Skal - skal ikki?
21. Februar 2013 - Una

Í farnu viku fekk eg eina opinbering. Eg lá og vendi og snaraði mær við andvekri. Tankanir mólu í høvdi mínum. Róptu og geylaðu. Líka hvussu nógv eg royndi at hugsa svart, vildu teir ikki tiga.
Tankin um at klippa hárið er ongantíð ordiliga farin frá mær síðan hesa náttina. Hann hevur ligið og lúrt í baktonkunum alla vikuna. Eg havi hugt at saksinum og tikið hann upp fleiri ferðir. Enn tá hildið hann tætt at hárinum, men síðani slept honum aftur. Man eg fara at angra tað? Hvat steðgar mær? Einki uttan mínir egnu tankar. Einki. Og nú verður tað!


Einir 30cm eru kliptir av hárinum, og ætlanin er at donera restirnar av svørtu lokkunum til Locks of Love, ið gera parúkkar til børn við kreft. Bleikta hárið kunnu tey nevniliga ikki brúka av ymsum orsøkum.



No comments:

Post a Comment