Handan Fjøllini Dansa - Mr. MLB
11. Apríl 2013 - MLB
11. Apríl 2013 - MLB
Sum tit allarhelst hava
sæð, um tit dáma síðuna hjá Fjøllini Dansa á facebook, er ein
duldur bloggari vorðin partur av Fjøllini Dansa. Hesin duldi
bloggarin er eg. Fyri at vera duldur, er umráðandi at eingin veit hvør
eg eri, men eg vil sum best royna at greiða frá, hvør eg eri uttan at avdúka ov nógv.
Tá eg kom fram á
Fjøllini Dansa á facebook bleiv eg hugtikin. Eg vildi sum skjótast
gerast ein partur av hesum blogginum, men eg hevði ein trupulleika
sum eg enn berjist við. Sjálvsálitið hjá mær er ikki í
top(hóast summi vildu sagt øðrvísi) Eg tori ikki, at seta navn
mítt undir eitthvørt, ið eg ikki veit, onnur koma at dáma. Eisini
má eg nevna, at eg haldi, at Føroyar er eitt land, við alt ov
nógvum fordómum, og teir halda mær alvorliga aftur við at
fortelja navn mítt.
Tá eg so einaferð kom
fram á tankan, at eg kundi møguliga gerast loyniligur partur av
Fjøllini Dansa, ivaðist eg ikki í eitt sekund, at hetta var rætta
loysnin. Eg skundaði mær, at senda eini boð til facebook síðuna
hjá blogginum, har eg skrivaði, at eg gjarna vildi gerast
loyniligur partur av blogginum.
Í gjárakvøldið møtti
eg so Aldu, Markusi, Sissal og Unu, so tey kundu læra meg at kenna, og
avgera um eg var go ella no-go. Avgjørt bleiv, at eg skuldi gerast partur av Fjøllin Dansa, og tað eri eg sera fegin um.
Eg eri ein ungur drongur, hvørs gerandisdagar ganga
fyri seg í Tórshavn, har eg búgvi. Nógv av frítíð mínari fer
til ymisk ítriv m.a. spæli eg tónleik. Á Musikskúlanum í Havn
nýti eg nógvar tímar um vikuna, so eg sum best kann menna um
førleikar mínar innanfyri tónleik.
Sum flestøll ung gangi eg
í skúla, og hóast skúladagar oftani gerast langir og myrkir,
dámar mær sum heild væl at ganga í skúla(eg vil ikki fortelja
hvar eg gangi í skúla, tí tað tá er lættari at fjala hvør eg
eri)
Mær dámar væl at lesa,
og eg havi ætlanir um, at ummæla summar bøkur eg lesi.
Oftani tá eg eri fangaður
í mínum egnu tonkum, leggi eg til merkis, at tankarnir eg komi á,
oftani eru undarligar og eftir mínum tykki spennandi. Eg ætli mær, at hesar tankar
skulu seta sín dám á tað eg komi at hugleiða um við teimum
'greinum' eg ætli mær leggja út.
Hettar ljóðar sera spennandi. Gleði meg at hoyra meira frá tær Mr. MLB
ReplyDeleteeg vil vita hvør tú ert!!
ReplyDelete