Óttin at miseydnast
21.  juni 2013 - Una

Andvekur. Enn ein svøvnleys nátt. Tankarnir mala runt í hövdinum og vilja ikki tiga. Orðini rópa og geyla í tonkunum. Líka hvussu nógv eg royni at hugsa svart, ber tað ikki til.

Friður. Ein sælur friður av friði. Og so leikar aftur í. Stilli áðrenn stormin. Er tað ikki soleiðis, tey klóku plaga at taka til?

Túsund tankar sníkja seg inn í høvdið. Hjartaslátturin gerst alsamt títtari. Fyristilla tær, um tú doyrt í morgin. Hvar fer heimurin at minnast teg fyri? Tú kanst seta teg í kjallaran og bíða, ella tú kanst fara út at gera okkurt. Hvat er meiningin við at gera nakað, um einki hendir aftaná? Hvat er meiningin við at liva, um tú einki leggur eftir teg? Eg liggi í tíðini, men alt er tíðarleyst. Eg liggi og liggi og lati alt henda fyri eygunum á mær. Blunda. Einki hendur. Einki nakað.

Um akkurát 9 tímar og 11 minuttir skal eg upp í próvtöku í munnligum stöddfröði, og vil eg við hesum biðja umheiminum farvæl. Eg havi ofta skrivað um ókenda deyðan, men eg kenni hann nú. Eg stari hann beint í líkbleiku gronina, og hann starir aftur at mær.

Una forhelviti, snýs tær baby. Tú skalt nokk klára tað, einki problem. Og um ikki, so skalt tú nokk klára tað allíkavæl, tað er ikki heimsins undirgangur. 

Tað er óttin at miseydnast og at skuffa meg sjálva, sum ræðir meg. Eg havi og fari altíð at seta ov hög kröv til meg sjálva, sum eg sjáldan klári at lúka. Hvat er tað gott fyri? Einki. Tað einasta, eg fái burturúr, er óttin at miseydnast.



No comments:

Post a Comment