Eg veit ikki um eg eri livandi ella deyð. Ella eri eg bara føroyingur
3. Februar 2013 - Anny
Eg droymi meg burtur til heitar summardagar, eg klári næstan ikki at bíða til summarfrítíðina. Ongin skúlating, ongin venjing, onki nakað. Max chill. G! atgongumerkið komið í hús, nú koyrir tað. Eg gleði meg sonógv at hoyra Reptile Youth spæla á pallinum, tað verður so feitt. Reptile Youth er ein pop/punk duo frá Danmark. Mads Damsgaars Kristiansen og Esben Valløe stovnaðu bólkin í 2009. Eitt ár seinni vóru teir víðagitnir, eftir teir høvdu verið og spælt í Kina. Nú gleði eg meg, til tað verður mín túrur. Eisini gleði eg meg at sleppa út í heim at síggja nógv nýtt og gott. Summar 2013, kanst tú framskunda teg til 26. april, so vit ikki noyðast at bíða so leingi?
No comments:
Post a Comment