Fullur tómleiki  
17.  apríl 2013 -  Una

Mynd: Salvador Dalí - The Persistence of Memory
Eg havi alla tíð, hugurin er til staðar, men orðini eru eingi. Eg kenni eitt ávíst maktarloysi. Eg havi hug at geva upp uppá alt og öll. Sveipa alt inn undir teppið, har tað allarhelst verður goymt og gloymt, til onkur annar hyggur og skumpar undir tað. Um so nakar ger tað, veit eg ikki.
Eg vil bara sova. Sova í allar ævir. Gera einki og gera alt í einum. Tankin snýkir seg inn í sinn mítt hvönn dag - skal, skal ikki?
"Tað er umráðandi fyri lív títt. Tú kemur at hava gagn av hesum seinni!" siga tey gomlu mangan. Men hvat so við nútíðini? Skal eg bara gloyma hana púra til frama fyri framtíðini? Nei. Tað er eg livi. Tað er nú, eg skal taka egnar avgerðir. Eg má reisa meg og gera okkurt, áðrenn tað er ov seint. Men eg fái ikki. Tað kennist, sum eri eg leinkjað føst í gólvið. Eg klári ikki, eg orki ikki, eg vil ikki meira. Nú er nokk. Maktarloysi hevur tikið yvir, eg eg eri full í tómleika. Góða nátt.



No comments:

Post a Comment