum er ein amerikonsk myndbering. Nøkur evni, sum hon nevnir, eru skøkjulevnað, rúsevni, Molly (sum er slang fyri ecstasy, men tað kann eisini sigast, um eina gentu, sum tímir væl at fara í ball), dyrkan av onkrum ávísum, sex, cotton mouth (sum vísur á turkin í munninum, eftir at hava roykt hassj) m.a. Hoyr sangin niðanfyri:




Handan Fjøllini Dansa - Markus
09.  Apríl 2013 - Markus


Eg varð føddur 9. oktober 1995 og doyptur Petur Markus Hammer, tó fekk eg mær eisini millumnavnið Josenius í 2009, sum er gentu- ella ættarnavnið hjá mammu míni. Eg eri bert ein vanligur føroyskur tannáringur, sum er spurin um lívið; nær byrji eg veruliga at liva? Eri eg longu byrjaður? Og hvat fari eg at halda, tá endin er mær nær? Hóast eg ofta hugsi slíkar hugsanir, royni eg mítt besta at liva í løtuni. Carpe diem, sum summi siga.

Í løtuni búgvi eg í Hoyvík og eri studentaskúlanæmingur í Hoydølum. Eg havi fleiri áhugamál, sum málfrøði, málvísindi, myndatøka, synging, samfelagsfrøði, politikkur, leiklist, matgerð o.a. Framtíðin er óvís, tó ætli eg mær at ferðast kring heim okkara, síggja og uppliva tær fjølbroyttu mentanirnar, sum vit eru so rík við. Eg vil ferðast til allar sjey heimspartarnar (higartil havi eg verið í Evropa (surprise surprise) og ein lítlan part av Ásia). Tann størsti dreymurin er at vitja Grønland, har eg eri ættaður.
Tað gekk øgiliga skjótt fyri seg, tá ið eg gjørdist limur av Fjøllini Dansa. Upprunaliga var ætlanin, at mítt ‘limaskap’ var ein partur av einum ‘apríl apríl bragdi’, men so varð eg spurdur, um eg veruliga vildi gerast limur, og sjálvandi játtaði eg. Fjøllini Dansa er jú, eftir mínari meining, ein sera tíðarbær og spennandi ungdómsblogga, og eg vil fegin hjálpa til, við at fáa ungdómsins orð út í heimin.

Tilvildarlig facts: Mær dámar væl at tyggja tyggigummi, tað kann bæði vera avslappandi og fáa meg at hugsa. Eg eri MEGA bundin av sjokulátu, tað havi eg altíð verið, eg elski sjokulátu! Eg sigi ‘mega’ rættiliga nógv. Eg elski summar og tiltøkini, ið verða hildin um summartíðina, sum G! og Ólavsøka, og at fara á fjall tá. Mær dámar væl pilates. Eg vænti, at eg ikki fari at duga væl at koyra bil, men tað fái eg so at síggja, tá tann tíðin kemur í heyst. Believe in yourself, Markus! Í skúlanum dámar mær best málsligar lærugreinar og landalæru. Eg havi trypofobi (og fekk sjúkt gásarhold, tá eg googlaði hetta fobiið.)

Eg spurdi eina vinkonu, um hon tímdi at lýsa meg, og hetta er tað, hon kom við: “Tín humor er eitt tað fyrsta ein leggur til merkis, tú ert stuttligari enn nakar á jørðini, um mann skilur tín humor. ‘Yolo’ er kinda títt motto. Tú hevur góðan klædnastíl, ja, góðan smag, tá tað kemur til klæðir. Tú ert ikki ofta seriøsur, men tá tú ert seriøsur og tú, til dømis, skalt skriva eina uppgávu, so er hon heilt forbankað væl orðað. Tú ert nokk so chill og virkar nokk so ''fríður'', altso, tá vit hava nógvar lektiur, so sigur tú bara ‘nobody's perfect...’ hjálpsamur! Hvat meira skal eg siga... lýsing við einum orði – cool! Tú ert sjálvandi eisini lekkur og fittur og ein sannur vinur!” Eg sigi bara: “Aww, mushy!”

Mítt navn er Petur Markus Josenius Hammer, og eg fari at enda við at skriva mítt yndissitat, sum er einkult, men umráðandi.

"If you are going through hell, keep going." - Winston Churchill