Cola freaks og onnur góð fólk - Tónleikur #1  
20. Mars 2013 - Anný


Bólkurin var stovnaður síst í 2006, við  tónleikarum  sum fyrr spældu í bólkum sum Tæve og Rotter!. Tónleikurin er inspireraður av '70 punk og new wave, og tað sum er tiltiki við Cola freaks er at sanginir eru allir á donskum. 
Navni Cola Freak er frá sanginum "Cola Freaks" hjá dansk punk bólkinum Lost Kids frá 1979.  

Cola Freaks - Dødt batteri


Sods var fyrsti danski punk bólkurin, teir byrjðu í heyst 1977. Bólkurin hevur vunni 10 danskar Grammy-prísar, og plátuhúsini Flow My Firetear (1991) og Glamorpuss (1994) vunnu heiðurin "Årets danske album". Í 1983 skiftu teir navn til Sort Sol.
Sods - Copenhagen 


Sjálvandi skal Sex Pistols eisini á ! 
Sex Pistols er eitt árinamiki enskt punk-band, ið hava gjørt størt merki í enskan punk-kultur í 70'. Bókurin var stovnaður í 1972 við Paul Cook, ið spældi trummir, Steve Jones sum forsangari og Wally Nightingale á guitar, undir navninum The Strand. I 74' skrifu teir navn til The Swankers og spældu fyri fyrstu fer fyri almenningini.  
I 75' gjørdust Jones og Nightingale óeinigir. Og endin var at Nightingale fór úr bólkinum. Joens tók plássi sum guitarleikari, og nýggji limurin Johnny Rotten kom uppí, eftir einari upptøkuroynd. Teir funnu hann í yndlings handlinum Sex Pistols í einari heimagjørdari blusu, á blusuni stóð skriva "I hate Pink Floyd". Og har funni teir fram til navni "Sex Pistols". 
Sex Pistols - God save the Queen



Eg elski hendan bólkin, teirra ljóð og klag er so deiligt og fokk tykkum'agtut. Eisini eitt punk/rock band frá 70, kundi tað verða betri ?

Wire - Pink Flag (Gotta love this)



Eg havi haft ein kærleika til Sonic Youth, síðani abbi mín og eg, í 2006, hugdu gjøgnum hansara band-samling, og vísti mær á sangin "Washing Machine" frá 95'. 
Sonic Youth er eitt noise rockband frá New York, frá 1981 - Og eg ELSKI tey.

Sonic Youth - Washing Machine 

1 comment: