Don't drink the Kool Aid
Natalia Kills (f. Natalia Noemi
Keery-Fisher 15. august 1986) er songkvinna úr Bradford, Onglandi. Hon hevur
verið virkin síðan 1995, tá hon byrjaði sum sjónleikari í sendingini New
Voices. Sum 14 ára gomul byrjaði hon at skriva sangir, og í 2010 varð hon eitt nýbrot
í bretska tónleikaumhvørvinum, tá hon gav fyrstu fløguna Perfectionist út.
Hóast tónleikur hennara ikki fór beinleiðis á hittlistan, gjørdist hon eyðkend
fyri hennara stíl og list.
Kills syngur ofta sangir, sum innihalda myrk og døpur evni, sum eisini verða víst, tá hon ger sjónbond til teir. Eitt nú hevur hon sungið um at drepa sjeikin, tí hon er ólukkulig og forelskað í einum øðrum manni, í sanginum Kill My Boyfriend (sum hevur eitt sindur jaligt og festligt klaverspæl, sum ger sangin ekstra ironiskan og kyniskan). Í ár kemur ein nýggj fløga, Trouble, og ein sangur, sum er við á fløguni, er Controversy. Controversy, sum merkir trætumál á føroyskum, er sangur um alskyns trætumál, sum verða bert nevnd í ørindunum, og í niðurlagnum syngur og endurtekur hon: “Drink the Kool Aid (don’t drink the Kool Aid),” sum er ein amerikonsk myndbering. Nøkur evni, sum hon nevnir, eru skøkjulevnað, rúsevni, Molly (sum er slang fyri ecstasy, men tað kann eisini sigast, um eina gentu, sum tímir væl at fara í ball), dyrkan av onkrum ávísum, sex, cotton mouth (sum vísur á turkin í munninum, eftir at hava roykt hassj) m.a. Hoyr sangin niðanfyri:
No comments:
Post a Comment