Eg kenni meg tunga og orkuleysa. Øll megin er sogin úr mær, og eg klári ikki meira. Um eg sovni nú, vakni eg ikki aftur fyrr enn um túsund ár. Sum ein onnur Tornarósa. So nógv val. So nógvar avgerðir. Einki kann bíða, og alt má takast stig til alt fyri eitt, í stundini og beinanvegin. Men knappliga verða allar avgerðir skumpaðar til síðis av einum lítlum undrið, ið sær ljósið fyri fyrstu ferð. Allur heimurin steðgar á, og tú hoyrir trøini halda ondini. Og tó.
No comments:
Post a Comment