Stuðulskonsert á Giljanesi
19. mai 2013 - MLB
Í gjárkvøldið hin 18. mai var eg á Giljanesi. Á Giljanesi var stuðulskonsert fyri Vága tónleikafelag, sum eisini skipaði fyri konsertini. Á konsertini framførdu Holgar&Tórfríð, Petur Pólson, Kristina, Lyon, Cherman, Punjab, The Colour Storm, Jürghinn, Dead Beat Punx, 200 og Vágaverk. Tónleikurin á konsertini var sera fjølbroyttur, ymsu bólkarnir spældu m.a. marsj, funk, rock og indie tónleik.
Av tí at tað ikki lá so væl fyri við koyring, varð eg ov seinur til fyrstu framførsluna, og mátti tíanverri eisini fara eitt sindur ov tíðliga, men hóast tað fekk eg nógv við.
Tá Petur Pólson framførdi, hevði hann eina serliga mikrofon við sær. Sjálvur segði hann, at mikrofonin ljóðaði sum eitt útvarp úr 1940'unum, henda mikrofonin gav framførsluni ein serligan dám. Gøtumaðurin Lyon Hansen spældi guitar undir framførsluni hjá Petur, og hetta virkaði sera væl. Sigast kann einki annað enn, at framførslan var sera góð.
(Petur Pólson)
Bólkurin Punjab sum er mannaður við ungum dreingjum úr Havnini og Vágunum, høvdu eisini eina fantastiska framførslu. Teir spældu egin løg og eisini løg hjá m.a. James Brown. Framførslan hjá Punjab var sera energisk og væl koyrandi, tí at forsangarin í bólkinum koyrdi á, hoppaði og fekk orduliga gongd í. Stílurin var ráður og riggaði sera væl til tónleikin teir spældu
Funk, jazz og blues júst sum tað skal vera.
(Árni úr Punjab)
Eitt sum harmaði meg var mongdin á áskoðarum. Tað hevur kanska okkurt við staðið at gera, men hóast tað hevði eg væntað meiri fólk, men sigast skal, at tey ið vóru fingu heilt víst tónleik fyri peningin m.a. tá bólkurin The Colour Storm, ið onkursvegna minna um bretska indie rock bólkin The Kooks, vóru á palli.
Bólkurin the Dead Beat Punx høvdu ein framúr góða framførslu eitt nú við løgum sum Robot.
Við sera góðum sangi frá Pæturi Zachariassoni, keyboard tónum frá Peturi Háberg og einum hoppandi og væl spælandi Bartal Augustinussen á guitar, gjørdust sangirnir hjá bólkinum sera fangandi, og koma allarhelst at sita í høvdinum á mær leingi afturat.... vónandi :)
(Bartal úr Dead Beat Punx)
Undir konsertini gjørdist eg enn einaferð yvirraskaður yvir, at eitt land sum Føroyar við minni enn 50.000 íbúgvum kann rúma so nógvum fantastiskum tónleikarum. Eftir er bert at siga, at tey ið ikki vóru til hesa konsert mistu eitt sera væleydnað kvøld.
No comments:
Post a Comment