Meðan trøini roykja
21. Mars 2013 - Una
eg eri gjørd av glasi
knúst í túsundtals pettir
gongur tú á mær
eg søkki longur og longur niður
fyri hvørt fótafet
tú gongur
meðan trøini roykja
brennur tú í mær
eg royni at frelsa heimin
men heimurin roynir at frelsa meg
hann hoyrir meg ikki
hoyrir tú?
ljóðini tagna í orðunum
av ljóðloysi
meðan trøini roykja
brennur hugurin í tær
skilur tú einki
av ongum
sum hongur rundan um teg
ella eri eg bara í ørviti
mali runt
og runt og runt
meðan trøini roykja
brennur ørskapurin í mær
tað passar ikki
eg lúgvi tað alt
men nei
veitst tú ikki
tað passar
sannleikin hevur tikið yvir
meðan trøini roykja
brennur óvissan í tær
- Una Nielsdóttir Galán
Sigandi! Fær á onkran hátt ein at hugsa seg um - setur tankarnar í gongd.
ReplyDeleteFlott!
Vakurt skrivað, Una :)
ReplyDeleteKUL
ReplyDeleteJe dyrki teg Una! so væl skriva, og hatta fær ordiliga tankarnar at flákra runt, runt og runt... Love youre Birgith
ReplyDeleteFeitt!
ReplyDeletewauv, málleys!
ReplyDelete