Showing posts with label Ymiskt. Show all posts
Showing posts with label Ymiskt. Show all posts

11.OKT.13 - UNA

REDISTRIBUTION ONLY with mentioning the original source: © Anna Malan Jógvansdóttir & Una Nielsdóttir Galán

MYNDIR frá upptøkunum her
1.okt.13 - aNNÝ
Yaaay, eg eri eisini at finna á tumblr, trýst á her og kom fram á mín tumblr blogg.


Eg fekk eini boð, um at gera eina bloggu um mína fyrimynd, sætt at siga havi eg onga orduliga fyrimynd sum so, men tað eru fleiri sum eg háundri. Hesa fer havi eg valt Lady Miss Kier,
hon er DJ og sangarinda. 
Tað er ikki hennara tónleikur sum drevur meg, mær dámar faktisk onki serligt tónleikin hon spælur, men bert hennara verumáti og máti at síggja tingini uppá. 
Kierin Magenta Kirby var fødd 15 august, 1963, í Youngstown, Ohio, og vaks upp í Pittsburgh, Pennsylvania.
Tá ið hon fylti 19 (1982) vildi hon gerast sniðgevi, og fór tí á Fashion Institute of Technology fyri at lesa textile design. 
Í 1986 møtti hon Dmitry Brill, ið gekk undir navninum "Supa DJ Dmitry", hon skuldi sniðgeva einar silvur platforms (skógvar) og bláa-glitri spacesuit til Brill og hansara bólk "Shazork"
Eftir hesum royndi hon seg fram við tónleiki og byrjaði at skriva løg saman við Brill. 
Skjótt aftan á teirra fyrstu framførslu í 1986, møtti tey DJ Towa Tei, og saman gjørdu tey trý bólkin Deee-Lite, tey framførdu hvønn mána, og hvørjafer í einum nýggjum plaggi Kier hevði seyma. 
Eg elski tað at hon sjálv gjørdi øll klæðini tey framførdu í, og teirra videoløg eru "priceless" - love them. 








29.aug.13 - anný



Nú er summari av, hevði tad bara hildi eitt vet longri, ella meir.

19.AUG.13 - MARKUS
Nú er eitt brannýtt skúlaár byrjað, og fleiri ungdómar hava nakað heilt serligt at gleða seg til. Hetta skúlaárið hevur nevniliga størsta talið av nýggjum næmingum, ið byrja á studentaskúlunum kring landið. Sum fyrrverandi 'smølfur,' havi eg skrivað nøkur ráð til tykkum, ið eru byrjað og kanska ivast í, um tit fara at klára tykkum í nýggju umstøðunum. 

Ver fyrireikað/ur
Studentaskúlin hevur sera nógvar avbjóðingar, og tað er snilt, um tú roynir at fyrireika teg mest møguligt til tað, sum skúlin hevur at bjóða. Ver varug/ur við, at avbjóðingarnar krevja, at ein er álvarsamur. Munurin á fólkaskúlanum og studentaskúlanum er sera stórur, og í studentaskúlanum upplivir mann, at mann hevur sjálv/ur allarstørstu ábyrgd fyri síni útbúgving. Do yourself a favor: FYLG VIÐ! Ver eisini fyrireikað/ur uppá at keypa nógvar bøkur og annað tilfar (tó fáa næmingar møguleikan at søkja um stuðul eftir nakrar dagar). Royn at spyrja systkin, vinir ella onkran annan, um tey hava onkra bók, sum tú skal nýta. 

Ver fródlig/ur
Samskifti er týdningarmikið, og tað er altíð fyrimunarligt at tora at koma við viðmerkingum, spurningum, meiningum og øllum øðrum. Samskifti stimbrar læruna, og samstundis lærir tú eisini heilt nýggj fólk at kenna. Eisini er gott at minnast til at lurta, og ikki bara tosa sjálv/ur. 

Ver víðskygd/ur
Hugsa tær, kanska verður kjak um okkurt evni, sum fullkomiliga trívur teg, sum tú kanska ikki hevur havt áhuga fyri áður. Sum eg nevndi, hevur studentaskúlin nógv at bjóða; tá er gott at royna at vera víðskygd/ur, hava tol til at granska fleiri arbeiðsevni og rannsaka avbjóðingarnar, ið skúlin hevur at bjóða, og sum hevur. Studentaskúlatíðin er eitt stórt, og kanska títt størsta menningarstig. 

Ver stuttlig/ur!
Lívið sum studentaskúlanæmingur snýr seg ikki bara um setningar, rapportir, stílar og alt annað... nei, inn í millum er tað fantastiskt, um tú ella ein floksfelagi skipaði fyri einum floksballi. Eg haldi, at næstan øll kunnu vera samd um, at eitt stuttligt kvøld við flokkinum styrkir samanhaldið í flokkinum! Eitt annað, ið ein kann gleða seg til, eru skúlaveitslurnar, sum verða hildnar antin eina ella tvær ferðir um árið. Hugna tær, hav tað stuttligt! Til tíðir er tað heilt perfekt!

Enn einaferð, fylg við!
Hatta man vera mítt allarstørsta ráð. Tá tú ert í skúla, fylg við og lær eitt sindur! Tað er nevniliga tí, tú valdi at fara á studentaskúla, ikki so? 

Havið eitt gott skúlaár 2013-2014, øll somul.



Fyrstu ferð eg moggaði - Nº2
05. august 2013 - Dulnevnt

Tað er løgið at hugsa um tað, tí tað virkar so langt úti í verðini síðani. Tað er eisini langt síðani! Tað var áðrenn summarið í 2010, ið so vil siga at eg ikki havi verið meira enn 14 ára gomul. Harra mín gud, eg var lítil, men tað helt eg ikki tá. Onkrar av mínum vinkonum høvdu eisini roynt tað, so tað kundi ikki verið so galið, hugsaði eg. 
Tað byrjaði við, at eg hevði skrivað saman við einum dreingi, ið var ein árgang eldri enn eg, og vit gingu á sama fólkaskúla. Vit høvdu gott eyga á hvørjum øðrum - ella eg hevði ið hvussu er gott eyga á honum. Eg veit ikki. Tað leiddi so til, at eg skuldi koma og vitja hann til ein drekkamunn, og so skuldu vit hyggja eftir einum filmi. Eg minnist, hvussu tað kitlaði í búkinum, tá ið hann tók í hondina á mær. One thing lead to another.. Eg skuldi tíðliga upp og í skúla dagin eftir, so eg fór heim til gongu. Eg fór so ikki í skúla dagin eftir allíkavæl, tí eg var simpulthen so flóð. Eg gloymdi tað skjótt aftur, tí at eg bleiv liðug við 9. flokk tá - og fekk fleiri mussar tað summarið, men aldrin aftur frá dronginum, sum eg var saman við fyri fyrstu ferð!



Fyrst ferð eg royndi jolly green
17.  juli 2013 - Dulvnevt
Fyrstu fer eg royndi jolly green, var eg 15 ár og bangin fyri hvørjar fylgjurnar vóru. Eg og ein góð vinkona tosaðu um, at nú mátti okkurt spennandi henda millum alt tað keðiliga og vanliga skúlalívið, okkurt vit aldrin áður høvdu roynt, okkurt farligt, okkurt yolo - tað bleiv so til hash. Tað var tað svakast vit kundu koma framm til tá. Vit googla'u hvussu tað kendist at vera ávirka, og hugdu eftir eitt hav at dokumentarum sum boðaðu frá hvussu farligt og illa tað fór við kroppin - ið gjørdi tað eyka meira spennandi at royna hesa farligu plantuna. Eg fekk so eitt lítið fitt mix frá einum, eg kendi, og viðkomandi vísti mær hvussu vit skuldu gera. Nakrar dagar seinni settu vit okkum út við hav, festu eld í  og andaðu inn. Fyrst føldu vit einki, men tá ið vit vóru komnar oman til grasi fór hjarta at banka, eins og hjartaði hálaði okkum niður at sita, høvdið tómdist við tonkum og kroppurin byrjaði at ristast eins og fanin var eftir okkum, men á ein deiligan hátt sjálvandi. Alt gjørdist so undarliga deiligt, so tómt. Tá ið vit høvdu siti eina løtu skeivar í høvdinum fóru vit víðari í býin, at møtast við vinfólkini ið øll róptu og garteraðu skít full. Tað tóktist so undarligt, her gingu vit millum komandi politikaranumsakføraranum og pedagogum, heimaurin er fucked up var einasta eg kundi hugsa, men mær dáma tað soleiðis, svøk ung menniskju, sum nokk koma til fornuft fyrr ella seinni, tey liva lívi áðrenn tað er ov seint, men nú eg hugsi nærri so er tað aldrin ov seint at liva lívi. 
Alt gekk so seint fyri seg, nær um slow motion, ein minuttur var sum ein 1 tími, og 1 tími sum 1 minuttur. Annars hendi ikki so nógv meir, vit fóru heim, løgdu okkum í heitu bleytu songina og sovnaðu við tað sama, kroppurin føldist sum blýggj, eg havi aldrin áður sovi ein so fastan og góðan blund í mínum lívi, eg havi ei heldur følt meg so rebelskan sum júst tá. 

           Ein listi- Honey Boo Boo 
                                                                                                           06.  juli 2013 - Anný

Her er ein listi yvir alt sum kann hugsast - eitt lítið síðuspring bloggurin kann síggja undaligur út vegna umvæling 

1# Pretty In Pink 

Pretty In Pink er allarhelst mest kliché chick flick filmurin í heiminum. Andie gongur í High School, hennara status er í botn tí hon er kiksa og fátøk, mamma hennara er rýmd og kemur aldrin aftur. Men knappliga far ein ríkur og flottur drongur eyga á hana, og restina kunnu tit væl sagtans gita. Men hóast at hann er so tiltikin uppá allarmátar, er hann líka góður hvørja fer. 



yndis partur !


2# Toddlers & Tiaras

Vanliga hyggi eg als ikki eftir reality shows, eg haldi tað verða tápuligt og so langt frá verðuliga verðuleikanum, sum tað jú sigur seg at vísa. Men so sá eg eitt klipp av einari fittari lítlari gentu "Honey Boo Boo Child", og eg var horvin burtur í reality rokinum. Toddlers & Tiaras er ein sending um tann undarliga heimin "of the child beauty pageants", um genturnar ið luttaka, og (til tíðir tær ræðandi) mammurnar sum melda børn síni til.
Um Toddlers & Tiaras ikki er high-class drama, veit eg onki. Stórt uppsett hár. Familju stríð (Daddio Cool heldur tey nýggju klæðini eru íso "bondage-y"). Kjólar fyri fleiri túsund krónur. Risa stórar diamant krúnur. Backstage catfights.
Hetta er mikrokosmos, ein pinkalítil heimur við stjørnum, ið ikki duga at undirskriva sítt egna navn enn. Hetta er ræðuligt, hetta er fantastisk, hetta er reality sjónvarp av tí fínasta.

3# Drew Barrymore og annað íbastur

Drew Barrymore í hennara ungu døgum er mín størsta íblástrar kelda fyri tíðina. Hon var tann kulasta við myrkum varrum og blómur í hárinum. 


#4 Tónleikur 
Karla Devito - We Are Not Alone

Kim Wilde - Kids In America

Madonna - Like A prayer


Roxette - She's Got The Look


Cyndi Lauper - Girls just wanna have fun


-Anný
Festival íblástur og pakkilisti
01.  juli 2013 - Markus & Una

Tað er ikki altíð lætt at vita, hvat ein fer at hava törv á, tá ein skal pakka til fleiri dagar. Tískil hava vit funnið okkum klædna íblástur og gjört okkum ein pakkilista, so vit fáa alt, okkum fer at nýtast, við. Heldur hava okkurt ov nógv við og ikki brúka tað, enn at hava brúk fyri onkrum og ikki hava tað, ikki so?

Fesival look #2

Festival look #1

Festival look #3

Festival look #4

Festival look #5

Festival look #6


Ein ógvuliga hentur lutur í regni er plastikk posar. Hetta kunnu vera smáir posar at verja tína telefon, myndatól o.l. ella stórir posar at verja tíni klæðir og annað, tú ynskir at halda turt. Svartir skrellisekkir kunnu eisini lættliga gerast til eitt regnslag, um ikki tú hevur eitt við.

Vatntættir skógvar ella gummistilvar eru eitt must! Tað er sera umráðandi at ansa eftir fótum sínum. Um tínar fötur eru dýggjvátar ov leingi, kanst tú gerast sjúkur og gera títt annars feita vikuskiftið heldur keðiligt. Skift skógvar og sokkar við jövnum millumbilum fyri at sleppa undan tí.

Legg eina pressending undir tjaldið, tá tú setur tað upp, fyri at skýggja at grundvatn ikki seyrar upp í botnin. Um pressendingin stingur longur undan enn teltið, falda so endarnar undir (mótið lendinum), so pressendingin ikki gerst eitt stað, har væta samlast. Legg síðani eina pressending yvir tjaldið fyri at verja ímóti regni og syrg fyri at festa hana ordiliga. Smart, ha?

Regn og ringt veður kann fáa teg í ringt lag, men bert um tú loyvir tí! Dansa í regninum og ver glaður, tí tú kanst ikki stýra veðrinum, men tú kanst gera eina roynd, at ikki lata veðrið stýra tær!






22.jun.13 - MLB













(Mynd av google)

Skápshurðin varð latin upp, og eg tók út regnklæði míni. Hósdagur var, og summarfrítíð mín var júst byrjað. Regnið díkti niður, og dagligi túrurin við hundinum stóð fyri framman. Sum áður sagt, hevði eg latið meg í regnklæði míni, men í dag regnaði av grimd, so eg noyddist eisini at taka regnskjólið við, men tað bert frøddi meg, tí eg í regni finni eg frið.

Spakuliga byrjaði eg at spáka niðan eftir steingøtuni, ið liggur upp ímóti eini lítlari á.
Longur uppi legði eg eygu míni á eina gentu, ið somuleiðis sum eg, gekk túr við hundi sínum. Eg væntaði annars ikki at síggja nakran annan úti í hesum veðrinum.

Hundur mín gekk av illum, og tískil mátti hann ikki koma í samband við aðrar hundar. 
Av hesum valdi eg at snara til høgru, og fór tí av leiðini hjá gentuni, ið gekk ímóti mær. Forvitin sum eg eri, snaraði eg høvdinum á, so eg kundi vita hvør hendan gentan var.

Har stóð Hon. Eg sá ei andlit Hennara, men vissur var eg í, at hetta var Hon, tí hund Hennara hevði eg sæð áður. Listaliga gongulagið og kropsburðin hjá Henni kendist eg eisini við.
Vit hava ikki eitt serligt samband, men hava samskift tvær ferðir áður, og ongantíð havi eg møtt persóni, ið hevði so nógv skil á øllum. 
Av bleytu rødd Hennara smeltaði eg, eg minkað fleiri ferðirnar, og brádliga var eg ein lítil veikur drongur, sum hugtikin sat og lurtaði eftir hvørjum orði.

Túsund tankar flákraðu gjøgnum høvur mítt, meðan regnið datt niður á regnskjólið. Tvey sekund seinni vendi eg við, við vón um at eg kundi sníkja meg inn á leið Hennara, og geva Henni eitt vinarligt "Halló" men nú var Hon burtur. Hvar bleiv Hon av?
Eg fór síðani at leita uppi og niðri, men ongastaðni var Hon at finna. Iðrandi stóð eg eftir við einari kenslu av tómleika.

Hví gekk eg ikki beina leið fram? Tað komi eg ongantíð at vita, men frá í dag av fari eg hvønn dag at ganga hesa somu leið, við vón um at møta henni, og lata úr mær eitt vinarligt "Halló."
Útgávugonsert: Earth Divide
19.  mai 2013 - Una

Leygarkvöldið 18. mai var útgávukonsert í Perluni hjá progressiva metalcore bólkinum Earth Divide. The Interzone Boys og Reduced To Ash hitaðu upp.

REDISTRIBUTION of all photos ONLY with mentioning the original source: ©Una Nielsdóttir Galán, Fjøllini Dansa

Earth Divide // facebook
Reduced To Ash // facebook // youtube
The Interzone Boys //


Fucking old people from behind
30. apríl 2013 - Una


fucking old people from behind // facebook



Gestablogga: Lív
23.  Apríl 2013 - Kristina

Kristina Clementsen er 16 ára gomul og gongur á Studentaskúlanum í Hoydølum. At skriva er eitt, sum hon ger nógv av, og hevur hon gjørt tað leingi. Les persónligu bloggu hennara HER.



Tey kavakløddu, myrku trøini spældu sær á kalda vetrardegnum. Áin var fryst, og tú hoyrdi einki annað enn kalda vindin, ið lat seg reka í luftini. Tíðliga á kvøldinum, tíðliga á árinum, og tí var tað longu byrjað at skýma tíðliga á degnum. Hon gekk, við løttu fótafetum hennara, omaneftir tí vælkenda vegnum. Framvið sokallaða grøna, vakra skógin, har dunnur og hugnaligar familjur vóru vanligar leygardagar. Hon skeitti niður í posan til nýggja, hvíta kjólan, ið glitraði júst sum hvíta, kavaklædda gongugøtan. Tankar hennara høvdu vent sær alla vikuna um hendan leygardag, ið skuldi fyllast við gleði og rúsandi kenslum. Rúsandi gleðin skuldi fylla hana og vinfólk hennara aftur hetta vikuskiftið. Tað var sum um, at hetta var vorðið ein long ringrás, ið ikki var ónd, men heldur ikki kundi brótast. Um tað var ringt ella gott hevði hon ongantíð áður givið sær ein tanka um fyrr enn mamma hennara suffaði, tá ið hon gav henni tey boð um, at vikuskiftið skuldi brúkast í býnum. Ikki fyrr enn hon hoyrdi tær syrgjandi varrar, ið lótu navn hennara frá sær, “Lív, elskaða”, men hesin tanki varð skjótt sleptur, tá ið vakri, nýggi kjólin varð tikin fram. Vøkru bein hennara sóust í kjólanum, og klæna miðjan varð togað longur inn við stramma bandinum, ið varð bundið um kjólan. Spegilsmynd Lívs var prýtt við gleði, og hon droymdi seg á kvøldið. Kvøldið, ið ongantíð skuldi gloymast fór nú at byrja.

Út úr bilinum slepti hon dreyminum, vinkaði til kæru hennara, og fór inn í svarta húsið har kvøldið skuldi byrja. Nú var veruliga myrkt, og tað líktist til, at mánin fór at fara undir grá og tung skýggj. Inni var heldur ljósari, men tó lá eitt myrkt lag yvir ljósinum, ið spældi sær runt og skapti hugnaliga huglagið. Lív var ikki tann fyrsta, meir ein av teimum síðstu, ið var komin. Øll høvdu tosað um hetta leingi, og aftaná fór tað neyvan at vera minni tosa um. Tað var skrúva upp fyri tónleikinum, fjøldin gjørdi vart við seg, og øll vóru í góðum lag. Syngjandi posar teirra vóru fyri langari tíð síðani tiknir fram á borðið. Tey vildu hava hetta at byrja, júst sum tað ongantíð skuldi enda. Oman eftir hálsinum sveið tað, og meira tað rann niður, meira byrjaðu eyguni at blikna. Av hesum misti kroppurin kensluna av at kenna, og varð blakaður til eitt annað stað.

Tað kendist sum ein syngjandi rúsur, ið hon ei vildi sleppa. Hann dansaði runt í høvdið hennara, og tók hana runt tær leiðir, ið hon vildi fara. Ljósini gjørdust kámari og litirnir sterkari. Tónleikurin gjørdist harðari og rødd hennara fjaldi seg aftanfyri alt annað. Eygu hennara opnaðust, hóast hon blundaði í myrkrinum. Hon sang seg burtur við øðrum røddum, ið køvdu hennara. Ein heimur, ið ikki var til í veruleikanum var til í rúsinum. Fangandi rúsurin, vildi ei sleppast av nøkrum, ið rúsaður var. Øll vistu , at nú var tíð til, at fara útum dyr, og møta øðrum lívligum menniskjum. Teir tunnu jakkarnir og høgu skógvarnar vóru tiknir uppá seg, og klárt var at fara, við øllum fløskunum, omaneftir har lív var í.

Har meira niðurum kom, kámaðust eygu eins sjálvan meir. Hon sá ei longur litirnir á fjøldini, ið fyrr vóru har. Hon var komin útum.  Tað hevði lagt seg ein svørt toka frammanfyri eygu Lívs, og myrku trøini bardust heldur enn at gleðast. Kaldi vindurin blæs hart á kalda kroppin, ið ei longur vildi opnast, men balla seg saman til eitt. Skógurin tók hana inn til sín, risti hana, hugdi at henni og slepti henni avstað. Út í leysa luft, leysan heim har, ið eingin kundi fevna um við reinum hondum. Rúsandi heimurin var ei longur virkin, men fjaldi veruleikin opnaði seg. Opnaði seg fyri tí óseka, ið ei longur skuldi virka. Óseki nakni kroppurin lá á gongugøtini, opin fyri øllum, og kavaklædda gongugøtan fyltist við enn meira kava. Frystandi kavin fekk munnin at skríggja dreymarnir út, og teir flákraðu við í vindinum. Skríggið drap allar livandi kyknur, ið fyrr høvdu livað í sær. Ljóðið kimaði í oyrunum, og fekk andadráttin upp at koyra. Sveittin rann, og kroppurin ristist. Alt í einum, og svarta tokan hevði lagt seg tjúkt um eyguni. Einki sást, júst sum, at einki var hent.

Samankroystu eyguni, ið hon akkurát fekk opnað, sóu onkran við trøini. Ein í reyðan jakka, ið sá at kavaflykrurnar vóru reyðar av kroppi hennara. Hon skríggjaði tað, ið hon var ment. Eftir hesum manni, og við tungum fótafetum gekk hann leiðina ímóti henni. Uttan eitt orð tók hann gomlu telefon sína fram, og ringdi til tey hægru. Til tey, ið setti henni hundraðtals spurningar um einki. Tey vildu ikki hava hana har longur, og søgdu henni ímóti øllum. Í svarta, loyndarfullan bilin varð hon koyrd heim í, har eingin annar tók ímóti henni uttan song hennara. Hon legði seg í songina og undir heitu dýnuna, har ið tryggleikin skuldi raka hana. Har skuldi heita dýnan verja og verma hennara. Meðan kroppur hennara bliknaði frá kuldanum kendi hon aftur tær stóru, andstyggiligu hendur hansara um kropp sín, og tær læstu seg fasta.