My kind of music #2
20. Februar 2013 - Alda
Sangurin
eg havi valt er ”Holocene”
hjá amerikanska fólkatónleikaranum Justin
Vernon, betri kendur sum
Bon Iver. Mær hevur dámt sangin ótrúliga væl síðan eg hoyrdi
hann fyrstu ferð, á vári 2012. Heitið ”Holocene” er navnið á
einari barr, sum Justin
Vernon dámar væl. Eisini er Holocene navnið á okkara núverandi
klimatisku tíð. Justin Vernon sjálvur sigur at sangurin handlar
um, at fata, at vit sum menniskju hvør sær eru serstøk, men
somuleiðis eisini heilt vanlig.
No comments:
Post a Comment