Fyrst ferð eg royndi jolly green
17. juli 2013 - Dulvnevt
Fyrstu fer eg royndi jolly green, var eg 15 ár og bangin fyri hvørjar fylgjurnar vóru. Eg og ein góð vinkona tosaðu um, at nú mátti okkurt spennandi henda millum alt tað keðiliga og vanliga skúlalívið, okkurt vit aldrin áður høvdu roynt, okkurt farligt, okkurt yolo - tað bleiv so til hash. Tað var tað svakast vit kundu koma framm til tá. Vit googla'u hvussu tað kendist at vera ávirka, og hugdu eftir eitt hav at dokumentarum sum boðaðu frá hvussu farligt og illa tað fór við kroppin - ið gjørdi tað eyka meira spennandi at royna hesa farligu plantuna. Eg fekk so eitt lítið fitt mix frá einum, eg kendi, og viðkomandi vísti mær hvussu vit skuldu gera. Nakrar dagar seinni settu vit okkum út við hav, festu eld í og andaðu inn. Fyrst føldu vit einki, men tá ið vit vóru komnar oman til grasi fór hjarta at banka, eins og hjartaði hálaði okkum niður at sita, høvdið tómdist við tonkum og kroppurin byrjaði at ristast eins og fanin var eftir okkum, men á ein deiligan hátt sjálvandi. Alt gjørdist so undarliga deiligt, so tómt. Tá ið vit høvdu siti eina løtu skeivar í høvdinum fóru vit víðari í býin, at møtast við vinfólkini ið øll róptu og garteraðu skít full. Tað tóktist so undarligt, her gingu vit millum komandi politikaranum, sakføraranum og pedagogum, heimaurin er fucked up var einasta eg kundi hugsa, men mær dáma tað soleiðis, svøk ung menniskju, sum nokk koma til fornuft fyrr ella seinni, tey liva lívi áðrenn tað er ov seint, men nú eg hugsi nærri so er tað aldrin ov seint at liva lívi. Alt gekk so seint fyri seg, nær um slow motion, ein minuttur var sum ein 1 tími, og 1 tími sum 1 minuttur. Annars hendi ikki so nógv meir, vit fóru heim, løgdu okkum í heitu bleytu songina og sovnaðu við tað sama, kroppurin føldist sum blýggj, eg havi aldrin áður sovi ein so fastan og góðan blund í mínum lívi, eg havi ei heldur følt meg so rebelskan sum júst tá.
No comments:
Post a Comment