My kind of music #3
22. Februar 2013 - Una


Eg havi hesa seinastu tíðina havt eitt ting, har eg (næstan) bara havi lurtað eftir Led Zeppelin. Mín stóri kærleiki fyri Led Zeppelin byrjaði summarið 2011, tá eg ein heitan sunnudag var saman við besta vinmanni mínum. Hann legði plátuna Led Zeppelin III (frá 1970) á plátuspælaran, og vit sótu bara og chillaðu totalt. Eg bleiv endurmint á hendan fantastiska bólk, tá eg í vetur var og vitjaði eina vinkonu í Danmark. Hon koyrdi Black Dog á, og vit spældu við tankan um at stovna ein bólk við sama stíli, sum Led Zeppelin, tá hon einaferð flytir heim. Nær tað so verður (og um tað yvirhøvur verður nakað) er ein góður spurningur, sum eg ikki dugi at svara.
Her er mín persóligi favorittur, sum eg ongantíð kann fáa nokk av: Since I've Been Loving You.

No comments:

Post a Comment