Meðan trøini roykja  
21. Mars 2013 - Una


eg eri gjørd av glasi
knúst í túsundtals pettir
gongur tú á mær
eg søkki longur og longur niður
fyri hvørt fótafet
tú gongur
meðan trøini roykja
brennur tú í mær

eg royni at frelsa heimin
men heimurin roynir at frelsa meg
hann hoyrir meg ikki
hoyrir tú?
ljóðini tagna í orðunum
av ljóðloysi
meðan trøini roykja
brennur hugurin í tær

skilur tú einki
av ongum
sum hongur rundan um teg
ella eri eg bara í ørviti
mali runt
og runt og runt
meðan trøini roykja
brennur ørskapurin í mær

tað passar ikki
eg lúgvi tað alt
men nei
veitst tú ikki
tað passar
sannleikin hevur tikið yvir
meðan trøini roykja
brennur óvissan í tær

- Una Nielsdóttir Galán


6 comments:

  1. Sigandi! Fær á onkran hátt ein at hugsa seg um - setur tankarnar í gongd.
    Flott!

    ReplyDelete
  2. Vakurt skrivað, Una :)

    ReplyDelete
  3. Je dyrki teg Una! so væl skriva, og hatta fær ordiliga tankarnar at flákra runt, runt og runt... Love youre Birgith

    ReplyDelete
  4. wauv, málleys!

    ReplyDelete