Leyst flogvit, onki at heinta 
23. Februar 2013 - Anný

Eg havi sjúkan hug at blogga, at skriva og at skapa. Men eg eri tóm, uttan íblástur, ein eldasál uttan ein eld, uttan eitt lítið hugskot um nakað sum helst. Hvat er so at gera, onki er at heinta í Runavík. Runavík, mín lítla heim bygd, her eru russarir og kinesarir í hópatalið, men hvar er ungdómsins rødd í býnum, hvar er ljósið, hvar eru litinur, ið skal mála býin allar heimsins litir ? Vekk, útskriva og alt burtur í onki. Kanska, ella er her lív í ? Fólk spyrja : Anny kom oman í Rafik og keyp pitsa við shawarma. Nei takk, tað havi eg als ikki hug til. Mær dámar ikki shawarma, eg eri sera krasin, ein nr 12, takk. Soppar, shawarma og bacon er ikki heilt eg. Eg vil á kafé. Eg vil drekka heitt kaffé latte og hoyra alternativan tónleik. Hvat er at gera, onki. Onki nakað. Eg havi bílagt mær einir svakir skógvar, tað kann eg gleða meg, og síggja fram til. Babies kom til mommy here plz- 
Lívi er tó spennandi, um tú bert fert tey røttu støðini.

No comments:

Post a Comment