Kirkjan er bling-bling
26. Februar 2013 - Una

Stórar, flottar kirkjur prýddar við dýrum málningum, gulli og ljósakrúnum. Soleiðis kenna vit kirkjuna, og soleiðis hevur hon altíð verið í okkara tíð og langt áðrenn tað eisini. Men er hetta rætt?

Tað er nógv, sum ikki verður fylt nágreiniliga eftir bíbliuni, sjálvt av teimum heilt religiøsu. Var tað ikki okkurt við, at ein ikki eigur at klippa hárið? Og hitt, við materialismu, hvussu var við tí?

"Vilt tú vera fullkomin, tá far og sel alla ogn tína og gev teimum fátaku, og tú skalt eiga dýran grip í himli; og kom so og fylg mær!" segði Jesus (Matt. kap. 20, vers 21).
Hava prestar (og kirkjufólk í heila tyki) gloymt hesa linju? Finn mær ein prest, sum fylgir hesum til fulnar. Eingin, hm? Teir vilja sjálvsagt ikki av við sína góðu løn og sín idylliska prestagarð. Hví skuldu teir eisini tað í hesum konservativa landi? Alt er, sum tað altíð hevur verið, og fer altíð at vera tað. Uttan so at vit gera okkurt við tað .

Trúgv eigur ikki at vera tengd at vøkrum gull bygningum. Sjálvandi, tað er "hús Harrans". Men kann Guðs hús ikki eins væl vera ein bóndagarður? Ella ein fitt, lítil smátta? Kirkjan eigur ikki at vera materalistisk, so tí átti hetta ikki at verið veruleikin. Gevið heldur teimum, ið veruliga tørva peningi og hjálp, enn at byggja óneyðuga stórar og vakrar bygningar. Tað er meira enn tað, ið møtir eyganum - ikki so?

Mynd: Harold Stiver //

1 comment:

  1. FOOOKKK HATTA FEIIIIIT UNA !!!

    ReplyDelete