I have a VAGINA, thank God
Í apríl skrivaði eg blogguna My vagina is dressed (Les blogguna HER), bloggan snýr seg um donsku "Kussomaten" frá 2011. Stuttlig var hvussu nógva uppmerksomheit bloggan fekk, har imillum fekk eg eina viðmerking í hevur sett seg.
Viðmerking ljóðar soleiðis :
"Hey, kul at tú tekur hetta upp!
Men kanska tú manglar eitt sindur av sjálvransakan umkring hví tú heldur myndirnar vera `ljótar og vemmeligar`? Hvat er tað sum er ljótt og vemmeligt? Persónliga haldi eg tað er befríandi at síggja kvinnulig kynsorgan sum ikki eru stillaði estetiskt upp, men bara er avmyndaði júst sum tey síggja út (sum vel eisini var tankin handan verkætlanina). Og síðani lýsingarorðini sum tú heldur skulu umboða kvinnuliga kynið : fín, vøkur, feminin, individuel, veik og sárbar, hm? Eru tað hesi lýsingarorðini sum fáa teg at kenna teg sum eina sterka kvinnu? Hví skal kvinnan framstillast veik og sárbar?"
-Fín, vøkur, feminin, individuel, veik og sárbar. Hví veik og sárbar ?
Eg meini ikki bókstavuliga at vit kvinnur eru veikar og sárbarar, and thats it. Vit kunnu klára okkum eins og væl sum mótsattakyni. Eg haldi bara meira mær dámar hetta konsepti at kvinnur eru fittar, penar og síggja so sakleysar út. Sum í filminum frá 50'inum, Sjálvt um hatta ljóðar eitt sindur undarligt.
Eg vil tó taka hasi orðini í meg aftur, tí tá ið eg verðuliga hugsi, so er tað jú slettist ikki soleiðis eg hevði vilja onkur hevði lýst meg. Anný veik og sárbar. Nei fokk you. Sjálvandi ikki.
Eg vil vera sjálvstendig og klára meg sjálva.
Men hví eg haldi myndinar vera ljótar er nokk mest snobbaríð og óerfarinheit (um hatta er eitt orð). Eg dugi sera væl at fylgja tær í hesum, at tað er befríandi at tað ikki er so estetiskt sett upp. Men eg dugi bara ikki at síggja hvussu hasar myndinar kunnu vera við til at heiðra okkara neðra. Hvussu mær hevði dáma myndinar best er ein ringur spurningur, bara tað sá eitt pinku-lítið sindur meira innbjóðandi út.
Eg veit, at eg ikki svarði viðmerkinum heilt. Men all in one eri eg sera samd við tær loyndarfulli viðmerkari, tú fekk meg at hugsa meira gjølla um alt tað heila.

No comments:
Post a Comment