Morgunsólin skínir á mínar knústu dreymir
14.  Apríl 2013 - Una

mynd: Una Nielsdóttir Galán
Ein dreymur er ein tráan. Tað er ein flíggjan undan veruleikanum. Tað er tryggi heimurin, sum altíð bíðar eftir, at eg vendi aftur. Uttan dreymin eru okkara fet oman á jörðini strikað. Jú, lívið er áhugavert, men ein dreymur er altíð betur. Tú kanst skapa tín egna veruleika, og enn hava sama veruliga veruleikan at bíða eftir tær. Tað er óveruligt. Tað er surreaistiskt.

Er hetta tann veruligi veruleikin? Veruliga? Hvussu veitst tú tað við vissu, at tað ikki bara er onkur langt úti langur dreymur, sum tykist ongan enda at hava? Eg veit tað ikki. Og fari ongantíð at vita tað. Men tað fert tú heldur ikki, so tú skalt ikki siga mær í móti. Hetta er mín dreymur. Kanska eisini tín.

Ein dreymur er uppbygdur av tínum innastu tonkum. Av tínum kanska gloymdu tonkum, sum tú ikki hevur skonkt ein tanka í seinastuni. Men nú renna teir aftur í huga. Nú fært tú ikki hugsa um annað. Soleiðis er tað í öllum förum hjá mær. Tað er akkurát sum, tá tú minnist til at anda, samstundis sum tú roynir at gloyma, at tú hugsar um tað. So blívur tú við at hugsa um at anda, og fær ikki hugsað um nakað annað enn tín egna andadrátt.

Hvussu ber hetta til? Tað kennist, sum eg sovi, men eg eri vakin. Eg veit tað. Eg merkji tað langt undir húðini. Tað pínir, og samstundis er hetta besta kenslan, eg kenni til. Tað er fantastiskt. Eg kenni meg frælsa, men fangaða. Fangaða í mínum egna hövdi, men als ikki hóast alt. Eg dugi ikki at greiða frá tí. Tú mást royna tað fyri at skilja meg, haldi eg.

Lucid dreaming. At vera varhugur við, at tú droymir. Tú kanst stýra tínum egnu dreymum, ímeðan tú sevur. Syrað. Óveruligt. Men eg havi prøvað tað. Í byrjanini droymdi eg altíð sama dreymin; ein stór steikipanna rann eftir mær. Hvöjra ferð. Til eg bleiv meira varhug við at eg droymdi og fekk meira tamarhald á dreyminum. Tá kundi eg endiliga steðga við at renna, venda mær móti pannuni og skrála "far til helvitis!" eftir henni. Tað gav mær ein ávísan mátt. Nú eri tað eg, sum ráði í Dreymalandi.

Eg gangi fram við bönum, tá eg brádliga síggi klæði liggja og sløðast í rununi. Eg fylgi spakuliga slóðini. Eyguni eru fest at klæðunum. Ein genta hongur við einum bandi um hálsin úr einum naknum træi. Tað munnu vera hennara klæði; eisini gentan er nakin. Blóðið dryppar av henni. Hon hevur skitið, langt, myrkt hár; eg síggi ikki reiðiliga andlit hennara fyri tí. Hon hevur vakran kropp. Hvíta, slætta húð, einkult violett merki eru at síggja. Klønu pinnabeinini dingla undir klæna yvirkroppinum. Rivjabeinini stinga undan í brynguni. Eg kann telja ryggjargeislarnar, sum standa sum fjøll úr rygginum, ein fyri og annan eftir. Tað kennist sum eg detti. Men tað geri eg ikki. Detti eg kanska uppeftir? Tað haldi eg ikki man kann, men tað geri eg. Eg dugi so nógv, sum man ikki kann. Hvör er man? Man dugir einki í mun til mín. Eg dugi alt.

Ein trilvandi hond leitar sær veg eftir kantinum. Klænu fingranir kitla. Longu neglinar skera í húðina. Eg má ikki lúgva, stendur skrivað. Tað svíðir. Hvat er tað sum hendir? Hendur henda. 
"Eg elski teg," teskar lítla røöddin. "Eg elski teg yvir allan deyða. Tað veitst tú." 
Hon kysti meg blídliga á arrini.
"Og tí mást tú doyggja!" Ekkó. Seinasta orðið hekk í luftini. Doyggja. Hvat er tað? Eg trúgvi ikki uppá lív eftir deyðan. Tá ein doyr, livir hann víðari í minnunum hjá teimum livandi. Kanska hann droymir í allar ævir? Kanska er hetta ein dreymur.

Óndu dreymarnir smakka illa. Teir liggja langt niðri í hálsinum og skriða. Gapa, tygg, smakka og svölg so – er tað ikki soleiðis? Karma, haldi eg. Eg eri bangin. Eg roykti, men eg bleiv sjúk og spýði. Og so roykti eg eitt sindur meira. Nú siti eg her. Eg føli meg sjálva og alt, men tað kennist, sum kroppur mín er burtur. Eg föli einki. Tað kennist, sum eg sovi, men eg droymi í mínum dreymi. Eg fari at doyggja. Eg veit ikki hvussu, eg havi borið meg at.

Mítt fjall er bygt av sjúkum gróti. Ovast á toppinum stendur eitt nakið træ. Undir tí veksur ein blóma. Tann vakrasta blóman í lívinum. Hon umboðar alt tað góða. Og alt tað ringa samstundis. Eg havi vunnið. Eg havi vunnið yvir tær og mær og dreyminum.

Druknandi í myrkrinum
av djúpari tráan
Trúgvandi lygnir
Húðleys orð
Sannkenna at sannleikin als ikki er til
Vís mær títt sanna andlit
Trúgv mær, eg lúgvi
men ikki í sannleika mínum

Hygg handan sólstrálan
Røkkur brotna smílinum
ímillum fjaldu stjörnunum
Kennir tárini
dryppandi úr eygu tínum

Trúgv mínum goymdu dulsmálum
og mínum stolnu lygnum
Drag meg til yvirflatuna
Gev mær luft at anda
Lat meg síggja morgunsólina
skína á mínar knústu dreymir



No comments:

Post a Comment