Improv everywhere
3. Februar 2013 - Anny



Tað hendur nógv í einum býi, ið aldrin svevur, tí her halda fólkini aftan fyri Improv Everywhere nemliga til.  Tað er eitt kollektiv, ið fyriskipar stuttligar og undarligar hendingar  runt í New York, sum bæði skapar gleði og ivingarsemi millum fólki, sum uttan víðari brádliga eru ein partur av tí. Tá ið ein, sum vit,  býr í Føroyum, hvørki kann luttaka í øllum hesum stuttleikanum, ella verða so heldig/ur at uppliva tað reint tilvildarligt, so er tað gott at onkur filmar tað, og leggur tað á youtube. 






Improv Everywhere hevur gjørt eitt skálkabragd, við hjálp frá nøkrum tvíburðum, ið saman gera eitt "menniskjaspegl" (broti niðanfyri). Tey seinastu árini hava eitt gjørt eitt event, har ið tey hava koyrt við farstøðini har eru nógv fólk, so tað er tað idiella staði at fara. Eitt er har tey ganga uttan buksur (broti omanfyri), tey hava sett lepar upp í farstøðini, ið lýsa tingini og  servera champagne, sum á  verðiligum lista depli. (hygg eftir brotinum HER) og mong mong onnur ting.




Improv everywhere er eitt super feitt initiativ við sera kreativum fólkum. Ein kann halda á at hyggja eftir teimun stuttliga brotinum, á teirra youtube rás, og síggja hvussu tey tendra og sløkkja ljóði úti á gøtuni, hvussu tey fáa eitt heilt basketball stadion til at leita eftir "Rob" (HER), og hvussu tann 400 ára gamli kong Philip Iv kann geva autografir frammanfyri eitt málarí av honum sjálvum (HER).

No comments:

Post a Comment