Showing posts with label MLB. Show all posts
Showing posts with label MLB. Show all posts
Tað skuldi gerast. Aftaná gott tveir tímar í dreymalandi tók Hávar avgerðina. Tað var ikki tí, at hann ikki hevði bestu fyritreytir til eitt væleydnað lív, men tað vóru kenslurnar ið tyngdu hann.
Ongantíð vóru tað eyðsýndir penga trupulleikar heima, men Hávar visti, at pengar eru ikki gleði.
Sum aðrir tannáringar var hann als ikki.
Tá onnur vónaðu, at næsta leygarkvøld skuldi gerast frálíkt, vónaði Hávar bert, at eingin bað hann koma við í ball, tí í einum balli noyddist hann at samskifta, og tað dámdi honum ikki.
Einki hini tosaðu um fangaði áhugað hansara, tí tað hevði ongantíð nakran álvara. Alt var bara skemt og látur, ja eisini tá Hávar segði, at hann altíð var í ringum lag, og helt seg tørva hjálp. Tá flentu tey bara, og søgdu at hann skuldi "slappa av," sum um tað var tað lættasta í heiminum.
Tað sama søgdu foreldur hansara. Tey hildu, at ein drongur sum Hávar kundi ikki kenna til tunglyndi, tað var hann alt ov ungur til.
Tíanverri verða sjúkur, sum tunglyndi, ofta ikki tiknar í nóg stóran álvara, og hetta varð sera keðiligt fyri Hávar, tí ongastaðni hann leitaði fekk hann hjálpina, ið hann hevði tørv á, men tað er jú soleiðis, at hjálp og gleði koma tá vit ikki leita eftir teimum, og soleiðis var eisini hjá Hávari.
Hann hevði møtt henni eitt hóskvøld, og beinanvegin var hann bergtikin av henni.
Hon var ikki sum Hávar, men hóast tað, var hon ikki sum hini.
Hon dugdi, uttan at royna, at fáa Hávar at hugsa um annað enn deyðan. Hevði hon altíð verið hjá honum, var eingin vandi á ferð, tí tá hon rósti Hávari, og fortaldi honum, at hann var ein tann mest skynsami drongurin hon hevði borið at, kendi hann á sær, at einki kundi steðga honum. Honum dámdi væl, tá hon stóð við lið hansara, tí tá hann hevði fingið so góða gentu, hvat var so at stúrast um?
Einki annað enn deyðin.
Kenningar høvdu tey ikki verið leingi, og tíðin við henni hevði so diggiliga broyt lív hansara til tað góða, men tá tankin fyrst hevur sníkt seg inn, ferst hann ikki út aftur. Tað ber til at doyva hann, men tankin um deyðan er ringur er at berjast við, tá hjálpin bert finnist í einum einstaklingi, sum hvørki veit eitt ella annað um sálarfrøði.
Ein sunnudag setti Hávar leiðin upp á nýggja høga bygningin. Síðani tók hann síðstu fet síni, men á veg niður angraði Hávar. Nú visti hann, at grasið er ikki altíð grønari á hinari síðuni, men nú var ov seint.
Tónleikur sveimar í oyru mínum
13. juli 2013 - MLB
13. juli 2013 - MLB
Í kamarinum siti eg einsamallur. Eg drekki tea, og tankar um alt millum himmal og jørð, hava fest seg í høvdið á mær.
Eg hugsi um teg, eg ivist í, um tað veruliga passar at tea er stimbrandi fyri likamið, og eg gleði sum eitt lítið barn til í kvøld. Hvussu ber tað til, at tú vart so glað fyri tað, eg segði?
Eg hugsi um teg, eg ivist í, um tað veruliga passar at tea er stimbrandi fyri likamið, og eg gleði sum eitt lítið barn til í kvøld. Hvussu ber tað til, at tú vart so glað fyri tað, eg segði?
Hvat hevði eg ikki givið, fyri at tónleikur skuldi verði við mær ta løtuna, eg greiddi tær frá um tankar mínar. Um bert tónleikur altíð var hjá mær, kundi einki nakrantíð steðga mær.
Eg elski tónleik, og kenni á mær, at gjøgnum tónleik kann eg geva informatión um hvør eg eri, uttan at avdúka ov nógv. Tí vil eg vísa tykkum á nøkur løg mær dámar serstakliga væl
Nirvana(Leadbelly Cover) -Where did you sleep last night
Eg elski tónleik, og kenni á mær, at gjøgnum tónleik kann eg geva informatión um hvør eg eri, uttan at avdúka ov nógv. Tí vil eg vísa tykkum á nøkur løg mær dámar serstakliga væl
Nirvana(Leadbelly Cover) -Where did you sleep last night
Fleetwood Mac -Go Your Own Way
Simon and Garfunkel -Bridge over troubled water
The Smtihs -This Charming Man
Nirvana-Blew
Jim Strugess(The Beatles Cover) -Something
Led Zeppelin -Over the Hills and Far Away
Tallest man on earth -The dreamer
(Mynd av google)
Skápshurðin varð latin upp, og eg tók út regnklæði míni. Hósdagur var, og summarfrítíð mín var júst byrjað. Regnið díkti niður, og dagligi túrurin við hundinum stóð fyri framman. Sum áður sagt, hevði eg latið meg í regnklæði míni, men í dag regnaði av grimd, so eg noyddist eisini at taka regnskjólið við, men tað bert frøddi meg, tí eg í regni finni eg frið.
Spakuliga byrjaði eg at spáka niðan eftir steingøtuni, ið liggur upp ímóti eini lítlari á.
Longur uppi legði eg eygu míni á eina gentu, ið somuleiðis sum eg, gekk túr við hundi sínum. Eg væntaði annars ikki at síggja nakran annan úti í hesum veðrinum.
Hundur mín gekk av illum, og tískil mátti hann ikki koma í samband við aðrar hundar. Av hesum valdi eg at snara til høgru, og fór tí av leiðini hjá gentuni, ið gekk ímóti mær. Forvitin sum eg eri, snaraði eg høvdinum á, so eg kundi vita hvør hendan gentan var.
Har stóð Hon. Eg sá ei andlit Hennara, men vissur var eg í, at hetta var Hon, tí hund Hennara hevði eg sæð áður. Listaliga gongulagið og kropsburðin hjá Henni kendist eg eisini við.
Vit hava ikki eitt serligt samband, men hava samskift tvær ferðir áður, og ongantíð havi eg møtt persóni, ið hevði so nógv skil á øllum.
Av bleytu rødd Hennara smeltaði eg, eg minkað fleiri ferðirnar, og brádliga var eg ein lítil veikur drongur, sum hugtikin sat og lurtaði eftir hvørjum orði.
Túsund tankar flákraðu gjøgnum høvur mítt, meðan regnið datt niður á regnskjólið. Tvey sekund seinni vendi eg við, við vón um at eg kundi sníkja meg inn á leið Hennara, og geva Henni eitt vinarligt "Halló" men nú var Hon burtur. Hvar bleiv Hon av?
Eg fór síðani at leita uppi og niðri, men ongastaðni var Hon at finna. Iðrandi stóð eg eftir við einari kenslu av tómleika.
Hví gekk eg ikki beina leið fram? Tað komi eg ongantíð at vita, men frá í dag av fari eg hvønn dag at ganga hesa somu leið, við vón um at møta henni, og lata úr mær eitt vinarligt "Halló."
Tankar ið flákra
At lúgva, at pína, at útspilla, at svíkja ella at sláa. Hvat er tað ringasta ein kann gera við annan? Spurningin havi eg ofta stillað mær sjálvum, men ongantíð eri eg komin til eina niðurstøðu.
Um onkur hevur logið fyri mær, kenni eg meg sviknan. Sjálvandi skal tað valdast hvør lygnin er. Sometimes the truth needs a lie, men stórar lygnir dámar mær als ikki, men er tað verri at bera stórar lygnir enn at spilla vinir sínar út.
At kennast sum ein partur av lívinum hjá fólki, og seinni finna útav at hesi ikki taka teg sum ein part av teirra lívið. Tá gerst pínan svár at taka, men er pínan svárari enn tá eg finni útav, at besti vinmaður mín, tosar ilt um meg við onnur?
Ja, eg veit ikki hvat er ringast, øll hendan pínan ella tað, at eg veit, at beint nú skuldi eg antin sovið ella repitera til tær ymisku munnligu royndirnar, ið eru fyri framman, og hóast eg veit hetta, sitið eg og bloggi um einki.
Fyri nýligani spurdi onkur meg hvat MLB stendur fyri. Til teg ið spurdi, so ætli eg mær ikki at fortelja tað, tí tað tá hevði verið ov lætt hjá summum at gitt hvør eg eri.
MLB
Nýggjar tíðir
31. mai 2013 - MLB
Kapittulin er liðugur, og eg leggi bókina á náttborið og hugsi "Hatta var ein forbannað góður kapittul, tann besti eg nakrantíð havi lisið."
Kærleiki, sorg, svik, kenslur ið eingin kann seta orð á(bæði góðar og keðiligar), lygnir, stuttleiki og góðar løtur. Hvussu kann ein kapittul rúma so nógvar ymiskar kenslur og løtur? God only knows!
Fyri framman havi eg møguliga nógvar ringar kapittular, men ein góður kemur, tá ið tíðin er røtt.
Altíð fari eg at minnast aftur á henda kapittulin, og teir tankar eg havi gjørt mær undir kapittulinum. Hesir koma altíð at spøkja í huganum á mær, líka mikið hvussu nógv eg royni at goyma teir; á ein hátt dámar mær hetta.
Stuttligt var at lesa, men tó eri eg sera harmur um, at kapittulin fekk ein so brádligan og keðiligan enda, men soleiðis er tá vit lesa.
At lesa er altíð mennandi, og eg havi lært nógv av hesum kapittuli.
At enda má eg fortelja, at stórur yrkjari havi eg ongantíð verið, sjálvt um eg havi roynt.
So eg havi leitað eina yrking hjá Pablo Neruda fram. Møguliga skilja summi ikki, hvat henda yrking hevur at gera við hesa blogguna, men eg trúgvi, at meginparturin av tykkum vita, hvat tað eg havi skrivað er um og tískil kunna relatera yrkingina til tekstin.
Sjálvt um hendan yrkingin ikki heilt lýsir kenslurnar, eg havi, er hon rættuliga tætt uppá, men tú mást ikki gloyma tað vit tosaðu um!
"Well, now
If little by little you stop loving me
I shall stop loving you
Little by little
If suddenly you forget me
Do not look for me
For I shall already have forgotten you
If you think it long and mad the wind of banners that passes through my life
And you decide to leave me at the shore of the heart where I have roots
Remember
That on that day, at that hour, I shall lift my arms
And my roots will set off to seek another land"
-Pablo Neruda
Takk fyri alt :)
MLB
Stuðulskonsert á Giljanesi
19. mai 2013 - MLB
Í gjárkvøldið hin 18. mai var eg á Giljanesi. Á Giljanesi var stuðulskonsert fyri Vága tónleikafelag, sum eisini skipaði fyri konsertini. Á konsertini framførdu Holgar&Tórfríð, Petur Pólson, Kristina, Lyon, Cherman, Punjab, The Colour Storm, Jürghinn, Dead Beat Punx, 200 og Vágaverk. Tónleikurin á konsertini var sera fjølbroyttur, ymsu bólkarnir spældu m.a. marsj, funk, rock og indie tónleik.
Av tí at tað ikki lá so væl fyri við koyring, varð eg ov seinur til fyrstu framførsluna, og mátti tíanverri eisini fara eitt sindur ov tíðliga, men hóast tað fekk eg nógv við.
Tá Petur Pólson framførdi, hevði hann eina serliga mikrofon við sær. Sjálvur segði hann, at mikrofonin ljóðaði sum eitt útvarp úr 1940'unum, henda mikrofonin gav framførsluni ein serligan dám. Gøtumaðurin Lyon Hansen spældi guitar undir framførsluni hjá Petur, og hetta virkaði sera væl. Sigast kann einki annað enn, at framførslan var sera góð.
(Petur Pólson)
Bólkurin Punjab sum er mannaður við ungum dreingjum úr Havnini og Vágunum, høvdu eisini eina fantastiska framførslu. Teir spældu egin løg og eisini løg hjá m.a. James Brown. Framførslan hjá Punjab var sera energisk og væl koyrandi, tí at forsangarin í bólkinum koyrdi á, hoppaði og fekk orduliga gongd í. Stílurin var ráður og riggaði sera væl til tónleikin teir spældu
Funk, jazz og blues júst sum tað skal vera.
(Árni úr Punjab)
Eitt sum harmaði meg var mongdin á áskoðarum. Tað hevur kanska okkurt við staðið at gera, men hóast tað hevði eg væntað meiri fólk, men sigast skal, at tey ið vóru fingu heilt víst tónleik fyri peningin m.a. tá bólkurin The Colour Storm, ið onkursvegna minna um bretska indie rock bólkin The Kooks, vóru á palli.
Bólkurin the Dead Beat Punx høvdu ein framúr góða framførslu eitt nú við løgum sum Robot.
Við sera góðum sangi frá Pæturi Zachariassoni, keyboard tónum frá Peturi Háberg og einum hoppandi og væl spælandi Bartal Augustinussen á guitar, gjørdust sangirnir hjá bólkinum sera fangandi, og koma allarhelst at sita í høvdinum á mær leingi afturat.... vónandi :)
(Bartal úr Dead Beat Punx)
Undir konsertini gjørdist eg enn einaferð yvirraskaður yvir, at eitt land sum Føroyar við minni enn 50.000 íbúgvum kann rúma so nógvum fantastiskum tónleikarum. Eftir er bert at siga, at tey ið ikki vóru til hesa konsert mistu eitt sera væleydnað kvøld.
Veingir ið rýma
11. mai 2013 -MLB
(Mynd av google)
Meðan teir láta um himmal og hav, vekja fuglarnir meg við teirra fagurliga songi
Men tá sólin fer í kav, fara teir í onnur lond eftir sínum fongi
Hetta havi eg hildið leingi, men soleiðis er ikki
Eingin fuglur syngur um summar og gleði
Teir syngja um hatur og megi
Og í fjarskotnum londum verður heitari og betri
Eg ynski at flýggja við hvørjum metri, men tíanverri eigi eg ongar veingir
MLB
Those were the days!
2. mai 2013 - MLB
Stutt síðani kom eg á ein tanka, eg ikki havi megnað at lagt frá mær aftur. Eldri fólk siga ofta, at árini sum tannáringar vóru tey bestu. Hetta kann eg ikki relatera til; miskil meg ikki. Eg havi eitt vanligt lív við upp og niður túrum, men stórar trupulleikar havi eg so at siga ikki. Eg hugsi bara, at tað kann ikki vera satt at árini sum tannáringur koma at verða mínu bestu ár. Jú, eg skilji at hetta eru árini har eg so at siga, ikki havi nakra skuld, og eg havi ikki stóra ábyrgd av nøkrum, alt er nýtt og spennandi. Spennandi er tað heilt víst at vera tannáringur. Tað einasta eg SKAL, er at passa skúlan hjá mær. Á henda hátt skilji eg, hvat tey eldru meina, men um eg nú m.a. einaferð gerist pápi, kemur fyrsta árið sum pápi ikki at verða betri enn eitt av árunum sum tannáringur? Eg skilji, at tað at gerast pápi er ein stór ábyrgd, og at tað er strævið, men er gleðin av einum barni ikki betur enn tann stóri bardagin móti bumsum og dovinskapi? (Tað er sikkurt ringt at samanbera tað at gerast pápi og tannáringa lívið, men vónandi skilja tit tó hvat eg meini.)Hetta er nakað eg helst ongantíð komi at skilja, líka nógv hvussu eg spekuleri og spyrji komi eg nokk ongantíð til eina niðurstøðu, hvat av hesum er betri. Men um so er, at árini sum tannáringur eru tey bestu(eg vil helst sleppa undan at siga tað) so er lívið als ikki so gott!
Liggur nakað í hesum, ella er tað bert eg, ið noyðist at finna eydnuna í lívinum? Ja, líka veit eg.
Michael Kvium
17. apríl 2013 - MLB
List kann vera so heilt nógv. List kann verða pent, ljótt, óveruligt, o.s.fr. men tað eg haldi verða tað kulasta, er tá list er løgið. Eg haldi, at eg róliga kann kategorisera listina hjá Michael Kvium sum løgna! Eg vildi næstan sagt, at hetta er so løgið, at eg kenni eina kenslu av vamli, andstyggilsi og hatur. Hetta er tað, ið ger list so fantastiska. Kenslur byrgjast upp inni í kroppinum, við bert at hyggja at m.a. at einum málningi. Sera hugvekjandi.
Eg kenni deyða aftur allastaðni á hesum málningum! Tað er okkurt veruliga vemmuligt við øllum hesum málningunum. Hetta er í hvørtfall ikki málningar, eg vil koma fram á í míni egnu stovu eina myrka vetrarnátt í desembur. Tó er okkurt ógvuliga vakurt við hesum, sum eg ikki kann seta orð á
Handan Fjøllini Dansa - Mr. MLB
11. Apríl 2013 - MLB
11. Apríl 2013 - MLB
Sum tit allarhelst hava
sæð, um tit dáma síðuna hjá Fjøllini Dansa á facebook, er ein
duldur bloggari vorðin partur av Fjøllini Dansa. Hesin duldi
bloggarin er eg. Fyri at vera duldur, er umráðandi at eingin veit hvør
eg eri, men eg vil sum best royna at greiða frá, hvør eg eri uttan at avdúka ov nógv.
Tá eg kom fram á
Fjøllini Dansa á facebook bleiv eg hugtikin. Eg vildi sum skjótast
gerast ein partur av hesum blogginum, men eg hevði ein trupulleika
sum eg enn berjist við. Sjálvsálitið hjá mær er ikki í
top(hóast summi vildu sagt øðrvísi) Eg tori ikki, at seta navn
mítt undir eitthvørt, ið eg ikki veit, onnur koma at dáma. Eisini
má eg nevna, at eg haldi, at Føroyar er eitt land, við alt ov
nógvum fordómum, og teir halda mær alvorliga aftur við at
fortelja navn mítt.
Tá eg so einaferð kom
fram á tankan, at eg kundi møguliga gerast loyniligur partur av
Fjøllini Dansa, ivaðist eg ikki í eitt sekund, at hetta var rætta
loysnin. Eg skundaði mær, at senda eini boð til facebook síðuna
hjá blogginum, har eg skrivaði, at eg gjarna vildi gerast
loyniligur partur av blogginum.
Í gjárakvøldið møtti
eg so Aldu, Markusi, Sissal og Unu, so tey kundu læra meg at kenna, og
avgera um eg var go ella no-go. Avgjørt bleiv, at eg skuldi gerast partur av Fjøllin Dansa, og tað eri eg sera fegin um.
Eg eri ein ungur drongur, hvørs gerandisdagar ganga
fyri seg í Tórshavn, har eg búgvi. Nógv av frítíð mínari fer
til ymisk ítriv m.a. spæli eg tónleik. Á Musikskúlanum í Havn
nýti eg nógvar tímar um vikuna, so eg sum best kann menna um
førleikar mínar innanfyri tónleik.
Sum flestøll ung gangi eg
í skúla, og hóast skúladagar oftani gerast langir og myrkir,
dámar mær sum heild væl at ganga í skúla(eg vil ikki fortelja
hvar eg gangi í skúla, tí tað tá er lættari at fjala hvør eg
eri)
Mær dámar væl at lesa,
og eg havi ætlanir um, at ummæla summar bøkur eg lesi.
Oftani tá eg eri fangaður
í mínum egnu tonkum, leggi eg til merkis, at tankarnir eg komi á,
oftani eru undarligar og eftir mínum tykki spennandi. Eg ætli mær, at hesar tankar
skulu seta sín dám á tað eg komi at hugleiða um við teimum
'greinum' eg ætli mær leggja út.
Subscribe to:
Posts (Atom)