Tankar
15. Februar 2013 - Sissal

Eg gangi ein túr í vetrarkuldanum fram við ánni við svartafoss. Tað er tað fagrasta veðri, tú kanst hugsa tær. Kuldin vekir allar mínar sansir. Eg kenni meg á onkran hátt heima undir stjørnuhimmalinum.
Tá eg var yngri, segði mamma mær, at áðrenn eg var fødd, var eg ein stjørna. Á himmalhválvuni hekk eg og blunkaði niður á hana. Eg hyggi upp og ætli at bjóða teimum túsundatals børnum hjartaliga vælkomnum í hendan deiliga heim. Men ongar stjørnur eru at síggja á himmalhválvinum. Sjálvt her eg standi, burtur frá ljósum úr vindeygum og lyktarpelum, lýsir okkurt so bjart at tað køvir stjørnurnar. Úr eygnakrókinum blendar okkurt mína sjón. Eg hyggi tann vegin, haðani ljósið kemur, men má hyggja niður aftur. Eg veit hvat tað er. Ein mynd, ið altíð sæst. Í fyrstanini ilskaðist eg á hetta ómenniskjaliga tingið, men nú er tað blivi ein partur av gerandisdegnum.Eg var møguliga ein stjørna áðrenn eg bleiv fødd. Men aftaná eri eg, líkasum øll onnur, blivin ein framleiðsla hjá hesum blendandi, tilgjørda ljósið.Sum flugur sveima vit rundan um hesi ljós, til vit raka heita glasið og detta lívleys niður. Ikki fyrr enn tá hava vit lært tað, tað at alt tað tilgjørda sum lýsir bjartari enn veruleikin hevur etið okkum. Men tá er ov seint.So eg vendi við aftur og gangi heim til mína teldu og mítt sjónvarp. Burtur frá stórum steyrum, ið lýsa uttan grund og hava oyðilagt mær kvøldartúrin. Nú er tað staðið, har eg slapp burtur frá veruleikanum eisini blivi veruligt. Eg skilji væl, hví ongar stjørnur sóðust, hví skulu tær gleða seg til at verða føddar niður á hesa jørð?Kanska er tað bara eg sum ilskist í hesu løtu. Nú tá eg endiliga tók meg saman og royndi at sleppa burtur eitt lítið bil, men varnaðist at tað var ógjørligt.


No comments:

Post a Comment