Ung listakvinna er ólavsøkuframsýnari
27. juli 2013 - Markus 

Árliga ólavsøkuframsýningin í Listasavni Føroya letur upp ólavsøkuaftan, og í ár fær 18 ára gamla Elisabet Maria Pálsdóttir úr Syðrugøtu møguleikan at vísa fram hennara listaverk. "At mála ella at tekna er mín máti at vísa mínar kenslur uppá. Ein tekning/málningur er sum ein dagbók; tær innastu kenslurnar koma á pappírið," sigur hon í samrøðu við okkum.

Nær byrjaði tú at mála?
- Eg havi altíð, sum eg minnist, dámað væl at tekna og mála. Eg minnist, at eg málaði mín fyrsta málning sum 7 ára gomul.

Hví dámar tær tað so væl?
- At mála ella at tekna er mín máti at vísa mínar kenslur uppá. Ein tekning/málningur er sum ein dagbók; tær innastu kenslurnar koma á pappírið.

Hvaðani kemur íblásturin?
- Tað er ofta, at eg slett ikki havi hug at seta meg at mála ella at tekna, men so eru tað tíðir, har eg ikki kann fáa nokk av tí. Eg fái íblástur frá øðrum listamálarum, ofta frá tónleiki.

Hvussu er tað at hava ólavsøkuframsýning, og vónar tú, at hesin møguleikin kann føra teg víðari sum listakvinna?
Eg eri ógvuliga glað fyri, at eg fekk møguleikan at vera við til ólavsøkuframsýningina. Eg gleði meg at síggja framsýningina, og hvat hini hava at bjóða, tí at síggja listina hjá øðrum gevur mær íblástur.


Ólavsøkuframsýningin 2013 - Føroyingar, ið her nú koma saman letur upp ólavsøkuaftan í Listasavni Føroya, har Elisabet Maria Pálsdóttir, Dennis Agerblad, Hansina Iversen, Steinprent og fleiri onnur eru framsýnarar. Kurator er Kinna Poulsen. Les meira um framsýningina her.



No comments:

Post a Comment