Tíðin sum fór men ongantíð kom
06. Februar 2013 - Una


Kennir tú tað, tá tú hevur so nógv at gera, at tú einki gert? Daganir fara framvið, og einki hendir. Einki sum helst. Einki í ongum. Gerandisdagurin er frystur fastur og koyrir sum ein skøva fløga. Upp, skúla, heim, sova, skúlating, eta, sova - og so umaftur og umaftur og umaftur. Eingin tíð er til yvirs til alt, sum eg kundi ynskt mær at gjørt. 

Eg eri orkuleys
Eingin orka er til

Eg liggi í tíðini, og dagarnir flúgva framvið meg. Eg fái ikki reist meg. Líka hvussu eg royni at skunda mær, renna vísarinir á klokkuni skjótari. Eg klári ikki at fylgja við. Eg standi eftir við uppgávum upp um hálsin og ongari tíð. Hvat er at gera? 
Einki. Eg fái einki gjørt; fái ikki flutt meg. 
Eg eri runnin til stein.

Sum at bíða eftir Godot. Tíðin sum fór, men ongantíð kom.


No comments:

Post a Comment