Ja til narkotika í føroyskar rúsur
03. Februar 2013 - Anny

Eg læs blogguna hjá Niels Una Dam, um stóra rúsevnismálið (Sí skrivi omanfyri myndina). Eg má taka undir tí hann skrivar, hann fekk meg at hugsa gjølla, og alt í alt haldi eg, eg eri samd í tí hann sigur og meinar, um hetta mál. Eg havi veri sera ivandi, og eri tað eitt sindur enn, tí onkurvegna, so haldi eg tað bert skal gerast lóvligt til læknabrúk. Mín meining um tað er, at í staðin fyri at "dope'a" einum sjúklingi við nógvum pínudoyvandi heilivági, ið gera sjúklinginum meira tunglyntan og sáran, enn hvat hann/hon er frammanundan, so heldur geva honum eina feita, sum far hann at stressa av. Og so líka miki hvussu nógv vit vilja avnokta hesari rúsu, so er hon í grundini vanilja ímøti rúsdrekka, ið beinleiðis er gift fyri kroppin, og tað kulka vit í okkum sum onki. Um vit bert roykja tað reint og grønt, so síggi eg onga meining í at hetta skal verða kriminelt.  



hetta er tað sum Niels Uni skrivaði ( Sí upprunligu blogguna HER )

 ”Stóra Rúsevnismálið” hevur fylt nógv í miðlunum seinastu tíðina. Ein kvinna og ein maður eru dømd fyri sín leiklut í rúsevnissøluni í Føroyum. Hetta er ikki fyrstu ferð, at ein av teimum, ið standa aftan fyri søluna av rúsevnum í Føroyum verður tikin, og tað hevur higartil verið so, at maður kemur í mans stað, og soleiðis verður eisini hesaferð. Her er talan um útboð og eftirspurning. Eg havi skilt, at seinast fór prísurin av hasji eitt vet upp, og í eitt stutt tíðarskeið var trupult at fáa hasj. Men síðan gjørdist aftur gerandisdagur.

Eg havi frætt úr Føroyum, at nú eina løtu hevði verið trupult at fingið fatur á hasj, ístaðin fær man boðið harðari stoffir, tí av teimum er ivaleyst. Javel, sigi eg bara, tað var ein sannur fongur fyri samfelagið!
Nei, kríggi móti rúsevnum er tapt, ja, tað var tapt, áðrenn tað byrjaði.
Í bók síni High Society skrivar bretski rithøvundurin Ben Elton, at rúsevnir eru alt ov álvarslig til, at vit kunnu lata brotsmenn taka sær av søluni. Tí er einasta loysn at gera øll rúsevnir lóglig, og selja tey undir skipaðum umstøðum, skrivar hann. Sambært Elton hava 90% av øllum brotsverkum á onkran hátt hevur tilknýti til rúsevnir. Hesi brotsverk eru til vanda fyri okkum øll. Við at selja øll rúsevnir undir skipaðum viðurskiftum, taka vit burtur sjálvt grundarlagið fyri hesum brotsverkum.
Í staðin fyri at spilla tíð og orku uppá at jagstra hasj og narkotikasølumenn, áttu vit at tikið teirra lívsgrundarlag burtur og selt vørðuna í Rúsuni.

Hvat heldur tú um hetta ?

1 comment:

  1. tú fert til helviti fyri hesa myndina

    ReplyDelete