Eitt órudd og sodavatn.
06. Februar 2013 - Anny


Eg kann líka so gott siga tað beinavegin ; hetta verður eitt stórst órudd. Vánaligt skriva, óloystandi, og óskiljandi. Og ja, kanska fultstendiga irrelevant. Tí eg veit ikki heilt, hvat eg vil siga, vísa, gera ella stilla upp. Men eg havi heimsins bestu tíð at skriva, og eg vil skriva okkurt her og nú. 
Meðan summi skúgva heimin, skúgvi eg songina inn í kamarshornið, inni í heimsinshorn, leggji meg niður og arbeiði. Eg havi funni út av, at tað er best á hendan hátt, at liggja niðri og hugsa, hugsa um alt, hugsa um onki. Og so kann eg fáa mær ein blund, um eg havi brúk fyri tí. Kanska hongur tað eisini saman við, at tað er júst her, eg lati mínar tankar samla seg, um kvøldi. Og tá ið tað gongur so gott, ja so er tað eisini blivin loysnin um dagin. (Tá ið samanum kemur,  hugsi eg eisini rímliga gott undir brúsuni, men tað hevur ikki eina serliga góða kombi við elektronik.) Vanliga hugsi eg eisini gott, tá ið eygu ella oyru míni eru í holt við eitt og annað. Tá sveimar mítt hugflog burtur og arbeiður. Knappliga havi eg fylgt við 3 sjónvarpsrøðum, drukki liturvís av kakakaffi (so eg kann halda lívi koyrandi, og fáa eyka energi, tað er syndarligt), eti tvær keks við ost, surfa oceanir av tumblr's og rýmt frá tíðini eitt stað í Runavík. 
Mær hevur altíð dámt væl skriviborð og kontórir, tað sær so snotligt út. Men eg má sanna, at líka mikið hvat fyri eitt skriviborð eg seti meg við, ella hvussu eg  innrætti mítt heim ella mítt verkstað, so endi eg alíkavæl altíð á seingina, liggjandi.  And that's the thing. Tað er nógv stuttligari at "gera" eitt skriviborð, enn at arbeiða á tí. Eg vil so gjarna vera typan, sum fær mest frá hondini í einum kontóri við einum skriviborði. (Og eg havi nokk eisini svara ja til tað í einum kvinniblaði.) Tað kennist so orduligt. Men sodan eri eg bara ikki. 
Eg veit ikki heilt hví, og tað er heldur ikki tann størsti trupuleikin, hetta er als ikki ein trupuleiki, mest eitt lítið grenj, eitt grenj um Anny tak teg nú for helviti saman, og fáa hatta høvdi upp frá púduni. 
Vit høvdu altíð sodavatn niðri í abbasa kontóri. Eg brúkti óteljandi nógvar tímar har niðri, hugdi eftir gomlum myndum frá tá ið omma var á húsarhaldsskúla í Danmark, og tá ið abbi ferðast í Grønlandi. Tað var mær so áhugarvert, eg hugsaði mangan "Áh Gud, heimurin er broyttur nógv". Har var so nógv tingel tangel, so nógv dims og kærleiks brøv abbi sendi til ommu tá ið hann var burtur í 1 ár í trekk, tíanverri dugdi eg ikki at lesa tá. Har var sera órudduligt, og eitt gamal sjónvarp stóð á gólvinum, har hugdi eg eftir Grease nonstop, umaftur og umaftur. Kanska er tað har mín stóra bergtøka av 50'ini kemur frá. Eg elski handan filmin, og sang og dansaði til allar sanginir. Og kanska er tað tí eg trívist best í óruddi.  

No comments:

Post a Comment