Those were the days!
2. mai 2013 - MLB
Stutt síðani kom eg á ein tanka, eg ikki havi megnað at lagt frá mær aftur. Eldri fólk siga ofta, at árini sum tannáringar vóru tey bestu. Hetta kann eg ikki relatera til; miskil meg ikki. Eg havi eitt vanligt lív við upp og niður túrum, men stórar trupulleikar havi eg so at siga ikki. Eg hugsi bara, at tað kann ikki vera satt at árini sum tannáringur koma at verða mínu bestu ár. Jú, eg skilji at hetta eru árini har eg so at siga, ikki havi nakra skuld, og eg havi ikki stóra ábyrgd av nøkrum, alt er nýtt og spennandi. Spennandi er tað heilt víst at vera tannáringur. Tað einasta eg SKAL, er at passa skúlan hjá mær. Á henda hátt skilji eg, hvat tey eldru meina, men um eg nú m.a. einaferð gerist pápi, kemur fyrsta árið sum pápi ikki at verða betri enn eitt av árunum sum tannáringur? Eg skilji, at tað at gerast pápi er ein stór ábyrgd, og at tað er strævið, men er gleðin av einum barni ikki betur enn tann stóri bardagin móti bumsum og dovinskapi? (Tað er sikkurt ringt at samanbera tað at gerast pápi og tannáringa lívið, men vónandi skilja tit tó hvat eg meini.)Hetta er nakað eg helst ongantíð komi at skilja, líka nógv hvussu eg spekuleri og spyrji komi eg nokk ongantíð til eina niðurstøðu, hvat av hesum er betri. Men um so er, at árini sum tannáringur eru tey bestu(eg vil helst sleppa undan at siga tað) so er lívið als ikki so gott!
Liggur nakað í hesum, ella er tað bert eg, ið noyðist at finna eydnuna í lívinum? Ja, líka veit eg.
GÓÐ BLOGGA MLB !!!!!!!!!
ReplyDeleteflott! Havi ofta hugsað um hetta, síðani tú nevndi tað :-)
ReplyDeleteHugsi ofta tað sama :))..
ReplyDelete