Tað skuldi gerast. Aftaná gott tveir tímar í dreymalandi tók Hávar avgerðina. Tað var ikki tí, at hann ikki hevði bestu fyritreytir til eitt væleydnað lív, men tað vóru kenslurnar ið tyngdu hann.
Ongantíð vóru tað eyðsýndir penga trupulleikar heima, men Hávar visti, at pengar eru ikki gleði.
Sum aðrir tannáringar var hann als ikki.
Tá onnur vónaðu, at næsta leygarkvøld skuldi gerast frálíkt, vónaði Hávar bert, at eingin bað hann koma við í ball, tí í einum balli noyddist hann at samskifta, og tað dámdi honum ikki.
Einki hini tosaðu um fangaði áhugað hansara, tí tað hevði ongantíð nakran álvara. Alt var bara skemt og látur, ja eisini tá Hávar segði, at hann altíð var í ringum lag, og helt seg tørva hjálp. Tá flentu tey bara, og søgdu at hann skuldi "slappa av," sum um tað var tað lættasta í heiminum.
Tað sama søgdu foreldur hansara. Tey hildu, at ein drongur sum Hávar kundi ikki kenna til tunglyndi, tað var hann alt ov ungur til.
Tíanverri verða sjúkur, sum tunglyndi, ofta ikki tiknar í nóg stóran álvara, og hetta varð sera keðiligt fyri Hávar, tí ongastaðni hann leitaði fekk hann hjálpina, ið hann hevði tørv á, men tað er jú soleiðis, at hjálp og gleði koma tá vit ikki leita eftir teimum, og soleiðis var eisini hjá Hávari.
Hann hevði møtt henni eitt hóskvøld, og beinanvegin var hann bergtikin av henni.
Hon var ikki sum Hávar, men hóast tað, var hon ikki sum hini.
Hon dugdi, uttan at royna, at fáa Hávar at hugsa um annað enn deyðan. Hevði hon altíð verið hjá honum, var eingin vandi á ferð, tí tá hon rósti Hávari, og fortaldi honum, at hann var ein tann mest skynsami drongurin hon hevði borið at, kendi hann á sær, at einki kundi steðga honum. Honum dámdi væl, tá hon stóð við lið hansara, tí tá hann hevði fingið so góða gentu, hvat var so at stúrast um?
Einki annað enn deyðin.
Kenningar høvdu tey ikki verið leingi, og tíðin við henni hevði so diggiliga broyt lív hansara til tað góða, men tá tankin fyrst hevur sníkt seg inn, ferst hann ikki út aftur. Tað ber til at doyva hann, men tankin um deyðan er ringur er at berjast við, tá hjálpin bert finnist í einum einstaklingi, sum hvørki veit eitt ella annað um sálarfrøði.
Ein sunnudag setti Hávar leiðin upp á nýggja høga bygningin. Síðani tók hann síðstu fet síni, men á veg niður angraði Hávar. Nú visti hann, at grasið er ikki altíð grønari á hinari síðuni, men nú var ov seint.
Labels:
MLB
Subscribe to:
Post Comments (Atom)
Er tað ein serstakur persónur, tú tosar um?
ReplyDeleteHetta er ein íspunnin søga, ið skal verða vit til, at varpa ljós á trupulleikar hjá sálarliga sjúkum fólki.
ReplyDelete