Lívið eftir deyðan ella deyðin eftir lívið?
28. Februar 2013 - Una


Eg veit ikki, um eg trúgvi uppá nakað eftir deyðan. Eg haldi ikki. Tá tú doyrt, ert tú deyður. Eitt minni í tonkunum. Ein líkasæl sál. Einki meira enn tað.
Sjálvandi, tankin um lív eftir deyðan er hugaligari enn einki. Ein eyka kjans til lívið. Men er eitt lív ikki nóg mikið? Jú, um ein veruliga livir lívið út, er tað (meira) enn nokk. At liva lívið út, merkir at gera alt, sum ynskir, við lívið. Ger tú tað, sum tú vilt, og lat hini gera tað, tey vilja. So skulu vit nokk klára tað. Og um ikki, so finna vit bara útav onkrum.
Eingin veit, nær seinasta løta teirra er komin. Tað kann vera um 50 ár, tað kann vera í næstu viku, og tað kann vera um fáar minuttir. Tað er ikki til at vita. Ivin nývir okkum, og vit royna at skapa ein nýggjan veruleika. Fyri at kenna okkum trygg. Men eg verði ikki tryggari við tankan um æviga lívið. Hvat um mær ikki dámar at vera har, vit enn enda? Skal eg so bara liva víðari við tí í allar ævir? Og øll fólkini, eg helt, eg endiliga slapp av við - verða tey so eisini har? Feitt nokk.
Men hey -  framtíðin er og verður framtíðin. Tú mást steðga á. Njót vakurleikan meðan tú enn hevur møguleikan. Áðrenn hjartað steðgar, og tú letur eyguni aftur í æviga myrkrið. Góðanátt.



No comments:

Post a Comment