Festival íblástur og pakkilisti
01.  juli 2013 - Markus & Una

Tað er ikki altíð lætt at vita, hvat ein fer at hava törv á, tá ein skal pakka til fleiri dagar. Tískil hava vit funnið okkum klædna íblástur og gjört okkum ein pakkilista, so vit fáa alt, okkum fer at nýtast, við. Heldur hava okkurt ov nógv við og ikki brúka tað, enn at hava brúk fyri onkrum og ikki hava tað, ikki so?

Fesival look #2

Festival look #1

Festival look #3

Festival look #4

Festival look #5

Festival look #6


Ein ógvuliga hentur lutur í regni er plastikk posar. Hetta kunnu vera smáir posar at verja tína telefon, myndatól o.l. ella stórir posar at verja tíni klæðir og annað, tú ynskir at halda turt. Svartir skrellisekkir kunnu eisini lættliga gerast til eitt regnslag, um ikki tú hevur eitt við.

Vatntættir skógvar ella gummistilvar eru eitt must! Tað er sera umráðandi at ansa eftir fótum sínum. Um tínar fötur eru dýggjvátar ov leingi, kanst tú gerast sjúkur og gera títt annars feita vikuskiftið heldur keðiligt. Skift skógvar og sokkar við jövnum millumbilum fyri at sleppa undan tí.

Legg eina pressending undir tjaldið, tá tú setur tað upp, fyri at skýggja at grundvatn ikki seyrar upp í botnin. Um pressendingin stingur longur undan enn teltið, falda so endarnar undir (mótið lendinum), so pressendingin ikki gerst eitt stað, har væta samlast. Legg síðani eina pressending yvir tjaldið fyri at verja ímóti regni og syrg fyri at festa hana ordiliga. Smart, ha?

Regn og ringt veður kann fáa teg í ringt lag, men bert um tú loyvir tí! Dansa í regninum og ver glaður, tí tú kanst ikki stýra veðrinum, men tú kanst gera eina roynd, at ikki lata veðrið stýra tær!






No comments:

Post a Comment