BYRTA
11. Februar 2013 - Una 

mynd: Sigríður Ella Frímannsdóttir
BYRTA er ein nýggj, føroysk electro/popp duo mannað av songkvinnuni Guðrið Hansdóttir og Janusi Rasmussen (Lama Sea og Bloodgroup). Hesi tónaskaldini hittust, tá tey bæði vóru búsitandi í Reykjavík og gjørdu royndir við ymsum sangum - úrslitið varð BYRTA. Eftir ætlan kemur fyrsta útgáva teirra út í vár. Tað er Guðrið, sum hevur skrivað sangirnar, meðan Janus Rasmussen hevur spælt øll ljóðførini og framleitt. Í sambandi við hetta havi eg fingið mær eitt prát við Guðrið Hansdóttir.

Hvussu byrjaði alt?
- Tað byrjaði um veturin 2011, tá eg fyri stuttum var flutt til Reykjavikar. Eg byrjaði rættuliga spontant at skriva nøkur føroyskt poppløg og fekk hugskotið at næsta fløga hjá mær skuldi vera ein elektro/popp fløga. Eg vísti Janusi, sum eisini er búsitandi í Reykjavík, demoir av løgunum og honum dámdi stak væl. Síðani byrjaðu vit at arrangera og taka løgini upp, og úrsltitið bleiv ein heil fløga við einans føroyskum tilfari.

Hví BYRTA?
- Eg hugsaði at tað hevði verið forvirrandi at geva hetta nýggja tilfarið út undir mínum navni, tí fólk kanska høvdu blivið forvirrað. Tískil eru eg og Janus ein nýggjur bólkur, og navnið Byrta er bara eitt navn sum so nógv annað. Men fyri meg merkir tað eisini eitt sindur at hetta er byrjanin til okkurt heilt nýtt - nýtt ljós í føroyskum tónleiki.

Hvussu er at vera tónleikari í Føroyum?
- Nú havi eg búð í Reykjavik tvey tey seinastu árini, men eri akkurát flutt heim aftur til Føroya. Eg haldi, tað er gott at vera tónleikari í Føroyum, tí man kennir øll og hevur eitt stórt netverk, og um man hevur brúk fyri at lána okkurt ella biðja onkran um eina tænastu, er tað einki problem. Tað einasta problemið er, at tað er ringt at liva av at einans spæla tónleik í Føroyum, tí tað eru so avmarkað støð at framføra á. Men eg spæli eisini nógv uttamlanda, so tað er kul.

Hvat inspirerar tykkum at gera tónleik?
- Vit eru mest inspireraði av skandinaviskum popptónleik sum til dømis Robyn, Niki and the Dove og the Knife. Men eisini hevur dagligdagurin hjá okkum í Reykjavík inspirerað okkum til at gera hesa fløguna.

Hvørjar framtíðarætlanir hava tit? 
- Fløgan hjá okkum kemur út í apríl/maj og vit ælta okkum at spæla fleiri konsertir í Føroyum í summar. Og vit erum øgiliga spent uppá hvussu fløgan hjá okkum fer at vera móttikin.

No comments:

Post a Comment