19.AUG.13 - MARKUS
Nú er eitt brannýtt skúlaár byrjað, og fleiri ungdómar hava nakað heilt serligt at gleða seg til. Hetta skúlaárið hevur nevniliga størsta talið av nýggjum næmingum, ið byrja á studentaskúlunum kring landið. Sum fyrrverandi 'smølfur,' havi eg skrivað nøkur ráð til tykkum, ið eru byrjað og kanska ivast í, um tit fara at klára tykkum í nýggju umstøðunum. 

Ver fyrireikað/ur
Studentaskúlin hevur sera nógvar avbjóðingar, og tað er snilt, um tú roynir at fyrireika teg mest møguligt til tað, sum skúlin hevur at bjóða. Ver varug/ur við, at avbjóðingarnar krevja, at ein er álvarsamur. Munurin á fólkaskúlanum og studentaskúlanum er sera stórur, og í studentaskúlanum upplivir mann, at mann hevur sjálv/ur allarstørstu ábyrgd fyri síni útbúgving. Do yourself a favor: FYLG VIÐ! Ver eisini fyrireikað/ur uppá at keypa nógvar bøkur og annað tilfar (tó fáa næmingar møguleikan at søkja um stuðul eftir nakrar dagar). Royn at spyrja systkin, vinir ella onkran annan, um tey hava onkra bók, sum tú skal nýta. 

Ver fródlig/ur
Samskifti er týdningarmikið, og tað er altíð fyrimunarligt at tora at koma við viðmerkingum, spurningum, meiningum og øllum øðrum. Samskifti stimbrar læruna, og samstundis lærir tú eisini heilt nýggj fólk at kenna. Eisini er gott at minnast til at lurta, og ikki bara tosa sjálv/ur. 

Ver víðskygd/ur
Hugsa tær, kanska verður kjak um okkurt evni, sum fullkomiliga trívur teg, sum tú kanska ikki hevur havt áhuga fyri áður. Sum eg nevndi, hevur studentaskúlin nógv at bjóða; tá er gott at royna at vera víðskygd/ur, hava tol til at granska fleiri arbeiðsevni og rannsaka avbjóðingarnar, ið skúlin hevur at bjóða, og sum hevur. Studentaskúlatíðin er eitt stórt, og kanska títt størsta menningarstig. 

Ver stuttlig/ur!
Lívið sum studentaskúlanæmingur snýr seg ikki bara um setningar, rapportir, stílar og alt annað... nei, inn í millum er tað fantastiskt, um tú ella ein floksfelagi skipaði fyri einum floksballi. Eg haldi, at næstan øll kunnu vera samd um, at eitt stuttligt kvøld við flokkinum styrkir samanhaldið í flokkinum! Eitt annað, ið ein kann gleða seg til, eru skúlaveitslurnar, sum verða hildnar antin eina ella tvær ferðir um árið. Hugna tær, hav tað stuttligt! Til tíðir er tað heilt perfekt!

Enn einaferð, fylg við!
Hatta man vera mítt allarstørsta ráð. Tá tú ert í skúla, fylg við og lær eitt sindur! Tað er nevniliga tí, tú valdi at fara á studentaskúla, ikki so? 

Havið eitt gott skúlaár 2013-2014, øll somul.



2 comments:

  1. Hevur tu yvirhovdur ta stora uppliving I studentaskulanum??

    ReplyDelete
  2. Ja, haldi so vid!! Tit halda tykkum vita alt?? Og halda tykkum vera betur enn oll

    ReplyDelete