Eldri systar gjøgnum 90'ini
25.  juli 2013 - Anný

Tá eg var lítil sæt eg altíð fast klistra til sjónvarp skíggjan og hugdi við stórum eygum eftir teimum kulu  eldri systrinum á film. Tær vóru altíð líka áhugaverdar og kular, tær vóru tannáringar við stórum stíli. 
Eg sæt og droymdi um at gerast ein kul stóra systur sum Clarissa Darling frá sjónvarp røðini Clarissa Explains It Allwoow, hon var tann besta, eg bleiv so kedd av at hugsa, at eg aldrin fór at vera eins og kul sum hon, og ei heldur hava tjansin til tad tá eg jú var einabarn, tað var eg tó ikki leingji afturat, mammie hevði eitt sparkandi lítið babi barn í búkinum, men eg má viðganga at eg aldrin gjørdist áhugarverd, kul og lærurík sum Clarissa ið eg annars hevði droymt um at blíva. 
Ein kul eldri systur lóg 1 - eitt kamar tapesera við plákatum av góðum mystiskum bólkum, tú ikki ert nóg kul og gomul til at lurta eftir enn. 2 - Tosa tímavís við vinkonunar um drongjir, sum allarhelst eita Troy, Flynn ella Zac, pluss ikki at gloyma tær tosa gjøgnum teirra egnu fartelefon, like so fetch, eina fartelefon fekk man tá man var vorin  tannáringur, men soleiðis er nú ikki longur. 3 - Hon heldur seg sjálvan koyrandi við at sníkja seg út um náttina, stinga tvør til mammusa frikadellur, the key is called "45 kg max"' sigarettir ið hon orduligt er ov ung sjálv at roykja, og tí má goyma seg inni á wcinum ella ganga langar túrar við vinfólkinum, so pops onki sær, og  lesa dami bløð.
Eg havi fiksa saman ein lista yvir stórasystrum, ið blástu skermin gjøgnum 90'ini. 

Deborah "Debbie" Thornberry úr teknirøðini "Wild Thornberrys" er ein typisk 16 ára gomul genta, ið er áhuga í tónleiki og móta. Henni leingist eftir einum vanligum lívi, men arbeiði hjá foreldurnum fora henni fyri tí. Sjálvt um hon ger gjøldur burturúr yngri systrina Eliza, elskar hon hana yvir alt. Debbie koyrir stílin - appilsingulan "crop top", grøna flannel skjúrtu,  bláar cowboy buksur við holum á knæum, ið fullgerð hennara grungy stílslag, og einar brúnar Birkenstock clogs. 




Judy Funnie úr Doug var hipster áðrenn tað yvrihøvur var til, beat that ! 
Hon er elsta barn úr einum syskinaflokki uppá tvey, hon og yngri beiggin Doug. Hon er sera dramatisk og er ofta ring og tvør at fást við. Hon roykir hash og er øguliga dunalig og hevur stórar listagávur, tí gongur hon á einum listaskúla. 

Olga Pataki úr "Hey Arnhold". Olga er systur Helgu. Hon er sera klók, og hevur ikki fingið eitt A-minus síðani 3.flokk. Hon er líður undir "perfektionismu" og gerst sera lætt hugtung, tá ið hon ikki livur upp til sínar høgu vónir.  


Clarissa Darling -  

No comments:

Post a Comment