FOKK FORDÓMAR
12. Februar 2013 - Anny
Fokk
fordómar og ger meg leysan frá fordómum. Soleiðis havi eg altíð sagt. Eg havi altíð
følt meg sum eitt fordómsleyst menniskja. Eg havi ofta gjørt gjøldur burturúr ørðvísum
typum (bert fyri skemt), so eg skal ikki spæla so góð, sum um eg ikki havi
nakrar fordómar, men tó ikki nakað racistiskt grundlag fyri tí. Men tá ið eg
var minni hevði eg eitt størt hatur til heimleys. Eg helt tey vóru skitin og
for dovin til at gera nakað við tað. Sjálvandi eru tað nøkur heimleys, ið
verðuliga eru ov dovin til at gera nakað við tað sjálvi, eg haldi tað hevur
nógv at siga við viljan hjá tí einstaka. Men hov, aftur fordómar, fordómar, fordómar. Mítt lítla
hatur og mín fordómsfulla hugsjón til heimleys bleiv snúra 180 gradir, tá ið eg
var og ferðaðist í Danmark. Har sá eg eitt par sita úti á gøtuni, við einum
kufferti undir liðina. Í kuffertinum vóru øll tingini tey áttu. Konan sigur við
mannin at hon er svang, síðani spyr hon um tey hava ráð at keypa okkurt, franskan
ella bert onkran fastfood. Maðurin sigur at hann nokk skal finna út av onkum,
og ferð so. 10 min seinni, kemur hann aftur við einum ílatið við karrysild. Tey
felstu høvdu grenja um hetta, og sagt tey als ikki vildu eta bera karrysild, tí
tað er nasty (aftur fokking fordómar). Men hon tók væl í mótið tí, og tey
deildu karrysildina uppá tann mest kjerliga mátan. Tá byrjaði eg at trúgva uppá kærleika, CHEESY eg veit, at
sjálvt tá ið harðast leikar á og undir tey ringastu korðini, kanst tú yvirvinna
alt, um tú bert hevur kærleika. Tann dagin lærdi eg eina tídningarmikla lektiu,
ið eg kann taka við mær restina av lívinum.
Um
vit nú taka kvinnuna til dømi, vit skulu altíð framstanda so fittar og vakrar,
nikka til tað ið verður sagt okkum. Hví er tað ólekkurt tá ið kvinnur ikki raka
sær, bert lata tað vaksa og verða natúrligar. Hví verða vit stemplaðar sum
horir, um ein av okkum hevur kyst ein ella 4 dreingjir ov nógv, tá ið tað mótsatta kyni kann gera tað, uttan at fáa eina negativa síðu á seg. Og hjá
dreingjum, teir eru jú ih uhh so skitnir. Skulu ikki gráta, og mugu verða
harðir fyri at vera okkurt. Hevur okkara
kyn verðuliga so nógv at siga, hvussu vit skulu verða persónliga. Men nú fór
tað eitt sindur út um evnið. Tað eg royni at siga er ikki at vit nú skulu taka sympati fyri Hitler og allir teir dølgarnar. Men bert síggja verðuleikan í eyguni og góðtaka at fólk ikki eru eins og tú, og tað er ok. Atheistar eru ikki satanistar, tær noyðist ikki at ganga runt og raðast. Kristin fólk eru ikki botn keðulig bert tí tey ganga á møtið. Musilimar eru ikki allir drópsmenn og sjálvmorsbumbarir. Grønlendarir eru ikki allir alkoholikarir. Kaj Leo veit ikki heilt hvat hann ger, men hann er góður nokk.
Fordómar
leggur eitt lag millum fólk, ið er gjørt av ósikkurheit og lágt sjálvsálit, um
fólk bert lærdu at síggja í gjøgum hetta lagið, trúgvi eg at vit kundu fáa tað
nógv betri og lættari saman. So hví ikki siga : Fokk fordómar og ger okkum
fordómsleys.
FEITT!
ReplyDeleteFOKK FORDÓMAR !
ReplyDelete