Young stupid mind - outfit Nº5
1. Februar 2013 - Una

Buksur - Sparkz | Blusa - endurnýtsla og DIY | Leðurjakki - Amisu | Skógvar - Creepers Underground
Eftir at hava gingið eina heila viku uttan svørt klæði, gleddi eg meg til at taka øll tey svørtu klæðini fram aftur í skápinum. Eg havi tískil gingið rættiliga nógv í svørtum alla hesa vikuna, og dagurin í dag er einki undantak.

Tá eg vaknaði til kavarokið í morgun, hevði eg bestan hug bara at venda mær á og sova víðari. Men tað bar sjálvsagt ikki til, tí støddfrøði roynd var á skránni henda morgun. Eg stríddi meg upp undan heitu og fjálgu dýnuni. Mínir deiligu Creepers vóru perfektir til ganga í kavanum í dag. Leðurjakkan havi eg arvað frá mammu míni, sum hevur keypt hann í Eysturríki fyri nøkrum árum síðani. Undir jakkanum eri eg í lekkru Sic hettutroyggjuni og einari Korn blusu. Blusuna havi eg sjálv seyma inn burtur úr einari XL mannfólka T-shirt, sum eg havi keypt í einum endurnýtsluhandli í Keypmannahavn.



No comments:

Post a Comment