Pink Flamingos
28. mai 2013 -  Anný



Í 1972 fekk John Waters sítt stóra gjøgnumbrot við filminum Pink Flamingos. Útreiðslan var um $12 000 og fekk fleiri milliónir dollarar inngoldi aftur. 
Divine verður dulnevndur "Babs Johnson", hann býr saman við síni sálarsjúku mammu Edie (Edith Massey) ið elskar egg meir enn nakað annað. Eisini býr hann saman við sínum
kriminella soni Crackers (Danny Mills) og vinkonu Cotton (Mary Vivian Pearce). Øll búgva tey í einum ljósareyðum húsvogni, uttan fyri Phoenix Maryland. 
Eftir at Divine verður lýst sum "the filthiest person alive" í einum gøtublaði, royna øvundsjúku kappingarneytini Connie (Mink Stole), og Raymond Marble (David Lochary) at oyðileggja tað, og sjálvi nakka heiðurin - tó uttan eydnu. 


 

No comments:

Post a Comment