Frí frá frælsi
22. Mars 2013 - Anny
Tey tvey tingini,
ið eg eri allarmest bangin fyri, er at gerast einsom og at misseydnast við
royndum at broyta heimin, til tað betra.
Eg trúgvi, tað er
vanligt at hava tað soleiðis, men eg trúgvi, tað er í mínari generatión at tað
er komin ein týðiligur vøkstur av tí individuella trýstinum, sum er at
realisera seg, mest møguligt. Og hví tað ? Hvat hava vit, í mínari generatión,
verðuliga at vera ónøgd við ? Vit hava jú stórt frælsi til at skapa
lív okkara, júst sum vit vilja tað skal síggja út. Hvat er so trupuleikin
?
Tað er
einastandandi at vaksa upp í einari generatión, ið hevur allan heimin fyri
føturnar, takka fyrra mandslið, og teirra stríð fyri frælsi.
Men paradoksalt nokk trúgvi eg, at fólki var eydnusælari tá ið tíðini
okkurt var at stríðast fyri. Nútíðans hóttanir eru av nakað meira abstraktu
karakterum, so sum finans - og klimakreppur, terror, Aids og krabbamein, sum er
verrið at stríðast fyri. Eg trúgvi ikki heilt, at vit menniskju verða eydnusæl
við at kjempa fyri okkum sjálvi, meðan fingurin er so djúpt grivin niðri í
nalvanum, so hann næstan stingur út hinumegin.
So sum eg síggji
tað, er tað frá samfelagnum, at skeiva ljós verður lagt á tí evigu
sjálvrealiseringina, so vit ungu deiligu fólk gerast groggy, og konstant mugu
tillaga okkum og gera okkum dámlig - bæði í arbeiðsmarknaðinum 0g
"kødmarknaðinum". Okkara kumpas peikar mótir perferktión og succes,
men gps'urin hevur langsíðani givi upp. Tað eru túsund vegir at fara, og hetta
ómetaliga individuella frælsi ger bert niðurlagið enn størri, um tú ikki
megnar at skapa tí útgávuna av tær sjávum, ið tú vil hava fólk skulu kenna teg
sum.
Eg trúgvi, at
talið av fólki við depressión, ótta, einsemi og stress bert veksur, um
samfelagi ikki lyftir fokus frá fólki, og yvir til felagsskapin, so vit í felag
kunnu stríðast fyri frælsi, ístaðin fyri at gera tað einmøll. At finna
meiningina við lívinum inni í sær sjálvum, ger tað ringt at niðurseta vóninar
um seg sjálvs, tí meiningin við lívi, er jú álvarsam á ein hátt, ikki so
?
“Vit kunnu jú
eisni bara lata vera, ein setur jú sjálvur sítt ambitiónsniveau” segði ein
vinkona einaferð.
- Ná ja,
tað havi eg jú eisini frælsi til at stýra sjálv, áh for fanin, hava vit nú
eisini valdi yvir øllum hesum knøttinum, og hvør tekur yvir, tá ið vit nú
einaferð fáa brúk fyri ein lítlan stegg ? Er eingin í vil styðja
uppundir við sínum feita fingri, og trýsta á knøttarnar, tá ið eg ella tú
ikki orka meir ?
Fríggjakvøld nú
og tá, fáa nógv ung Føroya Bjór til at trýsta á knøttarnar fyri seg. Tá slíta
tey seg leys, og kobla seg frá tí konstanta præstatiónstrýstinum. Vit fáa í
heilum at vita, at vit hava fríheit - frælsi, og orði er brúkt sum best ber til
; frítíð, talufrælsi, frælsi sex, frískúla, savningarfrælsi, frílyntur og
frælsan marknaðarbúskap.
Halleluja, hetta
ljóðar alt sera feitt, men ger okkara yvirdosis av frælsi ikki tað, at vit
missi meiningina við tí heila? Sjálvt tá vit gera av, ikki at vera fitt og blíð
móti hvørjum ørum, hava vit eina fríheit til at gera tað vit nú einaferð gera.
Hvat havi eg so frælsi til ? At broyta og tillaga mítt lív eftir vón
samfelagsins ella eftir mína egnu ? Verður tann óendaliga mongdin av frælsi
ikki heldur kvælandi enn førandi ?
Eg eri so troytt,
av at hava eina so stóra ábyrgd yvir alt mitt lív, og konstant verða bevíst um
tað. Og eg eri bangin, heilt inn til beinagrindina, fyri hvat hevði hent, um eg
ikki megnaði hesa uppgávu. Kanska havi eg ikki fingið nóg nógvir brestar yvir
fingranir, til at kunna konstatera : “That’s life”. Ella kanska eri eg nettupp
ov ung, at eg ikki tími at koma til sættis við parole’ina “That’s life”, tá ið
tingini sýnast at verða úti av proportión. Kanska er tað eg royni at siga, er
at tað hevði veri sera deiligt at fingið frið frá øllum hesum frælsinum– bara eina
lítla, lítla løtu, ini mini ?
Um tygum vilja
vera vinarligur og trýsta á knøttin Hr. Feiti fingur, takk ?
Eg vil tó takka nógvum fólkum, eg vil takka øllum.
Ummie und abbie, tit eru mær ein gáva. Marta, tú er stravin, men tó ert tú mær so kær. Tú lítli skrellimaður í gulum klæðum, tú gert mítt lív eitt vet lættari. Tú landsstýrismaður, tú fart ov nógva løn. Fittu kringvarpfólk geri orduligar sendingar í fólk tíma. Elis, tú ert fittur, men vælsignaði finn eina æðra replik enn "upp á tá". Sjúrður Højgaard, vit bæði eru als ikki samd í nøkrum, men tað er eisini okey. LBGT, gott arbeiði. Miðflokks fólk, tit eru fantastiskar eldsálir, men eg hati tykkara politik og hugsjónir. ALS, skrí ella ger tykkara arbeiði orduligt. Bláði krossur, eg elski tykkum. Og Reyði krossur og Iktus við, eg fari ikki falit undir tykkara lið. Sirkus, tú ert eitt so deiligt stað. Hanus G Johansen, tú syngur einastandandi. Tú Regin, eigari av Bakka, takk fyri góðan laks. Tú fitti dani og kassamaður í endunýtsluhandlinum, takk fyri tú ert so fittur og blíður.
No comments:
Post a Comment