Eg sálist
08.  Apríl 2013 - Anný




Áðrenn eg fari í holt við orduligu blogguna, vil eg vísa á nakrar myndir Emilja tók nú ein dagin. Eg haldi úrslitið vera so gott, so túsund takk fyri tað, tú ert ein star. 

Nú til "the real deal"
Nær góðtaka føroysku tingmenninir veruleikan, og hyggja burtur frá 2000 ára gomlu skriftinum, vit øll kenna so væl.  
Hvussu kann ein tingmaður siga hvat er rætt og skeivt, hvat sannur kærleiki er og hvat ikki er. Hvussu kann ein yvirhøvur definera kærleika, tað ber ikki til. Sum Alan Watts segði "Never pretend to a love,which you don't actually feel, for love isn't ours to command". 
Eg sálist av øllum hesum konservativa lortinum. 
Eg sálist av, at vit øll ikki hava somu rættindini. 
Eg sálist av, at vit menniskju skulu gera av, hvat er rætt fyri ein einstakan myndigan mann. Hví kunnu vit ikki bara elska hvønn annan fyri tað góða, og royna at síggja burtur frá tí onda. Lati okkum liva í friði. Vit skriva okkum jú inn í 2013, fólk mugu vakna upp frá dvalu síni.
Vit mugu geva pláss til ein hvønn mann.
Peace !

No comments:

Post a Comment