Deyðin hevur túsund andlit
09. mai 2013 - Una
09. mai 2013 - Una
Onkur örur er í mínum hövdið, men tað er ikki eg. Far burtur, far út, finn tær títt egna hövur at plága. Mínar fötur hava runnið á steinum í nógv ár. Uppslitnar, blöðandi, naknar.
Eg veit einki um deyða, uttan at hann er óveruligur. Helviti er til, skapað her á jörð av okkum menniskjum. Deyðin; eigur hann teg? Ella vaskar og endurskapar hann teg? Tað fær hvör einstakur at vita, alt eftir hvat karma hann hevur.
Deyðin er einfaldur. Lívið, hinvegin, er heldur flökjasligt. Sum ein ógreiddur sannleiki blandaður uppí veruleikan. Hvør er munurin? Jú, sannleikin er alt tað, sum passar, meðan veruleikin er alt tað, sum gongur fyri seg. Ert tú við?
Fyrst ert tú livandi, og tá tú ikki ert tað longur, so ert tú bara deyður. Er tað veruliga so einfalt? Ber ikki til at vera livandi deyður? Ella deyðiliga livandi?
Eg kann. Eg eri.

Beinrakið.
ReplyDelete