The Holy Mountain - Ein filmsperla
05. Februar 2013 - Anny


The Holy Mountain er ein kult filmur (Ein kultfilmur er ein filmur, ið ofta ikki fær/fekk so stóra "success" í frumsýningini, men so við vinna og vekja stóran áhuga, og fær av tí sama kultstatur) frá 1973. Leikstjórin og listamaðurin aftan fyri hesum fantastiska verkið er Alejandro Jodorowsky (f.1929), ið sjálvur leikaði, var tónsetari, leiktjaldameistari og kostumesniðgevi. Allan Klein, eisini kendur sum umboðsstjóri fyri tónleika bólkin The Beatles, var framleiðslustjóri.
Hetta er tann snedigasti, og serasti filmurin eg nakran tíð havi sæð, men tó mindblowing og ein hugvekjandi filmur, hann verður lýstur nágreiniliga, og ein kann ikki seta fingurin á nakað, hetta er ein fullgjørdur og framúrskarandi filmur. Eg viðmæli tykkum øll hendan filmin, hetta er í sær sjálvum ein filmsperla. 





No comments:

Post a Comment