25.auf.13 - Una
Eg siti væl inballað í fjálgu dýnuni á songini og lurti eftir vindinum, meðan ein dokomentarsending koyrir í sjónvarpinum, og á borðinum stendur ein koppur við heitum kakao. Angin av duftljósum fyllir rúmið, og lagið er heldur linligt. Post-floksball og ein rættur sunnudagur. Akkurát sum ordiligt.
Og so koma tankarnir um alt, sum eg enn ikki havi gjørt, men átti at fingið gjørt. Skúlating, Fjøllini Dansa-ting og øll møgulig onnur Unu-ting. Huff.

Hvar bleiv summarið av? Tað er púra svakt, sum hendan garretandi villa ferian hevur gingið skjótt. Tað kennist, sum eru bert nakrar heilt fáar vikur eru farnar síðani seinastu próvtøkuna. Summarið fekk bein at renna á og rann framvið meg. Og við hesum veittra vit tí brátt farnu summarfrítíðini 2013 farvæl - tú verður saknað! Men eg veit ikki, tað er kanska ikki so heilt galið at verða byrjað aftur í skúlanum, síggja øll aftur og hava eina fasta rutinu... Áh fokk, who am I kidding?! Eg fari at sakna at vera uppi alla náttina og gera líkagyldig ting, sova út á middag og at eta døgurða til morgunmat. Eg fari at sakna allar summarkonsertirnar og festivalarnar. Eg fari at sakna ljósu kvøldini og fríska luktin av nýslignum grasi.

Men tú veitst, soleiðis er tað nú bara einaferð. Carpe diem, sum hannsjálvur segði.



No comments:

Post a Comment