Ferðin Til Heljar
26. juli 2013 - Una
Tað var í 2010 tað heila byrjaði. Íslendski víkingabólkurin Skálmøld høvdu givið út fløgu ígjøgnum plátufelagið Tutl. Tískil slóðu teir seg saman við Hamferð, ið ynskti at spæla í Íslandi. Teir settu eina konsertferð saman, sum varð kallað Ferðin Til Heljar og gjørdist eitt árligt ting. Hetta varð gjørt bæði fyri samstarvið millum føroyskar og íslendskar málmbólkar, men eisini fyri at føroyingar og íslendingar komu at kenna betur málmtónleikin frá báðum londunum. Í ár vóru tað íslendsku Angist og føroysku Earth Divide, sum tóku Ísland og Føroyar við stormi.
Vegna sjúku hjá trummuspælaranum hjá Angist, Tumi Snær Gíslason, høvdu tey avgjørt ikki at spæla hetta kvøldið í vón um, at hann kom púra fyri seg til hinar báðar konsertirnar á ferðini. Tískil vóru tað bert Earth Divide, sum spældu hetta kvøldið. Heldur ópeppaðir trinu teir á pallin, tá tað ikki gav meining at bíða eftir fleiri áskoðarum longur. Teir kláraðu seg sum altíð væl og enn einaferð bergtaka teir. Energiskir renna Freddy og Fríði Tanngaard Bjørgvin millum áskoðaranar, og damurnar báðar fáa ein muss í part. Umframt síni egnu løg spældu teir "Opið Hav" hjá Hamferð, tó ikki heilt, sum hann vanliga verður spældur. Teir spældu hann nevniliga í raggae stíli. Hetta var ógvuliga feitt, og lítla fjøldin sveiggjaði við raggae rútmunum. Kvøldið varð rundað av við einari funky jam session, har øll vístu fram síni dansiførleikar. Hóast lítlu undirtøkuna varð hetta eftir mínum tykki eitt sera væleydnað kvøld. Men enn var kvøldið ikki av: nú skuldi riggast av og síðani var tíð til eina kalda ella tvær afturat, áðrenn leiðin enn einaferð gekk oman í húsini.
Klokkan 6 morgunin eftir vórðu vit øll vakt. Vit runnu runt eina løtu og fingu alt uppá pláss og vaskaðu tað seinasta upp, áðrenn vit øll einn eina ferð sótu klár í tourbussinum hálvan tíma seinni. Hesa ferð var ikki eins lívligt í bussinum og kvøldið fyri. Og í bátinum var ikki nógv fragari. Øll sótu vit hálvdeyð uppiyvir morgunmatinum, áðrenn vit sovnaðu. Komin fram til Havnar varð farið í Perluna at lessa ljóðføri og tílíkt av áðrenn vit enn einaferð skiltust og fóru hvør til sítt at millum annað heinta inn uppá mistan svøvn.
Til vinstru frá inngongini var ein lítil básur, har møguleiki var at ogna sær Angist og Earth Divide merch, millum annað T-shirts, fløgur og patches. Fríði bjóðaði áskoðarunum vælkomnum, og relativt nýggi melodiski málmsbólkurin Reduced To Ash setti gongd á kvøldið. At byrja við vóru teir eitt sindur smædnir og heldur bundnir at ljóðførum sínum, um ein kann siga tað soleiðis. Men fantastiski frontmaðurin Eyðun Hvannastein megnaði við sínum himmalvendu eygum og djúpu skrálum at fáa lív í staðið.
Næst á palli - ella kanska heldur: á gólvið - var íslendski deyðamálms kvartein Angist. Øll við krígsmáling bæði á ørmum og andliti trinu tey á pallin og tóku fjøldina við stormi. Frontkvinnan Edda Tegeder Óskarsdóttir skarðaði framúr og syrgdi fyri, saman við restini av bólkinum, at øll vóru við teimum. Hetta var fyrstu ferð eg upplivdi Angist, og livdu tey púra upp til allar mínar forvæntningar og meira enn.
"Eru tit á fokking lívið?!" ljóðaði frá Freddy, og fjøldin rópti aftur í gronina á honum, í tí at Earth Divide traðkaðu fram. Byrjað varð við Claustrophobia, sum spakuliga varð byrdur upp ... inntil Sigurd Justinussen fokkaði trummurnar upp. Men tað var ikki verri enn so, at teir byrjaðu umaftur, og komu teir væl burturúr tí aftur. Flott! Komnir væl í gongd vóru teir feitir sum altíð, og fjøldin var á gosi, líka til teir fóru av pallinum og longri enn.
Nógv fólk vóru komin saman frammanfyri lítla pallinum á spæliplássinum í Gøtu, tá seinasti parturin av Ferðini Til Heljar varð sparkaður í gongd av Angist. Sólskinsveðrið druknaði skjótt í fantastisku tónunum, tá deyðsmálmurin streymaði úr hátalarunum. Eg lúgvi tað ikki, tá eg sigi, at ikki ein sál ikki eygleiddi Eddu við beundran, tá hon skrálaði í mikrofonina á ein hátt, sum ein annars skuldi trúð var ógjørligur. Fyri ikki at tosa um svaku gittartónarnir frá Gyðu Hrund Þorvaldsdóttir! Hetta var so púra vist ikki seinastu ferð, eg lurtaði eftir Angist, tað kann eg lova tykkum fyri!
Fjøldin gjørdist alsamt størri, tá eingir aðrir enn Earth Divide trinu á pallin. Øll ákoðarafjøldin stóð í einum trunka bein framman fyri Freddy, sum stóð heilt fremst á kantinum á pallinum og fevndi tey við rópum sínum. Avbera feit konsert, sum ikki einaferð. At enda varð neyðugt at bróta teir av, tí teir sluppu ikki at spæla longri. Hetta hóvaði hvørki áskoðarafjøldini ella bólkalimunum, og tey at buuh'a eftir partypooparinum í øði. Men einki nyttaði, tíðin var farin undan teimum, og Earth Divide mátti so pent pakka saman og fara av pallinum aftur. Endastøðin var rokkin, og ferðin var liðug; vit fóru komin fram til Helvitis.
Hanna Vang hevur tikið myndirnar.
hentar leinkjur:
Angist // youtube // last.fm // facebook // twitter
Earth Divide // facebook
Reduced To Ash // youtube // facebook
Upp Við Hornunum // facebook
Feitt!
ReplyDelete