Tankar ið flákra
07. juni 2013 -  MLB
(Pain -Mariusz Lewandowski)

At lúgva, at pína, at útspilla, at svíkja ella at sláa. Hvat er tað ringasta ein kann gera við annan? Spurningin havi eg ofta stillað mær sjálvum, men ongantíð eri eg komin til eina niðurstøðu.

Um onkur hevur logið fyri mær, kenni eg meg sviknan. Sjálvandi skal tað valdast hvør lygnin er. Sometimes the truth needs a lie, men stórar lygnir dámar mær als ikki, men er tað verri at bera stórar lygnir enn at spilla vinir sínar út.
At kennast sum ein partur av lívinum hjá fólki, og seinni finna útav at hesi ikki taka teg sum ein part av teirra lívið. Tá gerst pínan svár at taka, men er pínan svárari enn tá eg finni útav, at besti vinmaður mín, tosar ilt um meg við onnur?

Ja, eg veit ikki hvat er ringast, øll hendan pínan ella tað, at eg veit, at beint nú skuldi eg antin sovið ella repitera til tær ymisku munnligu royndirnar, ið eru fyri framman, og hóast eg veit hetta, sitið eg og bloggi um einki.

Fyri nýligani spurdi onkur meg hvat MLB stendur fyri. Til teg ið spurdi, so ætli eg mær ikki at fortelja tað, tí tað tá hevði verið ov lætt hjá summum at gitt hvør eg eri.

MLB


3 comments:

  1. Eg veit hvør tu ert!

    ReplyDelete
  2. eg veit ikki hvør tú ert ! Men eg vil vita tað

    ReplyDelete
  3. fert tú nakrantíð at siga hvør tú ert ?

    ReplyDelete