Frá garaguband til G! Festivalin
23. Mars 2013 - Una

Ber tað til? Yepp, hetta megnaðu Tidal Crush uppá bert eina viku!
"Metalcore bólkurin hevði eina heldur óheldiga byrjan, men kom væl burtur úr tí aftur. Stutt sagt, sum ein bólkur av dreingjum, ið spæla í eini garagu." Soleiðis skrivaði eg um teir fyri viku síðani til Wacken Metal Battle. Eftir Sement, sum var í gjárakvøldið, ljóðar tó heldur øðrvísi.
Trúðfastu fjepparinir høvdu stillað seg væl til rættis fremst, klárir at headbanga. Tidal Crush trumfaðu í gjøgnum og koyrdu tað heim! Eitt tveymans-moshpit varð buldrað ígjøgnum frá byrjan til endans. Seinasti sangurin var slagarin Mr. Man, og Tidal Crush fekk alla áskoðarafjøldina at syngja við í niðurlagnum: Mr. Man so mighty and powerful! The ladies love his beard. He'll lift you with one arm, and tickle you with the other!
Tidal Crush gjørdist nummar tvey av sjey bólkum, og fekk bjóðað at spæla á G! Festivalinum í ár. Tidal Crush verður ynskt stórt til lukku við væl uppibornað sigrinum - flott, dreingir, tað er soleiðis tað skal vera!



Metalcore bólkurin, Tidal Crush, byrjaði at spæla í mai 2012, og hava teir broytt line-up nakrar ferðir síðan tá. Erland og Kim Joensen komu báðir uppí bólkin í novembur, og síðan tá hevur tað bara gingið framá hjá bólkinum. Wacken Metal Battle var sostatt fyrsta konsert teirra við nýggjari line-up.
Teir hava ætlanir um at skrivað nýtt tilfarð og at taka upp í nærmastu framtíð; um tað verður í ár ella fyrst í næsta ár er enn ikki greitt.


Vocals - Fríði Djurhuus
Lead guitar/Vocals - Bárður Danielsen
Bass/Vocals - Heini Djurhuus
Rhythm guitar - Erland Joensen
Drums - Kim Joensen



Hentar leinkjur:

No comments:

Post a Comment