Showing posts with label Tónleikur. Show all posts
Showing posts with label Tónleikur. Show all posts
8.OKT.13 - MARKUS

JET PLANES, ISLANDS, TIGERS ON A GOLD LEASH

Ella Maria Lani Yelich-Connor ella Lorde úr Nýsæland er bert 16 ára gomul, men stórhittar longu í fleiri londum við løgunum Royals og Tennis Court. Eisini er hon fyrsti einsangari úr Nýsælandi, ið eigur eitt 'nr. 1' lag í USA. Hoyr Royals niðanfyri.
Mynd: Una Nielsdóttir Galán


Die Antwoord er ein suðurafrikanskur futuristiakur rap-rave bólkur við Ninja og Yo-landi Vi$$er, sum eru gift og hava eina dóttir saman, á odda. Bólkurin varð stovnaður í 2007/08 í Cape Town. Við tekstum á afrikanskum, xhosiskum og enskum hevur bólkurin givið út tvær plátur, $O$ og Ten$ion. Fyrsta framførsla teirra var í 2009 á Ramfest 3.

Tey hava ætlanir um eisini at byrja at arbeiðia við filmi. Soleiðis segði Ninja við blaði Exclaim!: "Vit hava ein, sum vit fara at arbeiða uppá komandi árið, sum eitur The Answer. Tað er líkasum søgan um hvussu Die Antwoord byrjaði. Tað er líkasum okkara megi, og har okkara orka verður nýtt í løtuni."

Fyrstu ferð eg hoyrdi Die Antwoord var, tá videolagið til Baby's On Fire kom út á sumri 2012, og eg varð við eitt hooked. Eg hevði ongantíð áður hoyrt nakað líknandi, og satt at siga er hetta als ikki tónleikur, mær vanliga dámar. Tað er okkurt serstakt yvir tónleikinum og teirra attitude, sum fangar meg.
Mynd: Alda Mohr Eyðunsdóttir | Playlisti: Una Nielsdóttir Galán
26.AUG.13 - ANNÝ
Eg orkaði ikki at taka nakrar fancy myndir av mínum klæðum, so eg læt bara vera. Vóandi síggja tit nøkunlunda hvat eg var í fyri nøkrum vikum síðani, tá ið myndin var avmyndna.


Blusa: Adidas -  Endurnýtsla/ Skjúrta: Zara / Buksur: Endurnýtsla / Sokkar: Endurnýtsla / Skógvar: Creepers - Endurnýtsla/ Húgva: Ein gáva / 


2o.AUg.13 - alda

Playlisti og mynd: Alda Mohr Eyðurnardóttir 


Even Hitler had a girlfriend - Playlist 
11. august 2013 - Anný



Mynd Anný Djurhuus

Eg havi samla allan tónleikin, ið hevur sveima fyri mínum oyrum í summarferðinum. Alt frá opera til blingbling pussy rap. (Trýst á nøvnini, og tónleikurin kemur fram) 



Ferðin Til Heljar
26.  juli 2013 - Una

Tað var í 2010 tað heila byrjaði. Íslendski víkingabólkurin Skálmøld høvdu givið út fløgu ígjøgnum plátufelagið Tutl. Tískil slóðu teir seg saman við Hamferð, ið ynskti at spæla í Íslandi. Teir settu eina konsertferð saman, sum varð kallað Ferðin Til Heljar og gjørdist eitt árligt ting. Hetta varð gjørt bæði fyri samstarvið millum føroyskar og íslendskar málmbólkar, men eisini fyri at føroyingar og íslendingar komu at kenna betur málmtónleikin frá báðum londunum. Í ár vóru tað íslendsku Angist og føroysku Earth Divide, sum tóku Ísland og Føroyar við stormi.

Tá tey øll, bólkar og crew, vóru komin til Føroya og høvdu fingið alt uppá pláss, hittust vit øll heima hjá Jóhan "Freddy" Fríðriki Sanderson, har vit hugdu eftir upptøkum av filmsbrotum og konserturm teirra úr Íslandi. Tað var tíðiligt, at tey høvdu havt eina fantastiska og minnisríka ferð. Og sjálvandi gekk ein skál av íslendskum Djúpur runt. Síðani skiltust leiðir okkara, men tað var ikki leingi, áðrenn vit hittust aftur á keiini í Tórshavn. Vit vóru klár at seta kósina ímóti Helviti.



Beint komin suður gekk leiðin til Borgina, har kvøldsins konsert skuldi verða. Vit fluttu ljóðførini inn, og alt varð sett upp. Undir ljóðroyndunum stakk ein trupuleiki seg upp: ljósið bleiv við at slókna, tá Earth Divide spældu. Neyðugt var at steðga ljóðroyndunum og fáa greiðu á hesum, so hetta ikki varð ein trupuleiki undir sjálvari konsertini. Síðani gekk leiðin oman í húsini, har vit skuldu gista fyri náttina, fyri at búseta okkum og chilla áðrenn kvøldið byrjaði av álvara. Beint áðrenn dyrnar í Borgini lótu upp kl 20, drønaðu vit niðan. Tann heldur tómi salurin skuffaði okkum eitt sindur. Eg kundi telja áskoðarafjøldina á einari hond, um ikki crewið varð talt við. Afturat tí fjaldu gestirnir seg nærum í barrini allatíð - come on, Suðuroy! Heldur var salurin fyltur við royki og diskoljósum, sum ikki hóskaðu heilt so væl inn hetta kvøldið. Men hinvegin: okkurt mátti fylla salin, ikki so?



Vegna sjúku hjá trummuspælaranum hjá Angist, Tumi Snær Gíslason, høvdu tey avgjørt ikki at spæla hetta kvøldið í vón um, at hann kom púra fyri seg til hinar báðar konsertirnar á ferðini. Tískil vóru tað bert Earth Divide, sum spældu hetta kvøldið. Heldur ópeppaðir trinu teir á pallin, tá tað ikki gav meining at bíða eftir fleiri áskoðarum longur. Teir kláraðu seg sum altíð væl og enn einaferð bergtaka teir. Energiskir renna Freddy og Fríði Tanngaard Bjørgvin millum áskoðaranar, og damurnar báðar fáa ein muss í part. Umframt síni egnu løg spældu teir "Opið Hav" hjá Hamferð, tó ikki heilt, sum hann vanliga verður spældur. Teir spældu hann nevniliga í raggae stíli. Hetta var ógvuliga feitt, og lítla fjøldin sveiggjaði við raggae rútmunum. Kvøldið varð rundað av við einari funky jam session, har øll vístu fram síni dansiførleikar. Hóast lítlu undirtøkuna varð hetta eftir mínum tykki eitt sera væleydnað kvøld. Men enn var kvøldið ikki av: nú skuldi riggast av og síðani var tíð til eina kalda ella tvær afturat, áðrenn leiðin enn einaferð gekk oman í húsini.




Klokkan 6 morgunin eftir vórðu vit øll vakt. Vit runnu runt eina løtu og fingu alt uppá pláss og vaskaðu tað seinasta upp, áðrenn vit øll einn eina ferð sótu klár í tourbussinum hálvan tíma seinni. Hesa ferð var ikki eins lívligt í bussinum og kvøldið fyri. Og í bátinum var ikki nógv fragari. Øll sótu vit hálvdeyð uppiyvir morgunmatinum, áðrenn vit sovnaðu. Komin fram til Havnar varð farið í Perluna at lessa ljóðføri og tílíkt av áðrenn vit enn einaferð skiltust og fóru hvør til sítt at millum annað heinta inn uppá mistan svøvn.

Til vinstru frá inngongini var ein lítil básur, har møguleiki var at ogna sær Angist og Earth Divide merch, millum annað T-shirts, fløgur og patches. Fríði bjóðaði áskoðarunum vælkomnum, og relativt nýggi melodiski málmsbólkurin Reduced To Ash setti gongd á kvøldið. At byrja við vóru teir eitt sindur smædnir og heldur bundnir at ljóðførum sínum, um ein kann siga tað soleiðis. Men fantastiski frontmaðurin Eyðun Hvannastein megnaði við sínum himmalvendu eygum og djúpu skrálum at fáa lív í staðið.




Næst á palli - ella kanska heldur: á gólvið - var íslendski deyðamálms kvartein Angist. Øll við krígsmáling bæði á ørmum og andliti trinu tey á pallin og tóku fjøldina við stormi. Frontkvinnan Edda Tegeder Óskarsdóttir skarðaði framúr og syrgdi fyri, saman við restini av bólkinum, at øll vóru við teimum. Hetta var fyrstu ferð eg upplivdi Angist, og livdu tey púra upp til allar mínar forvæntningar og meira enn.



"Eru tit á fokking lívið?!" ljóðaði frá Freddy, og fjøldin rópti aftur í gronina á honum, í tí at Earth Divide traðkaðu fram. Byrjað varð við Claustrophobia, sum spakuliga varð byrdur upp ... inntil Sigurd Justinussen fokkaði trummurnar upp. Men tað var ikki verri enn so, at teir byrjaðu umaftur, og komu teir væl burturúr tí aftur. Flott! Komnir væl í gongd vóru teir feitir sum altíð, og fjøldin var á gosi, líka til teir fóru av pallinum og longri enn.

Nógv fólk vóru komin saman frammanfyri lítla pallinum á spæliplássinum í Gøtu, tá seinasti parturin av Ferðini Til Heljar varð sparkaður í gongd av Angist. Sólskinsveðrið druknaði skjótt í fantastisku tónunum, tá deyðsmálmurin streymaði úr hátalarunum. Eg lúgvi tað ikki, tá eg sigi, at ikki ein sál ikki eygleiddi Eddu við beundran, tá hon skrálaði í mikrofonina á ein hátt, sum ein annars skuldi trúð var ógjørligur. Fyri ikki at tosa um svaku gittartónarnir frá Gyðu Hrund ÞorvaldsdóttirHetta var so púra vist ikki seinastu ferð, eg lurtaði eftir Angist, tað kann eg lova tykkum fyri!

Fjøldin gjørdist alsamt størri, tá eingir aðrir enn Earth Divide trinu á pallin. Øll ákoðarafjøldin stóð í einum trunka bein framman fyri Freddy, sum stóð heilt fremst á kantinum á pallinum og fevndi tey við rópum sínum. Avbera feit konsert, sum ikki einaferð. At enda varð neyðugt at bróta teir av, tí teir sluppu ikki at spæla longri. Hetta hóvaði hvørki áskoðarafjøldini ella bólkalimunum, og tey at buuh'a eftir partypooparinum í øði. Men einki nyttaði, tíðin var farin undan teimum, og Earth Divide mátti so pent pakka saman og fara av pallinum aftur. Endastøðin var rokkin, og ferðin var liðug; vit fóru komin fram til Helvitis.



Hanna Vang hevur tikið myndirnar.

hentar leinkjur:
Angist // youtube // last.fm // facebook // twitter 
Earth Divide // facebook
Reduced To Ash // youtube // facebook
Upp Við Hornunum // facebook



Tónleikur sveimar í oyru mínum
13.  juli 2013 - MLB

Í kamarinum siti eg einsamallur. Eg drekki tea, og tankar um alt millum himmal og jørð, hava fest seg í høvdið á mær. 
Eg hugsi um teg, eg ivist í, um tað veruliga passar at tea er stimbrandi fyri likamið, og eg gleði sum eitt lítið barn til í kvøld. Hvussu ber tað til, at tú vart so glað fyri tað, eg segði?
Hvat hevði eg ikki givið, fyri at tónleikur skuldi verði við mær ta løtuna, eg greiddi tær frá um tankar mínar. Um bert tónleikur altíð var hjá mær, kundi einki nakrantíð steðga mær.
Eg elski tónleik, og kenni á mær, at gjøgnum tónleik kann eg geva informatión um hvør eg eri, uttan at avdúka ov nógv. Tí vil eg vísa tykkum á nøkur løg mær dámar serstakliga væl


Nirvana(Leadbelly Cover) -Where did you sleep last night

Fleetwood Mac -Go Your Own Way



Simon and Garfunkel -Bridge over troubled water


The Smtihs -This Charming Man


Nirvana-Blew

Jim Strugess(The Beatles Cover) -Something


Led Zeppelin -Over the Hills and Far Away



Tallest man on earth -The dreamer
Upphiting til G! Festivalin
02.  juli 2013 - Una

Tónleikur, tjalding og tjill - nú er (endiliga) aftur festival tíð í Föroyum. Niðurteljingin til G! Festivalin 2013 er hervið byrjað: 15 dagar, 1 tími, 25 minuttir. Vit síggjast!

Alina Devecerski Angist Benjamin
BYRTA

Den Sorte Skole

Earth Divide

Eivör
Hamferð

Karin Park
Laid Back

Reptile Youth


Festival íblástur og pakkilisti HER


See you on a dark night
23.  juni 2013 - Markus
Claire Boucher ella Grimes er ein 25 ára gomul kanadisk songkvinna. Tónleikur hennara er ikki lættur at lýsa og inniheldur ein sjáldsaman dám, sum summi hava sagt minnir um tónleikin hjá Björk og Enya. Grimes nýtir sum oftast klaver og synthesizer, og eitt serligt eyðkenni man vera, at hon ofta nýtir fleiri løg av røddum (nakrir sangir innihalda yvir 50 løg), og hetta skapar eitt yvirjarðligt ljóð. Seinasta fløgan eitur Visions, ið kom út í fjør. Kendastu sangir hennara munnu vera Genesis og Oblivion. Hoyr sangin Genesis niðanfyri og síggj videolagið, ið fylgir við. 






Semi Psychose und katzen tanzen
17.  juni 2013 - Anný

Stephane Varegues - La pape Du pop
Charlotte Leslie - Les Filles C'Est Fait
Christie Laume - Rouge Rouge Daniel Beretta - Psychose

Eg burdi siti og endurlisi tað føroyska, men eg bleiv órógva við góðum tónleiki og svøvntungum eygnalokum, eg komi ongan veg, eg havi ongan hug at koma nakran veg, eg vil hava summarfrítíð.

Mikudags mix - Sexbomb
05. juni 2013 -  Anný og Emilja


Mynd Anný DjurhuusDroym teg burtur í hesum góða veðrinum, til hesar sexutu tónarnar


Milkshake and cateyes - Outfit Nº10
03. juni 2013 -  Anný





T-shirt: TopShop, upprunaliga ein bodystokur, men er nú seymaður um til summari | Buksur: Endurnýtsla | Skógvar: Endurnýtsla | Hálskedur: Endurnýtsla | Ur: Endurnýtsla, again | Beanie: er ein gáva


We the fuckups - Outfit Nº9
30. mai 2013 -  Una


Vestur: H&M og DIY | Net-hoodie: Living Dead Souls | T-shirt: SIC | Shorts: Only | Skógvar: Underground Creepers






Life can be kinda mean when you're 17 
29. mai 2013 -  Anný
Clementine Creevy syngur og spælir guitar. Hon býr í Los Angels, og hetta er hennara frálíki sangur Teenage Girl.





íblástur og alt møguligt
26.  mai 2013 - Anný

Ein lítil updatering, eg eri livandi enn.  Mín heili er tómur av hugskotum, og eg veit ikki heilt hvat eg skal finna uppá. Alt sum melur runt í høvdinum eru royndinar, og deiliga summarfrítíðin, sum eg ikki fái fyrr enn um ein mána. 
Eg var inni á eini heimsíðu, ið vísti "extremely-ugly-school-photos", ella okkurt sovorit, og meðan eg trýsti víðari og víðari poppa hesar myndinar fram. Og eg vil vísa mína fullu viðring, so næstu fer eg skal posa til id, fari eg tekna tann viðvenda krossin á pannina. 
Eg havi fingið eitt flipp fyri 90'inum, og har við fylgjur Lady Miss Kier (1963) sjálvandi, hon er dj og syngur, og hevur flottasta klædnastíl eisini.



Deee Lite - Groove Is In The Heart by chriscjcj
Mysterons - Portishead
Hanky Panky - Tommy James and the shondells

Little Boxes - Malvina Reynolds
Útgávugonsert: Earth Divide
19.  mai 2013 - Una

Leygarkvöldið 18. mai var útgávukonsert í Perluni hjá progressiva metalcore bólkinum Earth Divide. The Interzone Boys og Reduced To Ash hitaðu upp.

REDISTRIBUTION of all photos ONLY with mentioning the original source: ©Una Nielsdóttir Galán, Fjøllini Dansa

Earth Divide // facebook
Reduced To Ash // facebook // youtube
The Interzone Boys //


Stuðulskonsert á Giljanesi
19.  mai 2013 - MLB

Í gjárkvøldið hin 18. mai var eg á Giljanesi. Á Giljanesi var stuðulskonsert fyri Vága tónleikafelag, sum eisini skipaði fyri konsertini. Á konsertini framførdu Holgar&Tórfríð, Petur Pólson, Kristina, Lyon, Cherman, Punjab, The Colour Storm, Jürghinn, Dead Beat Punx, 200 og Vágaverk. Tónleikurin á konsertini var sera fjølbroyttur, ymsu bólkarnir spældu m.a. marsj, funk, rock og indie tónleik.

Av tí at tað ikki lá so væl fyri við koyring, varð eg ov seinur til fyrstu framførsluna, og mátti tíanverri eisini fara eitt sindur ov tíðliga, men hóast tað fekk eg nógv við.

Tá Petur Pólson framførdi, hevði hann eina serliga mikrofon við sær. Sjálvur segði hann, at mikrofonin ljóðaði sum eitt útvarp úr 1940'unum, henda mikrofonin gav framførsluni ein serligan dám. Gøtumaðurin Lyon Hansen spældi guitar undir framførsluni hjá Petur, og hetta virkaði sera væl. Sigast kann einki annað enn, at framførslan var sera góð.

(Petur Pólson)

Bólkurin Punjab sum er mannaður við ungum dreingjum úr Havnini og Vágunum, høvdu eisini eina fantastiska framførslu. Teir spældu egin løg og eisini løg hjá m.a. James Brown. Framførslan hjá Punjab var sera energisk og væl koyrandi, tí at forsangarin í bólkinum koyrdi á, hoppaði og fekk orduliga gongd í. Stílurin var ráður og riggaði sera væl til tónleikin teir spældu
Funk, jazz og blues júst sum tað skal vera. 







(Árni úr Punjab)

Eitt sum harmaði meg var mongdin á áskoðarum. Tað hevur kanska okkurt við staðið at gera, men hóast tað hevði eg væntað meiri fólk, men sigast skal, at tey ið vóru fingu heilt víst tónleik fyri peningin m.a. tá bólkurin The Colour Storm, ið onkursvegna minna um bretska indie rock bólkin The Kooks, vóru á palli.

Bólkurin the Dead Beat Punx høvdu ein framúr góða framførslu eitt nú við løgum sum Robot.
Við sera góðum sangi frá Pæturi Zachariassoni, keyboard tónum frá Peturi Háberg og einum hoppandi og væl spælandi Bartal Augustinussen á guitar, gjørdust sangirnir hjá bólkinum sera fangandi, og koma allarhelst at sita í høvdinum á mær leingi afturat.... vónandi :)




(Bartal úr Dead Beat Punx)

Undir konsertini gjørdist eg enn einaferð yvirraskaður yvir, at eitt land sum Føroyar við minni enn 50.000 íbúgvum kann rúma so nógvum fantastiskum tónleikarum. Eftir er bert at siga, at tey ið ikki vóru til hesa konsert mistu eitt sera væleydnað kvøld.