22.jun.13 - MLB













(Mynd av google)

Skápshurðin varð latin upp, og eg tók út regnklæði míni. Hósdagur var, og summarfrítíð mín var júst byrjað. Regnið díkti niður, og dagligi túrurin við hundinum stóð fyri framman. Sum áður sagt, hevði eg latið meg í regnklæði míni, men í dag regnaði av grimd, so eg noyddist eisini at taka regnskjólið við, men tað bert frøddi meg, tí eg í regni finni eg frið.

Spakuliga byrjaði eg at spáka niðan eftir steingøtuni, ið liggur upp ímóti eini lítlari á.
Longur uppi legði eg eygu míni á eina gentu, ið somuleiðis sum eg, gekk túr við hundi sínum. Eg væntaði annars ikki at síggja nakran annan úti í hesum veðrinum.

Hundur mín gekk av illum, og tískil mátti hann ikki koma í samband við aðrar hundar. 
Av hesum valdi eg at snara til høgru, og fór tí av leiðini hjá gentuni, ið gekk ímóti mær. Forvitin sum eg eri, snaraði eg høvdinum á, so eg kundi vita hvør hendan gentan var.

Har stóð Hon. Eg sá ei andlit Hennara, men vissur var eg í, at hetta var Hon, tí hund Hennara hevði eg sæð áður. Listaliga gongulagið og kropsburðin hjá Henni kendist eg eisini við.
Vit hava ikki eitt serligt samband, men hava samskift tvær ferðir áður, og ongantíð havi eg møtt persóni, ið hevði so nógv skil á øllum. 
Av bleytu rødd Hennara smeltaði eg, eg minkað fleiri ferðirnar, og brádliga var eg ein lítil veikur drongur, sum hugtikin sat og lurtaði eftir hvørjum orði.

Túsund tankar flákraðu gjøgnum høvur mítt, meðan regnið datt niður á regnskjólið. Tvey sekund seinni vendi eg við, við vón um at eg kundi sníkja meg inn á leið Hennara, og geva Henni eitt vinarligt "Halló" men nú var Hon burtur. Hvar bleiv Hon av?
Eg fór síðani at leita uppi og niðri, men ongastaðni var Hon at finna. Iðrandi stóð eg eftir við einari kenslu av tómleika.

Hví gekk eg ikki beina leið fram? Tað komi eg ongantíð at vita, men frá í dag av fari eg hvønn dag at ganga hesa somu leið, við vón um at møta henni, og lata úr mær eitt vinarligt "Halló."

No comments:

Post a Comment